hósdagur 26. oktober 2017síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
28
oktober 2017
27
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan P/F Poul Hansen, sum
hevur høvuðssæti á Heykavegi 8
á Hálsi í Havn, hevur í ár ein stóran
ársdag. Tað eru nevniliga liðin 90 ár,
síðan Poul Hansen, abbi núverandi
stjóra, Høgna Hansen, byrjaði sítt
virksemi í egnum kjallara í Havn.
Lagt varð varisliga til brots, og
søgan sigur, at Poul Hansen byrjaði
við einum umboði fyri enskt tubbak
og nøkrum fáum kolonialvørum.
Men, fyritøkan, sum byrjaði í smá
um, hevur gjøgnum tíðirnar ment
seg til størstu heilsølu í Føroyum –
við umleið 90 fólkum í starvi og fleiri
túsund vørum í útboði.
Sum árini eru liðin, er virksemið
nógv økt og er vorðið meira umfat
andi, og framvegis er P/F Poul Han
sen ein fyritøka í vøkstri.
Bygnaðurin er broyttur, og í dag
er samlaða virksemi meira líkt eini
handilsfyritøku í breiðari merking, tó
at heilsølan framvegis er kjarnuøkið
og ryggurin í samtakinum.
Tøtt handilssamstørv
Í dag er samtakið eisini partur av
Samkeyp og Á handilsketunum,
Eurest Føroyar, ið er vistveitingar
fyritøka, sum rekur kantinur og rein
gerð, og í samtakinum er eisini mat
vøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík,
sum er ein av týðandi deildunum hjá
handilsfyritøkuni.
Ein av stóru kundunum hjá
Eurest Føroyar er Føroya Tele, har
dóttirfelagið hjá Poul Hansen bæði
rekur kantinu og hevur um hendi
reingerð.
Eins og í øðrum londum, har
traditionellu
heilsølurnar
fóru
í
tættari samstarv við handlar, hendi
tað sama millum Poul Hansen og
fleiri føroyskar keypmenn.
Samstarvið byrjaði sum eitt
marknaðarføringssamstarv, har part
arnir vóru saman um eitt nú lýsingar
bløð, innkeyp og sølu.
Í dag er heilsølan á Heykavegi
á Hálsi í tøttum samstarvi við fleiri
Samkeyp og Á-handlar kring um
landið.
Tað var fyri trimum árum síðan,
at Poul Hansen keypti seg inn í teir
fyrstu handlarnar, og samtakið eigur
í dag tilsamans átta handlar saman
við ymiskum keypmonnum, sjey
Á-handlar og ein Samkeyp-handil.
Alt fyri viðskiftafólkini
P/F Poul Hansen hevur nógv og
ymisk viðskiftafólk kring landið, og
stór orka verður løgd í at fáa í lag
júst teir innkeypsmøguleikar, sum
viðskiftafólk tørva.
Sølufólkini hjá fyritøkuni vitja
viðskiftafólk, har tey vegleiða og
taka ímóti bíleggingum. Við tí stødd,
sum fyritøkan hevur og tí stóru og
fjølbroyttu
vøruskránni,
megnar
heilsølan altíð at lata røttu gerand
isvøruna fyri rætta prísin. Fyritøkan
tryggjar fjølbroytni og bestu góðsku,
og allar vørur – eisini kølivørurnar -
verða goymdar undir bestu umstøð
um.
Umframt stóru vøruskránna, kann
fyritøkan eisini útvega viðskiftafólki
alt innbúgv, eitt nú frystidiskar,
kassadiskar og annað.
P/F Poul Hansen selur handlum,
kioskum, bensinsølum og bakaríum
allar gerandisvørur, og fyritøkan veit
ir eisini tænastur til sjúkrahús, hot
ell, matstovur, kantinur, stórkøkar,
proviantering til skip og frálanda
vinnu.
Størsti parturin av samlaða heil
søluvirkseminum er søla til handlar,
matstovur, hotell og skipsproviant
ering.
Tók yvir sum ungur
Tað er ikki ein stjóri við stórum orð
um og veipandi ørmum, sum vit hitta,
tá vit stukku inn á gólvið hjá P/F Poul
Hansen tíðliga seinnapartin miku
dagin. Men, hinvegin skilst skjótt, at
hetta er ein maður, sum er miðvísur
og sum brennur fyri sínum virksemi,
starvsfókum og viðskiftafólkum - og
sum stórtrívist í hesi vinnu.
- Vit hava ikki gjørt nakað serligt
burtur úr ársdegnum, men vit fara at
hava eina 90 ára veitslu á Hotel Før
oyum í næsta mánaða, sigur Høgni
Hansen, sum hevur starvast hjá Poul
Hansen heilsølu alt sítt lív.
Tað var í 1990, tá Høgni Hansen,
sum er føddur í 1961, var blaðungur
maður, at hann gjørdist stjóri í
familjufyritøkuni, sum abbin, Poul
Hansen, byrjaði í 1927.
- Pápi mín, Hans Hansen, sum
var stjóri í mong ár eftir abban, var tá
framvegis virkin í fyritøkuni, og hann
var eisini nevndarformaður. At taka
yvir sum stjóri, kendist sum ein stór
uppgáva og ábyrgd, tó at eg hevði
verið og havi verið í fyritøkuni alt mítt
lív. Pápi var mær sjálvsagt góður í
ráðum og ein stórur stuðul, og hann
livdi fram til ár 2001. Mamma mín,
Frida, sum var ættað av Eiði, doyði
tíverri longu í 1986. Vit kunnu siga, at
eg kom nokso ”glíðandi” inn í stjóra
starvið, har eg arbeiddi tætt saman
við pápa mínum.
Høgni Hansen vísir á, at eins og
hann sum stjóri hevði fleiri ár saman
við pápa sínum, hevði eisini pápi
hansara fleiri ár í fyritøkuni saman
við abba sínum og stovnaranum,
Poul Hansen.
Stórtrívist í fyritøkuni
Stovnarin Poul Hansen varð føddur
í 1890 og doyði í 1973, 83 ára gamal.
Hóast P/F Poul Hansen altíð
- EG STÓRTRÍVIST Í STARVINUM, OG EG ERI SERA FEGIN UM ØLL TEY DUGNALIGU
STARVSFÓLK OG VIÐSKIFTAFÓLK, SUM EG HAVI VIÐ AT GERA Í TÍ DAGLIGA OG SUM
ERU KRUMPTAPPURIN UNDIR FYRITØKUNI, SIGUR HØGNI HANSEN, STJÓRI Í P/F
POUL HANSEN HEILSØLU, SUM NÚ HEVUR 90 ÁR Á BAKI SUM FAMILJUFYRITØKA
Tað er neyðugt við
menning og tillaging
til broyttar umstøður
- Tað, sum er umráðandi, er, at ein fyritøka ikki stendur í stað. Neyðugt er við menning og tillaging til broyttar
umstøður og øðrvísi marknað, sigur stjórin, Høgni Hansen
Mynd: Vilmund Jacobsen