Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 17 Norðfarið fekk sjógv á somu leiðum Eingin veit, hvat ið er hent Stella Argus, men tað eru teir, sum minnast, hvussu líkindini vóru um hetta mundi. Eitt av skipunum á silda­felt­in­ um var Norðfarið úr Vági. Skip­ari var Johan Godtfred. Ein av mann­ ing­ini var tann tá 19 ára gamli Eyð­ álv­ur Joensen úr Vági. Um hesa tíðina, tá ið Stella Arg­ us hvarv, stóð Eyðálvur til róðurs á Norð­farinum. Skiparin var eisini á brúnni. Knappliga fekk Norðfarið ein sjógv upp undir hekkuna, og skjótt lá hon fløt í sjónum. Slag­ síðan var so stór, at sjógvur kom inn á brúnna. Samstundis fóru nøkur gørn út. Skiparin gjørdi skjótt av og bakk­aði við fullari ferð, og tá kom Norð­farið á rætt kjøl aftur. Sjógvur kom eisini niður í lug­ arið. Ein av manningini, ein skál­ vík­ingur, kom upp úr lugar­in­um í undirklæðum. Hann royndi at fáa gørnini inn aftur, so tey ikki skuldu fara um skrúvuna. Hinir komu skjótt aftaná upp á dekkið. Teir vóru annars klár at seta. Teir høvdu tá ikki fingi so nógvar tunn­ur í lastina. Eisini var lastin skottað, so tað var eingin vandi fyri, at tunnurnar fóru út í borðið. Tá hevði tað kunnað verið vanda­ fult. Hjá Norðfarinum var ikki ill­veður men tungur sjógvur, og hetta kann vera lumpisligt hjá skip­um. Spurningurin er um nakað tað sama kann hava hent við Stella Argus, at teir hava fingið slagsíðu av einum sjógvi, og henda slagsíða ikki hevur rættað seg aftur. Tað vóru eisini fleiri metingar um tað sama í 1957. Greinin í seinastu viku um Njarð­ling vísti eisini, hvussu vanda­mikið tað kundi vera at hava fullar sildatunnur í eini ikki full­ari last. Bjargaðir av tilvild Tað er avmarkað, hvussu nógv ið rúmast í eini grein sum hesi. Her skal takast okkurt fram, sum er komið fram aftaná 50 ára minn­ ing­arhaldið. Ofta hava søgur verið um til­ vildir, sum hava bjargað monn­ um undan vanlukkum. Herfyri høvdu vit eina frásøgn frá Sig­ mund Jacobsen úr Nólsoy, sum blað­ungur var við Stella Argus. Hann var við tann fyrra sildatúrin og hevði eisini ætlað sær við aftur. Men tá hevði mamma hansara søkt fyri hann at fara á háskúlan í Havn, og hann var sloppin inn. Hetta helt Sigmund ikki, at hann kundi kasta aftur og gav avboð at fara við aftur. Hetta bjargaði lívin­ um hjá honum. Ingibjørg Hansen var ættað úr Hesti, men giftist til Gøtu. Hon greiddi í 2009 frá skaðadegnum í Hesti í 1919, tá ið hon misti pápa sín. Stutt áðrenn hon doyði, greiddi hon eisini frá, hvussu fýra menn úr Hesti sluppu undan at fara við Stellu Argus lagnutúrin. Tann dagin, teir fingu skips­boð­ ini, vóru teir á útróðri og komu seint aftur. Teir ætlaðu at gera skjótt av at fáa fiskin upp á land, so teir kundu sleppa av oynni upp á at fara avstað við Stella Argus. Men veðrið gjørdist so ófantaligt, at teir sluppu ongan veg. Ein av hesum monnum var Magnus Zachariassen. Mamma hans­ara, Óluva, sum var systir Ingi­ bjørg, hevði telefonstøðina. Hon hevði lyndi til at vera sanndroymd. Hon hevði slíkan ófrið á sær, og tað stóð nógv á henni í sambandi við komandi túrin hjá Stella Argus. Tað varð sagt, at hon stuðlaði ikki monnunum at fara av stað. Hon ringdi avboðini til skiparan. Ein annar av hesum monnum var Klæmint Johannesen. Hann hevði evnini at “síggja”. Eina ferð hann hevði róðurtørn við Stella Argusi, sá hann fyri sær