Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat er tín yndisbók? Sigrid Undset er ein fantastiskur rithøvundur. Eg havi lisið fleiri av hennara bøkum, men havi trupult at siga hvør er best. Hvat gert tú, tá tú skalt taka tær av løttum? Eg eigi bæði bát og hest, so mær dámar væl at fiska og ríða. Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Rættvísi. At duga at skyna mill­ um hvat er rætt og skeivt. At hjálpa teimum, ið onga rødd hava, og sum ongan hava at venda sær til. Tey, ið hava verið fyri órætti, og mangla eina hjálp­ andi hond. Tað hoyrist, at Sólja í Ólavs­ stovu brennir fyri hesum evn­ un­um, tá vit sita við hennara skrivborð undir Bryggjubakka miðskeiðis í Havnini. Hon hevur eitt brennandi ynski at vera tann persónurin, ið talar søkina hjá teimum, ið hava verið fyri órætti, men ikki sjálvi megna at stríðast longur. Og í sínum starvi sum Løgtingsins Umboðsmaður er hon júst í rætta stað fyri at gera ein mun. - Tey, sum eru sterk í einum samfelag hava lættari við at krevja sín rætt. Men tey, sum ikki eru væl fyri, og ikki hava pengar at fáa sær ein advokat, hava verri við at krevja síni rættindi og koma til orðanna. Tað er tá, tað er neyðugt, at man hevur ein talsmann at gera tað teirra vegna. Eg skal vera advokatur fyri tann veika í samfelagnum. Fyri tey, ið ikki hava pengar og vald at krevja síni rættindi, sigur Sólja í Ólavsstovu avgjørd. Sjálvt um føroyska sam­fel­ agið er lítið, tey flestu kenna hvønn annan, og tað ikki er so langt frá vanliga borgaranum til persónarnar, ið taka avgerðirnar í samfelagnum, so nýtist Sólja í Ólavsstovu ikki nógva tíð at hugsa seg um, tá hon verður spurd, um tað er neyðugt at hava ein Umboðsmann í Føroyum. - Í einum og hvørjum demo­ kratiskum samfelag er neyðugt at hava ein vakthund, ið tryggjar, at lógir og reglar verða hildnar. Tí vald kann lætt misbrúkast og at tað er øgiliga skjótt, at man velur pragmatiskar loysnir, held­ ur enn at fylgja galdandi lógum og reglum. Rætt og skeivt Longu frá ungum árum hevði Sólja í Ólavsstovu áhuga fyri spurninginum, um hvat var rætt og skeivt, og førdi tað hana til Dan­markar, har hon fór at lesa jura á Københavns Universitet. - Tá eg fór at lesa var eingin ivi í mínum huga um, at eg skuldi blíva advokat og eg hevði hesa grundleggjandi rætt­vísis­kensl­ una. Men tað er ym­iskt hvat tað blív­ur til í lívinum. Tá eg var lið­ug at lesa, skuldi eg hava eitt ar­beiði, og tók tað eg fekk, sigur Sólja í Ólavsstovu. Steðgurin í Føroyum gjørdist tó ikki serliga drúgvur, tí eftir trý ár var ævintýrahugurin so mikið stórur, at hon valdi at flyta til Grønlands og taka við ein­um starvi har. Ætlanin var tó ein­ans at steðga á í tvey ár, men tá hon pakkaði kuffertini fyri at flyta aftur til Føroyar, hevði hon búð í Grønlandi í fimt­an ár, og hevði tá millum annað røkt starvið sum leiðari í fyri­siting­ ini hjá grønlendska heima­stýr­ inum. Tá Sólja í Ólavsstovu í dag hyggur aftur á tíðina í Grønlandi, er hon glað fyri, at hon sum ung­ ur løgfrøðingur valdi at víðka um sína heimsmynd, og metir hon, at tað er nakað, ið øll eiga at royna. - Øll skuldu roynt at fari aðra­ staðni, tí fólk hava virkuliga brúk fyri at síggja viðurskiftir frá øðrum sjónarhornum. Um tú skalt vera ein góður løg­frøð­ ing­ur, mást tú duga at sálda mill­ um ting og hava eitt breitt sjón­ arhorn. Tað er einki, ið er bara rætt ella bara skeivt. Tað hevur man lætt við at detta í, um man bara er á sama staði, sigur Løg­ tings­ins Umboðsmaður. Útvald Tá Sólja í Ólavsstovu vendi aft­ ur til Føroyar í 2003. var tað við eini rúgvu av royndum frá grøn­ lendsku miðfyrisitingini, og tók hon við starvinum sum stjóri í Almannamálaráðnum, áðrenn hon endaði sum deildarstjóri í Fiski­málaráðnum. Men á heysti í 2005 fekk hon ein møguleika, ið hon ikki kláraði lata fara fram­ við. - Man søkir ikki starvið sum Løgtingsins Umboðsmaður. Tað er eitt starv, ið man verður vald­ ur til. Eg fekk boðið arbeiðið um morgun, og vitandi, at tað er eitt tilboð, ið man bara fær einaferð í lívinum, gingu tað bara nakrir fáir tímar til eg takkaði ja, greiðir Sólja í Ólavsstovu frá, ið byrjaði í starvinum sum Løgtingsins Umboðsmaður 1. januar 2006. SÓLJA ER TALSKVINNA TEIRRA VEIKU - Eg skal vera advokatur fyri tann veika í samfelagnum. Fyri tey, ið ikki hava pengar og vald at krevja síni rættindi, Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, ið seinastu ellivu árini hevur starvast sum Løgtingsins Umboðsmaður.