hósdagur 26. oktober 2017síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
27
Oktober 2017 27
Vinnuhúsið skrivar, at tey eru sera væl nøgd
við tiltakið, og tey hava longu avgjørt, at FM fyri
handverkslærlingar skal haldast aftur.
Luttakararnir byrjaðu tíðliga hósmorgunin
tann 5. oktober, longu áðrenn handlarnir í
SMS lótu upp. Síðani setti Løgmaður, Aksel V.
Johannesen, kappingina kl. 10.30. Nógv fólk
var samlað á Torginum í SMS til setanina og
ígjøgnum allan dagin. Ein av fyriskiparunum,
Magnus Magnussen, formaður í Føroya
Handverksmeistarafelag, var sera fegin um
tiltakið:
– Fólk hava tikið ómetaliga væl ímóti
kappingini. Eg havi tosað við pensioneraðar
handverkarar, sum vóru heilt rørdir av at
síggja so stórt fokus á handverkið. Eisini
havi eg tosað við mammur, sum fyrr vóru
skeptiskar um, at barn sítt ynskti at fara í læru,
men sum nú vóru nógv meira positivar um
yrkisútbúgvingar.”
Kappast varð í fakunum timbur, rørsmíð
og hárfríðkan. Luttakararnir vóru í gongd
allan hósdagin og byrjaðu aftur tíðliga
fríggjamorgunin.
Kappingarnar
endaðu
klokkan 15. fríggjadagin, tá døming fór fram.
Klokkan 17 var handan, har vinnararnir vóru
funnir. Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í
Mentamálum, sum handaði vinnarunum steyp.
VÓNIN // Bakkavegur 22 // FO-530 Fuglafjørður // Føroyar
Tel +298 474 200 // info@vonin.com // vonin.com
TORNADO er ein
pelagiskur lemmur
ið hevur heili fimm
táknur.
BESTA SPÍL Á
MARKNAÐINUM
Sum nakað heilt nýtt
og slóðbrótandi hevur
Tornado ein sokallaðan
flowbooster. Hesin stýrur
sjógvinum ígjøgnum tær
fimm táknurnar, og gevur
lemminum eina spílimegi
ið marknaðurin ikki hevur
sæð áður.
Vónin eigur patent uppá
Tornado.
STORM kann nýtast til botntrol og
semipelagisk trol. Hann spílar ser-
stakliga væl, er stabilur og sterkur.
reidskapur
til heimsins
besta
fiskimann
Myndir: Finnur Justinussen
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum handaði virðislønir
FM fyri
handverkarar
komið fyri at
vera
FYRSTA FM FYRI HANDVERKSLÆRLINGAR VARÐ HILDIÐ
Á TORGINUM Í SMS TANN 5. OG 6. OKTOBER.