Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 29 Oktober 2017 27 hev­ur verið og framvegis er ein familju­fyritøka, eru tað kortini ikki øll í familjuni hjá Høgna Hansen, sum starvast her. - Eg eigi eina dóttir og eina systir, sum arbeiða í fyritøkuni. Høgni Hansen dylur ikki, at hann stórtrívist í starvinum, og hann er sera fegin um øll tey dugnaligu starvs­fólk og viðskiftafólk, sum hann hevur við at gera í tí dagliga og sum eru krumptappurin undir fyritøkuni. - Sjálvsagt hava vit bæði havt mótgongd og viðgongd hesi mongu ár, og vit hava eisini merkt skift­andi tíðir. Hinvegin er okkara virk­semi kanska ikki so merkt av konjukt­ur­ broytingum, sum nógvar aðrar vinn­ ur eru, tí sjálvt tá tíðirnar eru verri, skulu fólk hava okkurt at eta, sum hann tekur til. - Tað, sum er umráðandi, er, at ein fyritøka ikki stendur í stað. Neyð­ugt er við menning og tillaging til broyttar umstøður og øðrvísi marknað. Í okkara virksemi mugu vit fylgja tí, sum marknaðurin krevur og ikki minst viðskiftafólkini kring um landið, sigur Høgni Hansen. Samstarv við Rema1000 Krøvini til heilsølur gerast størri og størri, og stórur partur av vørunum, sum verða seldar, hava lutfalsliga stutt haldføri, samstundis sum flutn­ ingsmøguleikarnir eru vorðnir betri. Sum tað nýggjasta hjá Poul Hansen heilsølu sigur stjórin, at fyri­tøkan hevur gjørt sam­starvs­ av­talu við Rema1000, sum er ein stór­ur veitari av gerandisvørum í Skandinaviu og Baltisku londunum. - Vælumtóktu vørurnar hjá Rema­ 1000 verða tí í næstum at síggja í handl­unum kring landið, sum vit lev­era til. Samtakið hevur ment og fram­leitt egin merki av nógvum vør­um, og nógvar av hesum vørum hava eisini vunnið týðandi testir á markn­aðinum sum dygdarvørur. Sam­takið hevur eisini eitt stórt úrval av vistfrøðiligum vørum. Rema1000 hevur ment pakning, sum fer væl við umhvørvinum og sum minkar um matoyðsl. Hetta er eisini eitt av virð­unum, sum Á-handlarnir arbeiða fyri. Pakningur við viðskera hjá Rema­1000 er eitt nú deildur í fleiri smá rúm, soleiðis at tú sum brúkari ikki nýtist at lata øll rúmini upp í senn. Hetta økir eisini um haldføri og fremur minni matoyðsl. Høgni Hansen sigur, at Rema­ 1000 vørurnar koma at avloysa First Price og Gestus, sum so líðandi fara av hillunum hjá Poul Hansen. - Eg haldi, at vit hava gjørt eitt gott val við at taka upp samstarv við Rema1000, sigur stjórin í P/F Poul Hansen heilsølu. Bygnaðurin er broyttur, og í dag er samlaða virksemi hjá P/F Poul Hansen meira líkt eini handilsfyritøku í breiðari merking, tó at heilsølan framvegis er kjarnuøkið og ryggurin í samtakinum Mynd: Vilmund Jacobsen Stovnarin, Poul Hansen, byrjaði sítt heilsøluvirksemi í smáum longu í 1927. Hann byrjaði við einum umboði fyri enskt tubbak og nøkrum fáum kolonialvørum Mynd: Vilmund Jacobsen - Pápi mín, Hans Hansen, var framvegis virkin í fyritøkuni, og hann var eisini nevndarformaður, tá eg gjørdist stjóri í 1990, sigur Høgni Hansen Mynd: Vilmund Jacobsen