Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 24 oktober 2017 27 Árni Gregersen Síðani sildin hvarv í sjeyti-árunum á okkara leiðum, hevur lítið og onki verið gjørt við at virka sild til matna í Føroyum. Og ikki síðani Bakkafrost gavst at leggja sild í gløs, hevur nak­ar arbeiðitt við sild beinleiðis til brúk­ arin. Men nú er vend komin í. Norðhavssildin, sum føroysk skip veiða, er komin fyri seg aftur og føroyingar eiga rættuliga stórar silda­kvotur. Hetta hevur sett gongd á hug­ skot­ini og í Leirvík eru tey farin undir at virka sild beinleiðis til matna, tó selt í tunnum til svenksa marknaðin. Tað er Tavan í Leirvík, sum er farin undir nýtt virksemi, nú rættuliga nógv sild kemur uppá land í Før­ oy­um. Tavan hevur í eina tíð gjørt royndir við sild og nú er rættulig ferð komin á. Sildin verður arbeidd á Tavuni og send til keyparar í Svøríki. Noreg, Svø­ríki og Danmark eru framvegis tey lond, har mest sild verður etin í mið­al í Evropa. -Vit halda hetta er ómetaliga spenn­andi. Her er talan um at virðis­ økja eitt tilfeingi, sum vit føroyingar hava atgongd til, sigur Jóan Magnus Rasmussen, ein av partaeigarunum í Tavuni. Frá nótskipunum Tað er fyrst og fremst uppsjóvar­flot­ in, sum hevur atgongd til norð­havs­ sildina. Skipini avreiða til Havs­brún, men eisini til nýggjaru uppsjóvar­ virkini. Talan er mangan um rættuliga stór­ar nøgdir, so tað ber væl til hjá Tavuni at fáa hendur á tí rávøru, sum virkið hevur brúk fyri. Virkið í Leirvík hevur arbeitt eina tíð við sild, men tann fyrsta tíðin er brúkt til at fáa vitan og at kanna markn­aðin. Royndir við sild eru gjørdar á virk­inum, men nú eru tey komin so mikið langt, at tey rokna við at kunna selja einar 2000 tunnur av sild í ár. Hesi seinnu árini er upp­sjóv­ar­ fiskurin ikki serliga nógv viðgjørdur í Føroyum. Makrelur og sild verður skorið til flak og fryst og so verður ikki so nógv annað gjørt við tað. At fara eitt stig víðari, er tað sum tey hava valt at gera í Leirvík. Hóast virkið í stóran mun hevur arbeitt gull­ laks og upsa, so hildu tey tað eisini vera spennandi at fara undir royndir at fáa meira burtur úr sildin, sum kemur uppá land í Føroyum. Tavan hevur gjørt íløgur í eina mask­inu, har sildin fer ígjøgnum og kem­ur útaftur, skrædlað, í smáum gaffilbitum. Hetta verður so kryddað í blandi­ maskinum og síðani koyrt í tunnur við laka.Síðani verða tunnurnar seld­ Norðhavsildin gevur nýggj arbeiðspláss á Tavuni í Leirvík AT NØGDIRNAR AV NORÐHAVSSILD ERU VORÐNAR STØRRI AFTUR, SKAPAR NÝGGJ ARBEIÐSPLÁSS Á TAVUNI Í LEIRVÍK Tavan Heimstaður: Leirvík Stovnað: 1994 Eigarar: Jógvan Elias Joensen, Ingvar Joensen, Jóan Magnus Ramussen, Norðoya Íløgufelag Stjóri: Ingvar Joensen Slag av virki: fiskavirki Viðger: gullaks, upsa, sild Starvsfólk: 65 Eginogn: 42 milj. krónur Ársúrslit 2016: 10,3 milj. krónur Sambært ársroknskapinum so hava 65 fólk higrtil havt arbeiði á Tavuni. Nú verður helst brúk fyri 10 afturat. Politiskt hevur mangan verið frammi at vit eiga at gera eina nýggja av­talu við ES um júst hesi viðurskifti. Higartil er tað ikki eydnast, men landsstýrismaðurin við vinnu og uttanríkismálum arbeiðir aftur nú við málinum.