hósdagur 26. oktober 2017síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
15
Oktober 2017 27
nót ella eitt búur, sum teir kalla tað.
Í hesum búrinum goyma teir fiskin,
sum teir fáa í botngørnunum.
Royal Greenland hevur so ein
brunnbát, sum í veruleikanum er eitt
fyrrverandi norskt nótaskip, sum fer
til búrið efti fiskinum. Í fyrstu roynd
unum var toskurin hovaður umborð,
men nú verður hann pumpaður um
borð, livandi, í tangar við sjógvi.
Á veg í tangarnar verður toskurin
skildur, so tað smáa verður sorterað
frá. Tað vil siga undirmálararnir, sum
er toskur minni enn 45 centimetrar,
verður sleptur aftur , livandi.
Tá ið fiskurin er komin umborð
á brunnbátin verður hann førdur til
lands, har hann verður fluttur upp
í eitt kar, sum stendur á bryggjuni
í Manitsoq. Har verður hann so
standandi til hann er avstressaður
og flakavirkið er til reiðar at hagreiða
fisjkin
Tað tekur undir tveir tímar frá tí
fiskurin verður dripin og blóðgaður
inni á virkinum, til hann kemur út
sum flak og verður pakkaður.
-Eitt sum er ómetaliga gott fyri,
at vir kunnu fáa so góðan kvalitet er,
at uppá hendan mátan stýrir virkið
gongdini, so besti kvaliteturin fæst,
sigur Andrias Lava Olsen.
Hann sigur, at serliga parturin
við at gera nótirnar ella búðrini at
goyma fiskin í, er nakað, sum er
gjørt í samstarvi við trolvikið Vónina.
Royndirnar við hesum eru gjørdar í
Føroyum saman við Vónini.
Svølta fiskin
Ein avgerandi partur í allari tilgongd
ini er at fáa so góðan kvalitet í
hendan toskin sum til ber.
Áður hevur toskurin frá jollufisk
arunum verið eitt vánaligt produkt,
sum er selt í blokkum til Kina til
dømis. Hetta gevur sjálvandi ikki
hægsta prís á marknaðinum.
Nú hevur Royal Greenland gjørt
eitt serligt dygdarmerki til hendan
fiskin, sum nevnist Nuutaq. Merkið
skal bera boð um, at hetta er fiskur
við sera høgari góðsku.
-Fyri at fáa fiskin góðan og hvít
an er neyðugt, at hann verður hag
reiddur væl og hóvliga. Hann skal
ikki stressast og vit mugu tryggja,
at sjálvur fiskurin ikki er vatnutur,
sum hann var, men at hann er fastur
í kjøtinum, sigur Andrias Lava Joen
sen.
Fyri at hetta skal lata seg gera, so
er neyðugt at svølta fiskin áðrenn
hann verður tikin. Tí er tað, at hann
verður goymdur í búrum. Har kann
fiskurin ganga í upp til eina tríggjar
mánaðir uttan at fáa nakað at eta.
-Vit goyma hann einar fýra vikur
vanliga, men í hesa tíðina fær hann
onga føði, sigur Andrias Lava Olsen.
Toskur er av slíkum slag, at hann
ger livrini stóra og livir so av henni
í tíðarskeiðum, tá ið ongin matur er.
Meðan hann svøltar, so gerst fiskurin
fastari í kjøtinum, samstundis sum
hann verður sera hvítur.
Betri prís
At gera tað uppá hendan mátan
hevur víst seg at geva ein sera góða
góðsku. Fiskurin er feskur og hann
verður viðgjørdur beinanvegin, áðren
rigor mortis – ella deyðstívheitin – er
komin í fiskin.
Hetta gevur eitt vakurt flak, sum
er hvítt og fløkini eru eins. Tey verða
reinskorin við hond. Harumframt
luktar fiskurin serliga væl og hevur
ein heldur øðrvísi smakk tí hann
verður frystur áðrenn rigor mortis
nakrantíð er komin í fiskin.
-Øll eru ómetaliga glað fyri hetta
og tað vísir seg eisini, at Royal
Greenland fær ein munandi betri
prís fyri hendan toskin. Fyritøkan
hevur fingið stóra viðurkenning fyri
dygdina og í einstøkum førum hevur
Nuutaq-flakið fingið ein munandi
hægri prís enn toskurin úr Barents
havinum, sigur Andrias Lava Olsen.
Hann hevur verið við allatíðina í
menningini av hesi skipanini. Upp
runaliga var torført at fáa jollufiskar
arnar við uppá at arbeiða við hesum,
men tá ið fyrst gongd kom á, so vildu
allir við í skipanina.
Fyri jollufiskararnar lættir hesin
mátin at arbeiða uppá nógv um.
Jollufiskararnir sleppa undan at hag
reiða fiskin. Hann verður goymdur til
brunnbáturin kemur eftir honum og
so fer hann beinleiðis á virkið.
Enn hava jollufiskararnir ikki
fingið hægri prís, men nøgdirnar teir
nú kunnu innhandla eru munandi
størri enn tær vóru. Tað vil siga, at
jollufiskararnir hava eina munandi
størri inntøku enn teir høvdu fyri
nøkrum árum síðani.
Teir sum hava ment skipanina
halda, at hetta hevur tikið tíð, men
fyrsta árið fingu teir bara 25 tons
á hendan hátt, árið eftir 1000 tons,
men í fjør fingu teir 5000 ígjøgnum
á virkinum og í ár fer tað at nærkast
7000 tonsum.
-Fyri bygdina hevur hetta havt
ómetaliga stóran tídning. Her var ar
beiðsloysið, men tað er tað ikki nú.
Ferð er komin á í vinnuni, tí hetta, at
arbeiðið er á flakavirkinum, gevur
eisini arbeiði til undirveitarar av
øllum slag og fólk hava meira pen
ing millum hendurnar, sigur Andrias
Lava Olsen.
Meðani tað áður var arbeiðsloysið,
so er tað tað nú javnan tørvur á
arbeiðsmegi, so í løtuni eru eini 15
kinesarar á flakavirkinum og hjálpa
til at arbeiða.
Eini 150 fólk arbeiða á virkinum í
Manitsoq.
-Eg má siga, at hetta í allar mátar
er ein sólskinssøga, tí tað fer at
flakavirkið eisini fer at klára seg
fíggjarliga. Royal Greenland er al
ment, so tað hevur nógv at siga, at
virkini vinna pening heldur enn tey
kosta. Vit eru á veg tann vegin og
tað gevur lív í gerandisdegnum í
bygdini, sigur Andrias Lava Olsen.