hósdagur 26. oktober 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
6
oktober 2017
27
Eirikur Lindeskov
Góða gongdin hjá samtakinum stav
ar frá einum effektivari rakstri og
tættari sambandi við viðskiftafólkini.
– Ársins fyrstu níggju mánaðir
hava roynst væl, og úrslitið er í
samsvari við væntanirnar. Sam
anumtikið er framgongd á øllum
marknaðum og í øllum londum. Í
Føroyum heldur hóvligi útlánsvøkst
urin fram, hóast vit fyrr í ár herdu
kredittpolitikkin og øktu krøvini til
eginfígging hjá viðskiftafólkunum í
sambandi við bústaðarfígging. Tað
er m. a. lága altjóða rentustøðið,
góða búskaparliga gongdin og
fólkavøksturin, ið elva til øktan eftir
spurning eftir bústøðum í høvuðs
staðarøkinum, sigur Árni Ellefsen,
forstjóri í BankNordik.
Hóast trýstið á rentumarginalin
framvegis ávirkar rentuinntøkurnar,
er bankin væl nøgdur við, at útlán
ini eru hækkað. Tað eru serliga
lán til privatpersónar, sum eru
hækkað higartil í ár. Bankin metir, at
miðsavningin av virkseminum um
framt miðvísa arbeiðið við at styrkja
sambandið við viðskiftafólkini eru
grundarlagið undir góðu gongdini.
– Vit eru komin á mál við fleiri
týðandi tiltøkum, sum geva ein
effektivari rakstur, og sum sam
stundis gera tað møguligt at veita
okkara viðskiftafólkum uppaftur
betri og skjótari tænastu. Harum
framt arbeiða vit miðvíst og áhald
andi við at dagføra og bøta um
tænasturnar til viðskiftafólkini, og vit
fegnast um, at alsamt fleiri velja at
savna síni fíggjarviðurskifti hjá okk
um, sigur Árni Ellefsen, stjóri í Bank
Nordik.
Úrslitið fyri 3. ársfjórðing vísir, at
kjarnuvirksemi bankans framveg
is stendur seg væl á øllum markn
aðum. Bankavirksemið í Danmark
og Grønlandi umboðar 67 mió. kr. av
rakstrarúrslitinum, sum tilsamans
er 136 mió. kr. Sum væntað eru
rentuinntøkurnar lækkaðar í kjal
arvørrinum av avtøkuni av danska
vinnukundavirkseminum og áhald
andi trýstinum á rentumarginalin.
Samanborið við sama tíðarskeið í
fjør eru rentuinntøkurnar lækkaðar
við 21 mió. kr.
Hinvegin eru inntøkur frá tæn
astugjøldum hækkaðar við 8 mió.
kr. samanborið við sama tíðarskeið í
fjør. Tað er serliga íløgurøkt bankans,
ið hevur kastað meira av sær higartil
í 2017.
– Á sama hátt sum undanfarnu
ársfjórðingar hevur bankin fáar nið
urskrivingar. Hetta er m.a. eitt úrslit
av skynsama kredittpolitikki bank
ans og góðu búskapargongdini á
teimum marknaðum, ið bankin virkar
á, sigur Árni Ellefsen.
Dótturfeløgini, Trygd og Skyn,
hava eisini staðið seg væl higartil í
ár. Tryggingarinntøkurnar eru hækk
aðar, og lutfasliga fáir skaðar hava
verið í 3. ársfjórðingi. Nógva virk
semið
á
bústaðarmarknaðinum
sæst eisini aftur í tølunum hjá Skyn,
sum hevur selt líka nógvar ognir
sum sama tíðarskeið í fjør, tá ið sølan
var methøg.
Roknskapurin
í stuttum:
•
Rakstrarúrslitið fyri fyrstu níggju mánaðirnar í 2017 er
136 mió. kr. samanborið við 153 mió. kr. sama tíðarskeið
í 2016.
•
Niðurskrivingar eru afturførdar fyri 9 mió. kr. samanborið
við 8 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama
tíðarskeið í 2016.
•
Ein niðurskriving á 17 mió. kr. av høvuðssæti bankans
er bókað sum ein stakútreiðsla. – Hetta kemst av, at ein
hægri diskonteringsrenta er brúkt í virðismetingini av
bygninginum, soleiðis at bókaða virðið er minkað úr 79
mió. kr. niður í 62 mió. kr.
•
Úrslitið áðrenn skatt er 143 mió. kr. samanborið við 159
mió. kr. sama tíðarskeið í 2016
•
Útlán bankans eru hækkað við 177 mió. kr. samanborið
við sama tíðarskeið í 2016. Hetta hóast donsk útlán til
vinnukundar eru avtikin við 156 mió. kr. í tíðarskeiðnum.
•
Innlán bankans eru hækkað við 178 mió. kr. samanborið
við samatíðarskeið í 2016
•
Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 219%
•
Solvensur bankans er 18,2% samanborið við 17,9% í 2.
ársfjórðingi 2017
•
Leiðsla bankans væntar framvegis, at ársúrslitið áðrenn
niðurskrivingar,
Gongur sum
væntað hjá
BankNordik
VIRKSEMIÐ HJÁ BANKNORDIK-SAMTAKINUM HILNAÐIST VÆL ÁRSINS
FYRSTU NÍGGJU MÁNAÐIR. ÚRSLITIÐ ÁÐRENN SKATT GJØRDIST 143 MIÓ.
KR., OG TAÐ SAMSVARAR VIÐ UPPRUNALIGU VÆNTANIRNAR