skipið brotna tvørtur um tvøran. Kortini hevði hann ætlað sær avstað aftur. Tað eru fleiri aðrar líknandi søgur í samband við Stella Argus. Bjargaði lívi, áðrenn hann misti sítt egna Onnur dømi eru eisini um, hvussu hart lagnan kundi raka. Ein av manningini var kokkurin, Joakim, kallaður Kim, Hansen úr Hósvík, sum doyði frá sjey børnum. Konan lá á song við tí yngsta. Hann hevði roynt at missa á sjónum. Við Nólsoynni í 1934 fór­ust ein beiggi og tríggir pápa­ beiggjar hansara. Umframt teir fórst eisini eitt systkinabarn og maður eina fastur. Ofta førir ein søga til eina aðra. Aftaná at hava skrivað um Stella Argus í 2007 varð eg uppringdur av manni á Tvøroyri. Hann greiddi frá, at Stella Argus á veg avstað lagnutúrin legði at á Drelnesi at fáa útgerð. Tá var hesin maður, sum tá var smádrongur, dottin á sjógv. Hann varð bjargaður av monn­ um á Stella Argus. Tveir teirra loraðu Kim eftir høvdinum niður móti sjónum, og hann fekk tikið í drongin. Síðan vórðu báðir hálaður uppá turt. Hetta hevði hesin maður ikki gloymt teimum. Stóð nógv á reiðarínum Tað hevur sjálvsagt staðið nógv á reiðarunum Poul Hansen og soni hansara Aksel, sum vóru nevndarformaður og næst­for­ maður í p/f Kimbil. Tann 4. nov­ ember 1957 hevði p/f Kimbil nevndarfund, sum man hava verið tann tyngsti í søguni hjá felagn­um. Dagsskráin var Stella Argus. Í fundarbókini varð greitt frá gongdini, soleiðis sum hon er lýst í hesi grein. Fundarbókin endar soleiðis, aft­aná at staðfest er, at givist er við leitingin: ”Vit mugu tí gera okkum klárt, at tað var hend ein ólukka, so­leið­is at Stella Argus var gingin burt­ur av eini ella aðrari orsøk við allari manning síni, tilsamans 22 manns. Henda ólukka sum kostaði 22 mannalív er somikið syrgiligari av tí, at eftir sita 8 einkir við 24 faðirleysum børnum. Fundurin endaður.” Hetta vóru menn í besta aldri. Tann elsti var 53 ár, og tann yngsti var 15 ár. Komandi partur Seinast í komandi viku kemur út bókin ”Tær bygdu land” við frásøgnum hjá 20 kvinnum, føddar frá 1890 til 1932. Komandi partur verður tí frásøgn um hesa bók. Manningin á Stella Argus Talið av børnum stendur í klombrum Skipari Andreas Dam Andreassen, Kvívík f. 20/7 1925 óg 1.stýrim Niels Andreassen, Kvívík f. 16/5 1928 g(2) 2. - Simon M Zachariassen, Tórshavn f. 16/3 1913 g(1) 1.meistari Hilbert Johannesen, Vestmanna f. 7/3 1927 óg 2. - Sjúrður Magnussen, Leynar f. 20/8 1927 g(3) kyndari Oskar Jacobsen, Válur f. 25/7 1910 g(4) - Jóannes A Rasmussen, Miðvágur f. 11/11 1934 óg kokkur Joakim Hansen, Hósvík f. 27/11 1920 g(7) kokkadr. Tórur Andreassen, Kvívík f. 4/12 1941 óg dekkari Ólavur Andreassen, - f. 12/9 1936 óg Jógvan Vang, - f. 13/11 1919 g(1) Egil Jacobsen, - f. 22/4 1939 óg- Jákup P. Olsen, - f. 15/10 1937 óg Emil Forná f. 14/1 1904 g(4) Emil Poulsen, Vestmanna f. 20/6 1923 g(2) Herálvur Nielsen, - f. 21/4 1940 óg Dánjal Haraldsen, - f. 14/2 1931 óg Torleif Jacobsen, Nólsoy f. 8/10 1937 óg Kitti Davidsen, Sandur f. 1/11 1938 óg Ole J Johannesen, Dalur f. 30/8 1937 óg Sæmund Jensen, Skálavík f. 20/4 1939 óg Páll Olsen, Hósvík f. 9/4 1942 óg Kongur vitjaði í Kvívík í 1959 og var við til víglsuna av fyrra minnisvarðanum. Maiken, dóttir Niels, ein av teimum fýra brøðrunum, og Jakoba, systir teirrra, góvu í 2007 eitt gott íkast til hesa søgu Minnistvarðin í kirkjugarðinum í Kvívík.