hósdagur 26. oktober 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
oktober 2017
27
Árni Gregersen
Í Grønlandi hava fiskimenn gjøgnum
mong ár roynt við jollum inni á firð
unum eftir fiski.
Fiskurin kemur heilt inn móti
landi um sumrarnar og tá er vanligt,
at fiskað verður við botngørnum eftir
toskinum.
Í veruleikanum hevur hetta ong
antíð verið nøkur góð søluvøra, tí
fiskurin er ofta bleytur og fullur av
lodnu og øðrum, tá ið hann verður
fiskaður. Har er vanliga nógv at fáa
hjá smáu jollunum, men tað hevur
verið torført at sleppa av við fiskin,
tí virkini hava ikki megnað at taka
ímóti nøgdunum.
Nú er Royal Grenland farið í holt
við eina roynd í Manitsoq, sum hevur
broytt støðuna ómetaliga nógv.
Royndirnar gera, at flakavirkið í
bygdini tekur móti jøvnum nøgdum
av fiski og jollufiskararnir sleppa av
við tað, sum teir fiska. Hetta er gjørt
í eina tíð nú og føroyingar eru partur
av royndini í Manitsoq.
-Eg haldi tað ber væl til at siga,
at hetta hevur havt ómetaliga stóra
ávirkan á lívið í bygdini, sigur Andrias
Lava Olsen úr Havn, sum er ein
teirra, sum gjøgnum nøkur ár hev
ur arbeitt við nýggja mátanum at
goyma livandi fisk uppá.
-Hetta hevur lyft bygdina upp. Har
er nógv arbeiði og serliga í Brúksuni
hava tey merkt at umsetningurin er
hækkaður ómetaliga nógv, síðani
hendan royndin av álvara fór at
virka hjá okkum, fortelur Andrias
Lava Olsen.
Aðrir føroyingar eisini
Andrias Lava Olsen hevur seianstu
15-16 árini arbeitt fyri Royal Green
land. Hann sigldi við trolarum í eini
10 ár sum skipari og stýrimaður, men
seinastu fimm árini hevur hann ar
beitt á landi.
Hann hevur við skipini hjá Royal
Greenland at gera og hann og Sámal
Jákup Olsen úr Vestmanna eru báðir
í Manitsoq, har teir arbeiða fyri grøn
lendska felagið.
-Upprunaliga haldi eg, at tankin
kom frá Meinhard Jacobsen, stjóri í
Royal Greenland-fyritøkuni í Polandi,
og so stjóranum hjá mær, sigur
Andrias Lava Olsen.
Søgan er, at teir dugdu at síggja,
at nógvi toskurin, sum fekst inni á
firðunum í veruleikanum fór alt ov
illa. Fiskurin var bleytur tá ið hann
var avreiddur og oftani var hann
eisini ov gamal, tá ið hann endiliga
hevði verið gjøgnum flakavirkið og
var klárur at selja.
Annar fiskiháttur
Vanligasti mátin at fiska uppá inni á
firðunum er við botngørnum.
Botngørnini eru kortini ikki tað
sum vit vanliga kalla gørn, tí mesk
arnir eru smáir, so fiskurin stendur
ikki í gørnunum.
Í veruleikanum er talan um fellur,
har fiskurin verður beindur inn í eina
nót, har hann so stendur livandi.
Trupulleikin hevur verið at fáa fiskin
víðari livandi og fáa betri dygd í hann.
Sjálvt hugskotið gongur út upp
á at goyma fiskin livandi og í veru
leikanum svølta hann áðrenn hann
verður dripin. Hetta ger fiskin fastari
og hann verður eisini serliga hvítur.
-Tað hava sjálvandi verið nógvar
avbjóðingar at fáa hetta gjørt, men
gjøgnum nøkur ár hava vit arbeitt
okkum fram til eina mannagongd
sum ger, at virkið í Manitsoq í ár tek
ur móti 6000-7000 tons av hesum
fiskinum í ár, sigur Andrias Lava
Olsen.
Vónin ein partur av skipanini
Í dag er fiskiskapurin skipaður so, at
hvør einstakur jollufiskari hevur ein
Nýggj mannagongd
hækkar dygdina á
grønlendskum flaki
GRØNLENDINGAR GOYMA LIVANDI TOSK Í BÚRUM TIL
HANN VERÐUR TIKIN OG DRIPIN UPPÁ TVEIR TÍMAR