Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 23 Oktober 2017 27 Í stuttum snýr tað seg altso um, hvør hevur rættin til at nýta navnið Kemilux. Føroya rættur kom til ta niðurtstøðu, at tað er føroyska fel­ agið, sum hevur rættindini til navnið. Før­oya rættur bað tí Rent Miljø Kemi­ lux boð um at avhenda vøru­merki, heima­síðu og annað til Kemi­lux Industri. Í Eystara landsrætti í dag vóru tveir persónar hoyrdir í málinum, Debes Petersen, stjóri og eigari í Kemi­lux Industri, og Jóhan Eysturoy, fyrr­verandi stjóri og eigari í Kemilux Ind­ustri. Kemilux Industri vísti á, at før­ oyska fyritøkan hevur nýtt navnið líka síðani tað varð stovnað í 1965, gam­aní fyrstu árini sum Chemilux. Fyri­tøkan fór á húsagang í 1995, men nýggja felagið, sum yvirtók virksemi, tryggj­aði sær eisini øll rættindi til navn, vørumerki og annað hjá gamla felagn­um. Rent Miljø Kemilux førdi hinvegin fram, at teir høvdu keypt rættindini til navnið frá gamla stjóranum, Jóhan Eyst­uroy, og tí hildu teir seg hava lóg­ligan rætt at nýta navnið. Gamli stjórin seldi navnið Jóhan Eysturoy greiddi frá, hvussu hetta hekk saman. Hann vísti á, at einaferð í nítiárunum skrásetti hann sjálvur vørumerki Kemilux í Dan­ mark, saman við táverandi stjór­an­ um í dóttirfelagnum, sum seldi Kemi­ lux-vørur í Danmark. Hann fortaldi, at hann metti hetta vera rættindi, sum hann persónliga hevði, at navnið Kemilux átti hann sjálvur og ikki fyritøkan. Tá hann, eftir at hann fyrst varð blivin uppsagdur og síðani seldi seg úr fyritøkuni, skuldi endurnýggja vørumerki, setti hann seg í samband við Kemilux Ind­ustri. Hetta var í 2014. Debes Pet­ er­sen greiddi frá, at hann hevði sæð brævið, men helt, at hetta var einans ein roynd at fáa pening frá fyritøkuni. Tá hann einki svar fekk frá gamla samstarvsfelaganum í Føroyum, vendi Jóhan Eysturoy til gamla sam­ starvs­felagan í Danmark, Gullak Mad­- ­sen. Teir samdust um, at Gullak Mad­ sen skuldi fáa rættindini til navnið og Gullak Madsen rindaði Jó­han Eyst­ uroy eina ónevnda, men sam­bært Jóhan Eysturoy ikki serliga stóra, upp­hædd fyri vøru­merkið. Jóhan Eysturoy sigur, at hann var ongantíð í iva um, at hann persónliga átti navnið, og at tá avtalan í sam­ band við ognarskifti í 1995 varð und­ ir­skrivað, sum avhendaði øll rættindi frá gamla p/f Kemilux til Kemilux Industri, umfevndi hetta ikki navnið Kemilux, tí tað átti hann sjálvur. Fekk munnligt loyvi Kemilux byrjaði at selja vørur sínar einaferð í áttatiárunum, greiddi Jóhan Eysturoy frá. Tað var Aksel Dals­ gaard, sum seldi vørurnar fyri p/f Kemi­lux. Í 1986 keypti p/f Kemilux fel­agið hjá Akseli Dalsgaard og seldi vør­urnar sjálvi. Tað var stutt eftir hetta, at Jóhan Eysturoy skrásetti vøru­merkið í Danmark. Seinni, tað hev­ur verið fyrstu í nítiárunum, gav Jóhan Eysturoy Gullaki Madsen eitt munnligt loyvi til at nýta navnið Kemi­lux, í samband við at felagið hjá Gullaki Madsen fór undir at selja vør­ur­nar í Danmark. Sakførarin hjá Rent Miljø Kemilux vildi við hesum vísa á, at navnið Kemi­- lux hevur eina langa søgu í Dan­mark, í veruleikanum longri enn nú­ver­andi føroyska felagið, sum varð stovnað síðst í 1995. Dómararnir í Eystara Landsrætti komu tó at enda til somu niðurstøðu sum Føroya rættur. Teir vístu á, at føroyska felagið hevði nýtt navnið óav­brotið síðani tað var stovnað í 1965, tó fyrst árini sum Chemilux. Dómararnir søgdu, at tá Jóhan Eysturoy skrásetir vørumerkið í Dan­mark, er hann stjóri og eigari í før­oyska felagnum. Tí er tað sum umboð fyri Kemilux, at hann ger tað og ikki sum privatpersónur. Tá so avtalan verður undirskrivað í sam­ band við húsagangin, tá nýggja fel­ agið fær øll rættindi til vørumerkið frá gamla felagnum, siga dómararnir, at hetta sjálvsagt eisini umfatar ogn­ar­ rættin til navnið. Um Jóhan Eysturoy helt, at hann persónliga átti navnið, skuldi hann sagt tað tá, soleiðis at tað ikki var partur av avtaluni ella greitt tilskilað í avtaluni. Av tí sama, altso at Kemilux Ind­ ustri eigur rættindini til navnið, sigur Eystari Landsrættur, at handilin mill­ um Jóhan Eysturoy og Gullak Mad­ sen í 2014 er virðis­leysur. Nanvið var ikki hans­ara at selja víðari, segði lands­rætturin. Úrslitið av dóminum er, at dómurin í Føroya rætti er staðfestur. Tað merkir, at Kemilux Industri, føroyska felagið, skal hava ræðisrættin yvir kemilux.dk og kemilux@kemilux. dk, umframt at tvey vørumerki, sum Rent Miljø Kemilux hevur skrásett seinastu árini, við navninum Kemilux, somuleiðis skulu handast yvir til føroyska felagið. Rent Miljø Kemilux má tí eisini gevast at nýta navnið Kemilux í síni marknaðarføring. Sakførarin hjá Rent Miljø Kemilux vildi við hesum vísa á, at navnið Kemi­- lux hevur eina langa søgu í Dan­mark