hósdagur 26. oktober 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
4
oktober 2017
27
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Sjeynda september í ár bórust tíð
indini, at nevndin fyri íslendska olju
felagið Skeljungur hevði sett Hend
rik Egholm í starv sum nýggjan
stjóra í samtakinum. Frammanundan
var Hendrik Egholm forstjóri í P/F
Magn, ið er dótturfelag hjá íslendska
samtakinum.
Nýggi stjórin tók við starvinum
í íslendska felagnum 1. oktober í
ár, júst tíggju ár eftir, at Hendrik
Egholm 1. oktober 2007 tók við
stjórasessinum í táverandi Shell, og
gjørdist eitt av kendastu andlitunum
innan føroysku oljuvinnuna.
Í síðstu viku boðaði føroyska
felagið frá, at Johnni Poulsen tekur
við sum stjóra eftir Hendrik Egholm
í Magn, og eftir ætlan skal ein stjóri
eisini setast fyri íslendska felagið.
- Í løtuni eri eg samtaksstjóri og
taki mær av rakstrinum í íslendska
felagnum til nýggjur stjóri verður
settur. Tá tað er gjørt, skal eg virka
sum samtaksstjóri við teimum báð
um stjórunum undir mær, sigur
Hendrik Egholm, tá hann skal greiða
frá nýggja leiðslubygnaðinum í Skel
jungur.
Samstarva tvørturum
landamørk
Talan er um ein nýggjan leiðslu
bygnað, ið nú verður settur í verk í
íslendska felagnum. Endamálið er
at gagnnýta, at samtakið hevur tvey
oljufeløg í tveimum ymiskum lond
um. Størsta broytingin verður tó í
íslendska partinum.
- Vit halda bæði feløgini kunna
mennast við einum tættari sam
starvi. Í Føroyum er talan ikki um tí
stóru broytingina, tí har fara vit fram
haldandi at gera tær íløgur, ið vit hava
gjørt alla tíðina. Magn er í forvegin
eitt væl rikið rakstrarfelag, har trygdin
er í hásæti, útgerðin er nýggj o.s.fr.
Her í Íslandi er eisini ein stabilur
rakstur, men hendan vinnan er í
broytingartíðum, og við at samstarva
meira tvørturum landamørk, so hava
vit sera góðar møguleikar at gera
neyðugar broytingar og vaksa, greið
ir Hendrik Egholm frá.
Ein partur av føroyska vinnulív
inum hevur longu fingið gagn av
nýggju ætlanini at samstarva tvørt
urum landamørk, vísir nýggi sam
taksstjórin á.
- Vit hava umfíggjað stórar partar
av skuldini í íslendska felagnum í
føroyskum bankum. Fyri nøkrum
mánaðum síðan eydnaðist tað at fáa
avtalur í lag við Betri Banka og Bank
Nordik um fígging. So felagið Magn
koyrir sum tað plagar, men vit hava
lagt meira eftir í Føroyum við tað, at
høvðusfíggingarstovnarnir hjá sam
takinum nú eru Bank Nordik og Betri
Banki, sigur Hendrik Egholm.
Magn er ikki lítlibeiggin
Hóast samtakið er íslendskt, og høv
uðsskrivstovan er í Íslandi, so legg
ur Hendrik Egholm dent á, at tann
føroyski parturin er ein týðandi part
ur av samtakinum, og at nógv verður
gjørt fyri geva føroyingum eina rødd
í samtakinum.
- Tað hevur aldrin verið so, at
Magn er tað minna felagið í samtak
inum. Fokus hevur altíð verið lagt á,
at Føroyar er ein serstakur markn
aður. Man ynskir at vera til staðar
og leiðslan skal vera føroysk, sigur
Hendrik Egholm.
Tað sæst millum annað aftur í,
at í føroysku nevndini eru tveir før
oyingar og ein íslendingur, har eini
føroyingur
er
nevndarformaður.
