hósdagur 26. oktober 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 125
16
Óli Jacobsen
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
F
øroyingar hava mist nógv
fólk á sjónum. Ringast
var undan seinna heims
bardaga og undir sjálvum
bardaganum.
Men eftir kríggið var hildið, at
trygdin á sjónum var blivin so
mikið góð, at tær stóru vanlukk
urnar kundu ikki henda aftur.
Tí var vanlukkan við Stella
Argus í 1957 ein veruligur hvøkkur
fyri allar Føroyar. Her fórust 22
menn, og hetta var næststørsta
einstaka skipsvanlukka í før
oyskari skipasøgu. Tann størsta
var Neptun við 23 monnum í 1934.
Samstundis fórst Nólsoy við 20
monnum.
Fyri 10 árum síðani var minn
ingarhald í Kvívík fyri henda
sorgarleik. Tað vóru ikki færri
enn 10 menn úr Kvívíkar sókn,
sum fórust. Millum hesar vóru
fýra brøður, synir Hans Martin
Andreassen, sum tá eisini hevði
mist konuna. Í samband við hetta
minningarhald setti reiðaríið ein
minnisvarða í kirkjugarðin í Kví
vík.
Gjørt varð eisini burtur úr hesi
hending her í blaðnum. Í bókini
Havið tók teir, sum kom út í 2011, er
eisini ein meira nágreinilig frásøgn
um forlissið hjá Stella Argus.
Vit vilja eisini minnast hesar
menn, nú 60 ár eru farin við
onkrum ískoyti til tað, sum varð
skrivað í umrøddu frásøgn í 2007.
Var ein nýskapan
Stella Argus var keyptur av p/f
Kimbil í 1938 fyri kr. 170.000. Frá
mars til oktober 1938 vóru veidd
650 t. av saltfiski ella 100 t. um
mánaðin, og hetta var nóg mikið
til at trolarin bar seg. Inntøkan hjá
dekkarum var um kr. 200 um mán
aðin. Hetta var munandi meira
enn inntøkan við sluppunum.
Tí vóru trolarar roknaðir at vera
framtíðin hjá føroyingum.
Stella Argus var í 1939 tann trol
arin, sum hevði størstu veiðuna.
Manningin var 31 mans.
Hann kundi fingið sín bana
undir krígnum, tá ið Kvíkvíks
Tummas var skipari. Eina ferð, teir
vóru í fylgi við Norðbúgvan á veg
heim úr Fleetwood í Onglandi, har
teir høvdu selt, vórðu báðir trolar
arnir álopnir av týskum flogfari.
Seks ferðir fleyg flogfarið um
Stella Argus, meðan skotið var eft
ir teimum, samstundis sum bumb
ur vóru sleptar eftir teimum. Men
Tummas stóð á brúnni og royndi
at krússa soleiðis, at tað slapst
undan bumbunum. Hetta eydnað
ist, hóast stýrihúsið var gjøgnum
gatað av kúlum. Ein av manningini
var Hans Martin Andreasen.
Norðbúgvin fekk somu viðferð,
men báðir trolararnir komu á
Havnina í øllum góðum.
Stella Argus fór við
sildagørnum
Stella Argus hevði verið á salt
fiskaveiðu men var tveir silda
túrar í 1957. Tann fyrri byrjaði 2.
september. Teir komu inn 28. sept
ember og fór út aftur 30. septemb
er seinna, og seinasta, túrin.
Tað vóru eisini aðrir trolarar
á hesi veiðu hesi árini, tí vanliga
veiðan hjá teimum við troli ikki
longur var lønandi. Trolararnir
vóru munandi størri enn hini
sildaskipini, teir høvdu eisini fleiri
gørn og størri manning.
Tað einasta vissa
Tað einasta, sum er heilt vist við
Stella Argus er, at sunnudagin
27. oktober fekk reiðaríið fjarrit
frá skiparanum við fráboðan um,
at teir høvdu fingið 828 tunnur
av sild, og at teir vóru farnir at
sigla inn sama morgun. Á mid
degi tosaðu teir á Stella Argus við
Fame, og tá stóð væl til.
Eitt skip, sum fór at sigla inn
samstundis sum Stella Argus, var
Vørðan úr Vági, og teir hildu seg
eisini síggja ljósini á Stella Argus.
Tá ið teir koma heim, og Stella
Argus ikki er framkomin, varnast
teir sjálvandi, at okkurt var galið,
tí Stella Argus sigldi skjótari enn
teir og skuldi komið inn fyrr. Teir
tosaðu aftaná um, at eitt ljós av
skipi, sum teir sóðu, tá ið teir fóru
at sigla inn, var horvið. Men tað
hugsaðu teir ikki um fyrr enn
seinni.
Stella Argus skuldi verið komin
til lands dagin eftir, at teir fóru at
sigla, t.v.s. mánadagin. Tá Stella
Argus ikki var komin á Havnina
týsmorgunin, roknaði reiðaríið
við, at teir vóru farnir inn á Vest
manna ella Kollafjørð, har tað eis
ini var ætlanin at seta menn av.
Reiðaríið ringdi til ymiskar bygdir
at kanna eftir, um trolarin var inni
har, men har var einki skip.
Tá tað ikki fekst samband við
trolaran, fóru menn at bera ótta
fyri, at okkurt var áfatt. Reiðaríið
setti seg síðan í samband við
Marinustøðina og landsstýrið við
áheitan um, at Ternan, sum landið
átti, og Thetis hjá donsku sjóverj
unu fóru at leita. Teir fóru avstað
beinanvegin.
Men tá ið einki frættist frá og
um Stella Argus út á týsdagin,
vóru teir á reiðarínum klárir yvir,
at okkurt álvarsamt var hent.
Síðan var aftur heitt á Marinu
støðina og landsstýrið um at út
vega flogfar at leita. Játtað var
flogfar úr Keflavík at byrja leit
ingina mikumorgunin.
Boð vórðu send til øll skip um
at hyggja eftir Stella Argus. Týs
dag seinnapart heitti reiðaríið á
fleiri skip um at fara at leita og
30. oktober fóru 20 skip og motor
bátar at leita.
Eisini var reiðaríið í samband
við allar tær norðastu bygdirnar,
sum sendu fólk at kanna strondina,
um nakað kundi síggjast.
Blaðið 14. september skrivaði 31.
oktober, at okkurt mátti vera hent
skipinum, men enn vóru vónir um,
at tað kortini ikki var so álvarligt.
Víst varð á, at tað var fyrr hent, at
vónirnar hava verið smáar, og tó
vóru skipini komin aftur.
Tann 1.november var vanliga
minningarhald teirra sjólátnu.
Hetta var merkt av óvissuni um
Stella Argus. Men enn var vónin
ikki slept, og henda manning varð
ikki tikin við í minningarhaldið
Tann 3. november varð givist at
leita, og tá vóru vónirnar mistar
um Stella Argus.
Í dag, 27. oktober, eru liðin 60 ár, síðan tað seinast frættist frá Stella Argus við
22 monnum. Hetta var næststørsta einstaka vanlukkan í Føroya søgu
STELLA ARGUS
– EITT 60 ÁRA MINNI
Stella Argus var ein av teimum góðu trolarunum í síni tíð
Norðfarið fekk ein sjógv um hesa tíðina, Stella Argus forlisti.
Skipið fekk so stóra slagsíðu, at sjógvur kom inn á brúnna.
Hans Martin Andreassen
misti fýra synir, Andreas,
Niels, Tórur og Ólavur