hósdagur 26. oktober 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
22
oktober 2017
27
Danjal av Rana
Síðani 1994 hevur Rent Miljø Kemilux
verið søluumboð hjá Kemilux Ind
ustri í Danmark og Grønlandi.
Ósemjan um navnið tók seg upp
eftir at samstarvið millum Kemilux
Industri og Rent Miljø Kemilux end
aði í 2014.
Sapolux nýtir Kemilux-navnið
Tá samstarvið endaði byrjaði Rent
Miljø Kemilux at selja eina aðra
líknandi vøru í Danmark, nevnd
Sapolux. Fyritøkan hjá Gullaki Mad
sen í Hirtshals helt tó fram at nýta
navnið Kemilux í marknaðarføringini
og nýtti framvegis heimasíðuna
kemilux.dk til at selja vørur sínar.
Hendan beindi kortini fólk beinleið
is inn á heimasíðuna sapolux.dk.
Sambært Debesi Petersen, stjóra í
Kemilux Industri, hevur Rent Miljø
Kemilux heldur ikki upplýst kund
um sínum um, at samstarvið við
Kemilux er liðugt. Tá kundar hava
bílagt Kemilux-vørur, hava teir fingið
Sapolux-vørur, uttan nakra frágreið
ing. Hetta helt Debes Petersen vera
sera óheppið, tí dunkar, vørulýsingar
og merki hjá Sapolux eru meinlík
teimum hjá Kemilux, tó uttan at
vøran hevur somu góðsku, sambært
stjóranum í Kemilux Industri.
Kemilux Industri, føroyska fel
agið, klagaði heimasíðuna inn fyri
donskum myndugleikum, sum góvu
teimum viðhald og bóðu Rent Miljø
Kemilux um at avhenda heimasíð
una til Kemilux Industri.
Rent Miljø Kemilux svaraði við
fyrst at seta eitt fútaforboð í gildi
móti rættinum hjá Kemilux Industri
at nýta heimasíðuna kemilux.dk, og
síðani stevna Kemilux Industri fyri at
fáa heimasíðuna aftur.
Kemilux vann
stríðið um navnið
EYSTARI LANDSRÆTTUR STAÐFESTI SEINNAPARTIN DÓMIN Í FØROYA RÆTTI Í TRÆTUNI MILLUM
KEMILUX INDUSTRI Í HAVN OG RENT MILJØ KEMILUX Í HIRTSHALS UM NAVNIÐ KEMILUX.