Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 19 Oktober 2017 27 Stuðul úr JÓLAMERKJAGRUNNINUM Nú er høvið at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerk- jum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Stuðulin verður latin til ávís tiltøk til frama fyri børn, til stovnar, feløg o.o., ið virka fyri hesum tiltøkum. Í serligum føri kann stuðul verða latin til annað enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm, brekað ella onnur samfelagsgagnlig endamál. Stýrið er ikki bundið av at umsókn er send. Umsóknarfreistin er 31. oktober 2017. Umsóknir skulu stílast til: Jólamerkjagrunnurin Postsmoga 3009 110 Tórshavn Á Farmadeildini hjá Posta starvast 12 dugnalig fólk. Vit røkja spennandi flut- nings-uppgávur fyri okkara viðskiftafólk. Hóast skrivstova okkara er á Óðinshædd, kanst tú siga, at heimurin er okkara marknaður. Vit senda um allan heim og samskifta dagliga við okkara veitarar kring heimin. Farmur gerst alsamt ein størri partur av virkseminum hjá Posta, og tí sóknast vit eftir einum dugnaligum starvsfólki, sum kann luttaka í virkseminum beinanvegin, og sum kann vera við til at menna Posta enn meira. Starvið er sett eftir sáttmála hjá Starvs- mannafelagnum, og løn sambært roynd- um og útbúgving. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Helga Justinussen, leiðara á Farma- deild-ini. Ring til hansara á 23 60 14 ella skriva á helgi@posta.fo. Umsóknarfreistin er 17. november 2017. Starvið verður sett skjótast til ber. Føroya fremsta farmafólk Posta sóknast eftir einum fólki, ið kann verða við at mynda farmadeildina á Posta Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 125 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 90 mkr og virksemi kring alt landið.