Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 17 Oktober 2017 27 Bruttovinningurin hjá føroysku tannlæknunum er nú komin uppá 50 milljónir krónur um árið, sum svarar til ein umsetning uppá næstan 100 milljónir krónur við mvg. Samlaðu lønargjaldingarnar hjá privat starvandi føroysku tannlæknastovunum eru nú útvið 33 milljónir krónur um árið. 50 milljónir krónur í avlopi áðrenn skatt. Hetta hava føroysku tannlæknastovurnar megnað at tjent í trý ár frá 2014 til 2016. Hesar tannlækna­ stovurnar eru við í kanningini: Tannlæknastovan, Vest­ manna Tannstovan, Hvalvík Tannlæknamiðstøðin Óðinshædd 1, Tórshavn Tannlæknastovan í A. C. Evensensgøtu, Tórshavn Tannlæknastovan í Da­ latúni, Tórshavn Tannklinikkin í Berjabrek­ ku, Tórshavn Tannklinikkin í Vágsbotni, Tórshavn PETRI Tannklinikk, Tór­ shavn Tannlæknastovan í San­ davági, Sandavágur Tannlæknastovan í Sørvá­ gi, Sørvágur Tannlæknastovan í Sal­ tangará, Saltangará Tannklinikkin á Toftum, Toftir Tannspenn, Klaksvík Tannrøkt, Tvøroyri gjaldingarnar hækkaðu við 6 pro­ sent í 2015 og við 5 prosent í 2016, so tær í 2016 komu uppá 32,4 millj­ ón­ir krónur. Tannlæknar skara framúr Tá hugt verður eftir úrslitunum hjá teimum einstøku tann­lækna­ stovunum kring Føroyar sæst bein­ an­vegin, at tað eru fýra av teimum til­samans 15 tannlækna­stov­unum, sum standa fyri stóra partinum av av­lopinum hesi seinastu trý árini. Hesar fýra tannlæknastovurnar eru: 1. Tannlæknastovan í Dalatúni 2. Tannlæknamiðstøðin á Óðins­ hædd 3. Tannlæknastovan í Sandavági 4. Tannstovan í Hvalvík Hesar fýra tannlæknastovurnar hava staðið fyri 75 prosent av saml­aða avlopinum uppá knappar 50 millj­ ón­ir krónur seinastu trý árini. Hetta svar­ar til at eitt avlop uppá góðar 37 milljónir krónur hesi trý árini. Hesar fýra tannlæknastovurnar hava 19 tannlæknar í starvi, sum er knapp­liga helmingurin av teimum íalt 40 starvandi tannlæknunum, og eru tær sostatt allar tær størstu tann­læknastovurnar, ið klára seg best fíggjarliga. Hinar 11 tannlæknastovurnar, ið hava íalt 21 starvandi tannlæknar høvdu í sama tíðarskeiði góðar 12 millj­ón­ir krónur í avlopi. Hvør tannlækni 400.000 krónur í avlopi Um samlaða avlopið verður roknað út á hvønn starvandi tannlækna, gev­ur hetta eitt avlop, sum øll árini frá 2014 til 2016 hevur ligið um góð­ ar 400.000 krónur áðrenn skatt. Hetta er eftir lønir, so talan er um rakstr­aravlop til tannlæknarar, ið eiga tann­læknastovurnar. Talan er tó um stóran mun ímillum teir bestu tannlæknarnar og restina. Tær bestu fýra tannlæknastovurnar hava í meðal megnað eitt avlop uppá 650.000 krónur um árið fyri hvønn starvandi tannlækna, meðan hin­ar 11 tannlæknastovurnar hava havt eitt meðalavlop uppá knappar 200.000 krónur um árið. Eingin kapping um prís Ein gjøgnumgongd av heima­síð­ unu­m hjá nøkrum av føroysku tann­ læknastovunum vísir, at eingin av teimum vit kannaðu, vísti prísirnar á sínari heimasíðu. Heilsutrygd hevur í 2014 gjørt ein sátt­mála við Tannlæknafelagið, har 40 ymiskir prísir framganga. Av hes­ um verður staðfest hvat kundin skal gjalda, og hvussu nógv Heilsutrygd end­urrindar beinleiðis til tannlæknan fyri ymiskar viðgerðarhættir. Á henda hátt eru prísirnir læstir fastir, og eingin kapping er galdandi á hesum øki. Har kapping kann gera seg galdandi er um størri arbeiði skal gerast. Bið um prís Flestu tannlæknar geva kundum sín­ um ein fastan prís frammanundan, tá talan er um arbeiði, ið er mett at kosta meir enn 2.500 krónur. Tað er sjálv­sagt eitt gott hugskot hjá tí ein­staka, tí á tann hátt ber til at biðja um ein samanberandi prís frá aðrari tann­læknastovu. Ein annar háttur er at tosa við tann­læknan fyri at gera av, hvat tilfar verð­ur nýtt. Her er tað ofta munur á prísi á ymiskum sløgum av tilfari.