Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 oktober 2017 27 Eyðfinn Reyðberg Tannlæknavinnan í Føroyum hev­ ur tað gott, og ár um ár megnar hon at geva sera góð og støðug avlop. Hetta vísir ein greining, ið Vinnuvitan. biz hevur gjørt av roknskapunum hjá føroysku tannlæknastovunum fyri árini 2014-2016. Tað eru í dag 15 virkandi privatar tannlæknastovur í Føroyum, herav 6 teirra eru í Tórshavn. Samlaða talið á privat starvandi tannlæknum er 40, og hevur ligið støðugt har seinastu árini. Tannrøktin hjá børnum og ung­ um verður í stóran mun avgreidd av starvandi kommunalum tann­lækn­ um, so talan er um, at hvør privat virkandi tannlækni hevur í meðal um 1.000 kundar hvør. Einki av teimum tilsamans 28 smápartafeløgunum hjá tann­lækn­ unum upplýsir umsetning í rokn­ skapi sínum, men hesi feløg høvdu tilsamans knappar 50 milljón­ir krón­ ur í brutto­vinningi í 2016. Brutto­vinn­ ingurin var tvey ár framm­an­undan í 2014 46 milljónir krónur. Um ein meting skal gerast av hvussu stór sølan er hjá hesum feløg­um, má roknast við einari saml­aðari sølu, sum liggur millum 70-80 milljónir krónur uttan meir­ virðisgjald. Tað vil siga at privat virkandi føroysku tannlæknanir selja fyri knappliga 100 milljónir krónur tá meirvirðisgjald er íroknað. Tað svarar til at hvør føroyingur í meðal nýtir 2.000 – 2.500 krónur árliga til tannlæknaviðgerð. 50 milljónir í avlopi í trý ár Føroysku tannlæknanir hava sein­ astu trý árini frá 2014 til 2016 havt eitt samlað avlop áðrenn skatt upp­ á knappar 50 milljónir krónur, har úrslitið hesi trý árini hevur ligið støð­ ugt um 16-17 milljónir krónur um árið áðr­enn skatt. Samlaðu lønargjaldingarnar vóru 29 milljónir krónur í 2014. Løn­ar­ Samlaður bruttovinningur hjá føroysku tannlæknunum frá 2014 til 2016 (tkr.) 44.000 45.000 46.000 47.000 48.000 49.000 50.000 2014 2015 2016 Kelda: www.vnnvuvitan.biz 650.000 KRÓNUR Í AVLOPI ÁÐRENN SKATT Á HVØRJUM ÁRI OG EFTIR AT LØNIR ERU GOLDNAR, HETTA ER ÚRSLITIÐ HJÁ HVØRJUM AV TEIMUM 19 TANNLÆKN­UN­UM Á TEIMUM FÝRA BESTU TANN­LÆKNA­STOVUNUM Í FØROYUM. FØROYSKIR TANNLÆKNAR: 16 milljónir í avlopi í 2016: Tannlæknastovurnar í Føroyum hava havt tilsamans 50 milljónir í avlopi seinastu trý árini