Harumframt eru teir báðir føroysku
nevndarlimirnir eisini nevndarlimir í
samtaksnevndini, ið tilsamans telur
fimm limir.
- Tað vísir, at nógv fokus er á
Føroyum, og ynskir man at menna
tað føroyska felagið, sigur Hendrik
Egholm, og leggur afturat, at tað er
nógv, ið feløgini kunna læra av hvørj
um øðrum.
- Skeljungar er eitt felag á høgum
støði. Her er nógv, ið virkar øgiliga
væl, ið føroyingar kunna læra. Men
umvent er tað eisini nógv, ið Skel
jungur kann læra av felagnum í Før
oyum, so sum at hava ein stramman
rakstur og at hava fokus á at venda
hvørja krónur. Vit hava eisini nakrar
ætlanir fyri framtíðina, ið kunna
brúkast í Íslandi, sigur Hendrik Eg
holm.
Tað er tó ikki á nakran hátt eitt
lítið oljufelag, ið Hendrik Egholm
tekur yvir. Skeljungur er eitt av
trimum stórum oljufeløgum í Ís
landi, og hevur felagið 65 bensin
støðir kring landið undir trimum
ymiskum nøvnum. Talan er um
48 Orkan-støðir, 9 Skeljungur-
støðir og 8 Orkan X-støðir, harav
felagið er serliga sterkt til staðar í
Reykjavíkarleiðini. Harumframt hevur
samtakið ein árligan umsetning á
omanfyri tvær milliardir krónur. Um
leið 130 starvsfólk starvast í Skel
jungur, meðan 72 starvsfólk starvast
í Magn.
Kom óvart á
Hóast Hendrik Egholm hevur starv
ast í tíggju ár í føroyska partinum
av fyritøkuni, so hevði hann kortini
ongan varhugan av, at hann fór at
fáa bjóða starvið sum stjóri í sam
takinum.
- Tað er ikki vanligt, at feløg, ið eru
skrásett á íslendska virðisbræva
marknaðinum,
hava
útlendskar
stjórar. So tað kom óvart á meg á
tann hátt. Eg hugsaði heldur ikki í
hasum banunum, tí eg miðsavnaði
meg um arbeiðið í Føroyum, og gav
ikki hesum nakran serliga ans, sigur
Hendrik Egholm.
Nýggi samtaksstjórin vísir tó á, at
hann hevur havt eitt gott samstarv
við eigararnar, og tí er tað kanska ikki
so óvæntað, at valið fall á júst hann.
- Teimum hava dámt hvussu
vit hava rikið felagið í Føroyum og
hvørjar ætlanir vit hava fyri framtíðina.
Eg havi eisini havt eitt gott samstarv
við eigararnar, og vit síggja rímiliga
líka upp á hvussu samtakið skal rek
ast, og hvat framtíðin hevur at bjóða.
Men tað, at eitt íslendskt felag, skrá
sett á virðisbrævamarknaðinum, fer
eftir einum føroyskum stjóra, tað
hevði eg ikki væntað.
Vilja sleppa upp í part
Tað er eingin loyna, at Hendrik Eg
holm tekur við starvinum í eini við
Á odda fyri
tveimum
oljufeløgum
- HER ER NÓGV, IÐ VIRKAR ØGILIGA VÆL, IÐ FØROYINGAR KUNNA
LÆRA. MEN UMVENT ER TAÐ EISINI NÓGV, IÐ SKELJUNGUR KANN
LÆRA AV FELAGNUM Í FØROYUM. TAÐ SIGUR HENDRIK EGHOLM, IÐ ER
VORÐIN SAMTAKSSTJÓRI Í ÍSLENDSKA FELAGNUM SKELJUNGUR.
- Tað hevur aldrin verið
so, at Magn er tað minna
felagið í samtakinum.
Fokus hevur altíð verið
lagt á, at Føroyar er ein
serstakur marknaður.