Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 Eirikur Lindenskov – Landsfelag Pensjónista kann als ikki góðtaka uppskotið til lóg­- ­ar­broyting og mótmælir, at fólka­ pensjónistar, sum einasti inn­tøku- bólkur í Føroyum, verða revs­aðir, um teir hava inni­stand­andi ogn. Tað skrivar Landsfelag Pen­ sjónista í hoyringssvari til trivn­ að­arnevndina hjá Løgting­in­um, sum viðger uppskot um broyting í løgtingslóg um við­bót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av netto­inn­tøku, ið verður skattað eftir kapital­vinn­ings­skatta­ lóg­ini) – Av rentuinntøkuni verða fólka­pensjónistar í dag skatt­aðir sambært kapital­vinn­ings­skatta­ lóg­ini eins og allir aðrir borgarar í Føroyum. Hetta skulu teir fram­ hald­andi verða, tí alt annað er dis­kriminatión, skrivar felagið hjá pen­sjónistum. At fólkapensjónistar skulu fáa ein eyka revsing fyri at hava inni­ stand­andi ogn, heldur felagið kann javn­setast við ognarskatt. – Ætlar landsstýrið at seta ogn­ ar­skatt í verk, so er at siga tað, sum tað er. Í hesum føri er tað bara er ein ávísur bólkur, pensjónistarnir, ið verða raktir, sigur Arne Thor­ steins­son, formaður í Landsfelag Pen­sjónista. Hann sigur víðari, at tey eisini undrast á, at tað ikki verður sagt í lógar­uppskotinum, hvussu tann peningur, 3-4 mió. kr., ið landið ætl­ ar at spara, fer til tey, ið eru ringast fyri. Tá einki verður sagt í lógini um, hvussu hetta verður gjørt, er ong­in trygd fyri, at pen­ing­urin fer til tey, ið eru ringast fyri. – Landsfelag Pensjónista hev­ur fleiri ferðir gjørt vart við, at fólka­ pen­sjónin eigur at hækka, tí fólka­ pensjónin er lækkað í virði í nógv ár. Seinasta ár varð hon enntá skorin við kr. 6.000 krónur, skrivar hann og heldur fram, at eisini hevur Landsfelag Pensjónista gjørt vart við, at tað eru trupulleikar við útgjaldi úr Samhaldsfasta, har fleiri av órøttum fáa skert útgjald. – Svarið frá landsstýrinum hev­ ur áhaldandi verið, at tað verð­ur viðgjørt sum partur av pen­sjóns­ nýskipanini. Tí undrast Lands­ felag Pensjónista stórliga á, hví hetta uppskotið kemur nú, heldur enn at viðgera stuðul til ávísar pen­ sjón­istar sum ein part av pen­sjóns­ nýskipanini, sigur Arne Thor­steins­ son at enda. HETTA ER OGNARSKATTUR – Ætlar landsstýrið at seta ognarskatt í verk, so er at siga tað, sum tað er. Í hesum føri er tað bara er ein ávísur bólkur, pensjónistarnir, ið verða raktir, sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista PENSJÓNISTAR Vit søkja eftir avloysara fyri heilsufrøðing í barnsburðafarloyvi tíðarskeiðið 15. des. 2017 til og við 14. jan. 2019. Talan er um: 16 tímar í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði • Fakligt mennandi umhvørvi • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum • Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og manna- gongdir í samband við menningartilgongd Førleikakrøv: • Útbúgving sum heilsufrøðingur • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og tvørfakligt • Áhuga fyri fakligari menningartilgongd Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsu- fremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn skal sendast til: Gigni Niels Finsensgøta 37 Postboks 132 110 Tórshavn Ella umvegis teldupost: gigni@gigni.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 17. nov. 2017. Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur leiðari tel 562394 GIGNI - HEILSUFRØÐI TIL BØRN & UNG | NIELS FINSENSGØTA 37 | POSTBOKS 132 | 110 TÓRSHAVN | TLF. 56 23 00 | WWW.GIGNI.FO Ert tú Heilsufrøðingur? STARVSLÝSING: