Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jørgen niclasen Kjak síða 10 Bana­ høggið fyri út­ róðu­rin Heðin mortensen kjak síða 10 Bróta niður kvøld­ skúlan Ætlanirnar hjá SEV og lands­stýr­i­ num um eina grønar Føroyar í 2030 eru í sjálvum sær áhugaverdar. Tað tykist rangvørt at vit brúka om­an fyri 600 milliónir krónur at keypa olju til upphiting fyri á hvørj­um ári, eins og tað tykir tykist rang­vørt at goysa allan henda skitna roykin út í lofthavið. Hinvegin má ein glasilig ætlan um reint umhvørvi ikki enda sum ein Visjón 2015 verkælan, sum bara hvørv­ur út í gloymskuna, so hvørt tíð­in nærkast. Tað er serliga fyrrverandi stjór­ in á oljufelagnum Magn, sum nú er forstjóri í íslendska móð­ur­fel­a­g­ num hjá Magn, sum hevur funnist at leiðini, sum landið og SEV hava valt sær. Í samrøðu í vikuskiftisblaðnum vís­ir hann á tvinnar avbjóðingar í Før­oy­um: At SEV ikki einsamalt megn­ar at fara frá 150 GwH um tím­an av grønari orku og upp í 600 GwH innan trettan ár. Tað er sam­bært honum eingin møguleiki, at hetta ber til, so har muga fleiri herð­ar bera hetta grøna umskiftið, segði hann og vísti á, at Magn er klárt at hálpa. Hann heldur, at tað ikki er real­ ist­iskt bara at lova, uttan at gera nak­að, at alt skal vera grønt í 2030. Í samrøðuni í Sosialinum vísir hann eisini á, at tað er nóg torført at fáa fólkat skifta telefonveitara – so hví heldur man, at fólk fara at skifta eina væl virkandi oljufýring út við eina hita­pumpuloysn, ið kost­ar millum 180­ 200.000 krónur til­sam­ans, spyr Hendrik Egholm. Hann heldur, at vit skulu lib­e­ral­ i­sera lógina innan elveiting, so fleiri sleppa á marknaðin. Á tann hátt heldur hann, at fleiri herðar høvdu kunna borið fram­ leiðsl­una av grønari orku undir krøv­um frá SEV Og tað er helst tann stóri spurn­ ing­ur­in. Høvdu vit fingið eina betri og bíl­ig­ari framleiðslu, um privatir akt­ørar sluppu inn á elmarknaðin í Før­oy­um? SEV er ein monopolfyritøka, sum í sjálv­um sær sjáldan er gott. Men fyri tað um vit hava eitt monopol – um vit halda tað vera so neyðugt við nøkr­um so týdningarmiklum, sum el­framleiðslu, so hevði borið til at aðrar undirveitarar inn á markn­ aðin. Tað skulu í øllum førum meira enn fagrar ætlanir til, um vit veru­ liga meina tað, at Føroyar skulu vera grønar í 2030. At Føroyar skulu vera grønar merkir ikki bara grønari. Men tá skal hvør bilur koyra við el, og hvørt hús hitast við el. stóra avbjóðingin 2030 Framsøkin Ung, ung­dóms­fel­ ag­ið hjá Framsókn, eru firtin um, at tað ikki eydnaðist teim­um at fáa forsetan í Ung­domm­ens Nordiske Råd (UNR), sum er norðurlendska ung­dóms­ráðið hjá politisku ung­manna­feløgunum. – Ein partur av aðal­fundi­ num er at velja forseta. Í ár, sum nakað heilt serligt, hevði Bjarni Kárason Pet­er­ sen úr Framsøkin Ung stillað upp til at gerast forseti. Eitt embætið, sum eingin før­oy­ ing­ur hevur havt áður. – Tá atkvøðugreiðslan so fall í gjár, varð Bjarni akkurát ov stuttur. Atkvøðugreiðslan endaði 54-51 til finsku Kati Systø frá Grøn Ungdom. Tað sum Framsøkin Ung halda vera sermerkt við hesum er, at Unga Tjóð­ veld­i við trimum at­kvøð­ um og Sosialistisk Ung (ungmannafelagið hjá Javn­ að­ar­flokk­i­num) við einari at­kvøðu niður-atkvøddu før­oyska valevnið. – Hevði Unga Tjóðveldið ella bæði ungmannafeløgini at­kvøtt fyri føroyska val­ evni­num, so hevði forsetin í UNR í dag verið føroyingur. Hetta hevði m.a. merkt, at hann fekk fastan sess í Norð­ ur­landa­ráð­num og skuldi Bjarni eisini hild­ið røðu fyri for­sæt­is­ráð­harr­um, ráð­ harr­um og norð­ur­lendsk­um um­boð­um til aðalfundin hjá Norð­ur­landaráðnum í hesi viku, skriva Framsøkin Ung í tíð­inda­skrivi. Føroyingar feldu føroying sum forseta Krevst meira enn fagr­ar ætlanir at gera Føroyar grønar Við 51 atkvøðu ímóti 54 tapti Bjarni Kárason Petersen valið um at gerast forseti í Ungdómsins Norðurlandaráðið, sum millum annað hevði givið honum sess í sjálvum Norðurlandaráðnum. Fýra atkvøður úr Føroyum fóru til onnur valevni. Hevði Bjarni fingið tær, varð hann valdur Grindin, sum legði beinini í Skála­firði í gjár er mett til 328 skinn, táið dráps­part­ar­ nir eru drignir frá. Tórbjørn Jacobsen, borg­ ar­stjóri í Runavíkar komm­ unu sigur, at tey hava gjørt av at býta 18 skinn til Roðan, sum er Vesturskin, Sjóvarlon og Røktar- og Ellisheimið í Runa­vík, og til Heimið við Blika­gøtu. Tað sum tá er eftir, 310 skinn, verður býtt millum hes­ar bygdir: Elduvík Funning Funningsfjørð Skipanes Søldarfjørð Lamba/Lambareiði Rituvík Æðuvík – Tá ið seðlarnir eru komn­ir út, verða hvalirnir koyrd­ir til omanfyrinevndu bygd­ir, og heitt verður á bygd­ar­fólkið, í hvørjum ein­ stak­um føri, um at skera grindina upp og býta hana í heimapartar, sigur borg­ar­ stjórin. Hendan grindin var hin fyrsta, sum legði beinini har – í øllum førum síðani vit fingu skipanina við góðkendum hvalvágum. – Onkur springaradráp hava verið í Skálafirði og onk­ur einstakur hvalur er drip­in har, sigur Jacob Vest­ er­gaard, men hetta verður fyrsta grindin. 310 skinn at býta í Skálafjarðargrindini Grindin, sum varð hildin til í Skálafirði í gjár, er tann fyrsta grindin, sum er dripin har eftir at Skálafjørður varð góðkend sum hvalvág Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin