Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 26 oktober 2017 27 ar til Svøríkis og talan er tá um eitt slag av hálvfabrika. -Trupulleikin er, at gjørdu vit sild­ ina í dósir ella gløs, klára at eta, so hevði tollurin verið munandi hægri og vit høvdu ikki megnað at kappast á marknaðinum, sigur Jóan Magnus Rasmussen. Arbeiðið við sild í Leirvík er nýtt, men metingarnar eru, at hetta fer at geva arbeiði til eini 10 fólk, tá ið ar­ beitt verður við fullari ferð. -Vit síggja avgjørt ein møguleika í hesum her. Tað ber til at fáa meira burturúr tí tilfeingi, sum vit eiga, men tað krevur sjálvandi at vit hugsa tann vegin, sigur Jóan Magnus Ras­mus­ sen. Marknaðarforðingar Føroyingar hava atgongd til ómeta­ liga stórar nøgdir av uppsjóvarfiski. Vit hava trý stór virkir (Varðin Pelag­ ic íroknað) sum taka ímóti stóru nøgd­unum. Uppsjóvarfiskurin verður eitt sindur virðisøktur á hesum virkj­ un­um, men farið verður ikki niður í smá­lutir at gera vøru til forbrúkaran. Norðborg-samtakið eigur eina verks­miðju í Týsklandi – tað vil siga inni í ES – har makrelur verður virðis­ øktur og lagdur í dós, men hetta verðru ikki gjørt í Føroyum. Varðin í Gøtu hevur gjørt royndir við tí sama, men fyribils eru tær steðg­aðar – fyrst og fremst tí toll­við­ ur­skiftini eru soleiðis, at tað ber ikki til at kappast á ES-marknaðinum. Politiskt hevur mangan verið frammi at vit eiga at gera eina nýggja av­talu við ES um júst hesi viðurskifti. Higartil er tað ikki eydnast, men lands­stýrismaðurin við vinnu og utt­an­ríkismálum arbeiðir aftur nú við mál­inum. Á Tavuni síggja tey møguleikar í at sleppa inn á marknaðin uppá hend­an mátan. -Tað ræður sjálvandi um at læra seg at arbeiða við vøruni og fáa tað burtur úr, sum marknaðurin vil hava, sigur Jóan Magnus Ramussen. Íløgan Tavan er eitt virkið, sum hevur arbeitt gullaks og upsa síðani miðskeiðis í níti-árunum. Seinastu árini eru tey farin undir at gera royndir við sildini og fyri eini tíð síðani gjørdu tey eina íløgu í eina maskinu. -Hetta er ein íløga, sum kostar eina fýra milljónir, men hetta er eis­ ini ein maskina, sum ger alt sum ger­ast skal við sildina, frá tí hon av sær sjálvum leggur sildina í, har hon verður skorin til flak, verður skrædlað og kemur útaftur í smáum bit­um. Maskinan er so automatisk, at í veru­leikanum skal bert eitt fólk til hesa prosessina, sigur Jóan Magnus Rasmussen. Hann sigur, at sjálvandi er tað ein rættuliga dýr íløga, men á virkinum ætla tey eisini, at maskinan skal brúk­ast í arbeiðnum at virðisøkja gul­laks­in. Jóan Magnus Rasmussen er sjálv­ur politikari og situr á tingi fyri Fólka­flokkin. -Hyggja vit politiskt uppá hetta, so haldi eg, at hetta er gongda leiðin. Burtur úr tí tilfeingi vit hav,a mugu vit royna at fáa sum mest burturúr, sigur hann. Hann vísir á, at tað sjálvandi ikki ber til hjá øllum at forvinna 10-tals milljónir beinanvegin. -Men minni kann eisini gera tað. Tað eru bert heilt fá virkir, sum kunnu fáa so stór avlop. Vi onnur kunnu eisini vera nøgd, fáa vit avlop í virksemið og tað haldi eg hevði borið til, hava vit áræði og dirvi at byrja, sigur hann. Tað sum er avgerandi fyri at til ber at virka sildina er, at hon er er MRC-góðkend. Royndir eru gjørdar við fjarðasild, men hon hevur ikki góð­kenningina, so tað ber illa til at selja hana. Nótaskipini koma inn við stórum nøgdum, tí ber altíð til at keypa nøkur tons burturav til aðra virking. Hann sigur, at sjálvandi er tað ein rættuliga dýr íløga, men á virkinum ætla tey eisini, at maskinan skal brúk­ast í arbeiðnum at virðisøkja gul­laks­in.