Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 oktober 2017 27 Ben Arabo samtaksstjóri í Betri Terji Nielsen Síðst í farna mánað bleiv Ben Ara­bo settur í starv sum nýggjur sam­taks­stjóri í Betri-samtakinum. Hann tekur við starvinum 1. Desembur. Til hann tekur við starvinum, virkar Mortan Poulsen, umsitingarstjóri, fram­hald­andi sum fyri­ bilsstjóri. Betri Banki hevur eisini fingið nýggj­ar stjórar. Jean Djurhuus, stjóri í  Betri Trygging, er settur í starv sum banka­ stjóri og Olav Guttesen, vinnu­kunda­ stjóri í Betri Banka, er settur sum vara­ stjóri í bankanum.   Olav Guttesen tekur við starv­in­um beinanvegin og avloysir so­statt Bjørn Mortensen, sum hevur verið fyribilsstjóri í bankanum. Jean Djur­huus tekur við starvinum 1. des­ember 2017.  Nýggjur byggimáls­viðgeri í Eysturkommunu Terji Nielsen Eysturkommuna hevur sett 32 ára gamla Jógvan Ósá í starv sum byggi­ máls­viðgera í teknisku deild. Jógvan er útbúgvin byggi­frøð­ ing­ur við kandidat innan leiðslu og in­formatikk. Hann er eisini útlærdur timburmaður, og flutti heim úr Dan­ mark eftir lokna útbúgving í summar. Arbeiðsbyrðan hjá teknisku nevnd í Eysturkommunu er vaksin, síð­ an landið hevur lagt fleiri økir út til komm­unurnar at umsita. Tí var tørvur á at seta ein byggimálsviðgera. Uppgávurnar innibera viðgerð og avgreiðslu av innkomnum mál­ um á tekniska økinum, verkætlanir, samskifti við borgarar og myndug­ leikar, skráseting o.a. Nýggjur stjóri á Magn Terji Nielsen Miðvingurin Johnni Poulsen hev­ ur tikið við sum nýggjur stjóri á Magn eftir Hendrik Egholm, sum hevur tikið sum samtaksstjóri hjá íslendska Skeljingi, ið er móð­ur­ felagið hjá Magn. Johnni Poulsen er ikki nakað fremm­ant andlit á Magn, tí hann hev­ur seinastu 11 árini verið fíggj­ ar­stjóri í felagnum. Undan tí hevur Johnni Poulsen millum annað starvast sum fíggj­ arleiðari á Strandferðsluni og inn­an búskap og strategi í norð­ ur­lendsku telefyritøkuni Telia í Dan­mark. Hann er útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business School, og hevur eisini tikið eftirútbúgvingar haðani, á London Business School og á IMD í Sveis. Nýggi Magn-stjórin er mið­ving­ ur, 47 ár, giftur og eigur tríggjar døt­ur. Nýggj fólk á arbeiðsplássinum? Hava tit søgur um nýggj starvsfólk á arbeiðsplássinum - ella onkur hevur fingið nýggjar avbjóðingar, latið okkum frætta. Sendið tekst og mynd til vinnan@sosialurin.fo