hósdagur 26. oktober 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Oktober 2017 27
stórum broytingum í oljuvinnuni. Ein
grøn alda hevur skolað inn yvir vest
urheimin seinastu árini, og alsamt
størri fokus verður sett á at framleiða
grøna orku. El-bilar og grønar orku
keldur eru vorðin orð, ið verða tikin
upp í saman av politikarum og øðr
um, ið ynskja eitt minni dálkandi
samfelag, og oljufeløg verða mang
an løgd undir at bremsa hesa
gongdini, tí tey ongan áhuga hava
at missa verandi marknað.
- Broytingar koma, men møgu
leikarnir hjá okkum at vera við eru
einastandandi góðir. Eg eri mitt
ímillum hesi, ið siga at einki broytist
næstu tjúgu árini, og tey, ið siga alt
broytist næsta ár. Vit fara at síggja
elbilar vinna fram, vit fara at síggja
hydrogenbilar vinna fram og vit
fara at síggja stórbilar, ið koyra upp
á LNG. Í Føroyum fara vit eisini at
síggja, at upphiting til hús fer at
koma umvegis aðrar orkukeldur enn
olju. Tað er eingin ivi um tað, sigur
Hendrik Egholm, tá prátið fellir inn á
grøna orku.
Men stjórin í Skeljungur er tó var
in við at loypa í sama vogn sum tey,
ið halda, at innan nøkur fá ár, so er
eingin tørvur longur á olju ella olju
feløgum.
- Avbjóðingin í Føroyum eru tvær.
Fyri tað fyrsta, so klárar SEV ikki
einsamalt at fara frá 150 GwH um
tíman av grønari orku og upp í 600
GwH innan trettan ár. Tað er eingin
kjansur, so har muga fleiri herðar
bera hetta grøna umskiftið, sigur
Hendrik Egholm, og vísir samstundis
á, at Magn er klárt at hjálpa.
- Vit vilja gjarna vera við. Vit halda
ikki aftur, men eru bara realistiskir.
Hetta við at sita í einum kóri og
halda, at alt ber til, og samstundis
lova, at alt verður grønt í 2030, uttan
at man skal gera tað stóra, tað halda
vit bara ikki er realistiskt.
Brúkarin má við
Harnæst er tað, sambært Hendriki
Egholm, alneyðugt, at meira verður
gjørt fyri brúkaran, um man yvirhøvur
skal hava nakra vón um at náa mál
inum, at øll orka á landi skal vera
grøn um trettan ár.
- Tað er nóg torført at fáa fólk at
skifta telefonveitara, so hví heldur
man, at fólk fara at skifta eina væl
virkandi oljufýring út við eina hita
pumpuloysn, ið kostar millum 180-
200.000 krónur tilsamans, spyr
Hendrik Egholm.
Í staðin mælir hann til, at man
liberaliserar lógina innan elfram
leiðslu í Føroyum, so at fleiri aktørar
sleppa inn á marknaðin.
- Tað hevði ført við sær, at fleiri
herðar høvdu borið framleiðsluna av
grønari orku, sjálvandi undir strang
um krøvum frá SEV, umframt at vit
fingu privat feløg inn á marknaðin, ið
duga at gera góð og kreativ tilboð til
brúkaran, so tað er lætt hjá teimum
at skifta, sigur Hendrik Egholm.
- Broytingar koma, men møguleikarnir
hjá okkum at vera við eru einastandandi
góðir. Eg eri mitt ímillum hesi, ið siga at
einki broytist næstu tjúgu árini, og tey, ið
siga alt broytist næsta ár.
- Tað er ikki vanligt, at feløg,
ið eru skrásett á íslendska
virðisbrævamarknaðinum,
hava útlendskar stjórar.
So tað kom óvart á
meg á tann hátt.