Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 Ein hóttan Í ellivu ár hevur hon sostatt verið andlitið úteftir hjá stovninum, ið vanligi føroyingurin kann venda sær til, tá tey meta, at tey uppliva onkran órætt. Tað er kortini ein møguleiki, ið hon met­ir føroyingar ikki brúka nóg nógv. - Føroyingar brúka kanska stovnin ov lítið. Tað kann vera, tí tey ikki kenna hann nóg væl. Tað tekur tíð at blíva ein partur av tilvitanini hjá fólki. Stovnurin er øgiliga ungur í stóru heildini. Tey sum eru í einum aldri, ið hava við myndugleikar at gera, eru ikki uppvaksin við honum. Tað hevur ikki verið ein partur av skúlalærdóminum hjá teim­um, at vit hava ein stovn, ið man kann klaga til, um rætt­indini ikki verða vird. Tí skal man minna fólk á, at um tey føla seg illa við­farin av almenn­um stovnum, so hava tey møgu­ leika fyri at klaga, sig­ur Sólja í Ólavs­stovu, ið tó leggur afturat, at ein for­kláring kann eis­ini vera, at før­oyingar eru eitt tolið fólka­slag. - Føroyingar finna seg sum heild í nógvum. Tey eru øgiliga tol­in. Mangan koma fólk fyrst til mín, tá tey hava bíðað eftir svari frá al­menn­um stovnum í áravís. Løgtingsins Um­boðs­mað­ ur upp­livir tó eisini, at tað ikki altíð er neyðugt hjá henni at blanda seg í mál. Mang­an er hótt­anin um at venda seg til Løg­tingsins Um­boðs­mann nóg mikið til, at glið koma á mál. - Løgtingsins Um­boðs­maður er eisini fyri­byrgj­andi. Flestu stovnar vilja sleppa undan at enda sum mál hjá stovninum. Eg havi nógv dømir um, at fólk hava vent sær til mín um manglandi svar, har eg biðji tey venda sær til stovnin einaferð aftrat, og nevna, at um tey ikki fáa svar, so venda tey sær til mín. Tey venda ongantíð aftur. So man verður kanska onkuntíð brúktur sum ein hótta, men tað er eisini nakað fyribyrgjandi í tí. Tað er nevniliga eingin grund til, at mál, ið lætt kunna loysast, enda hjá mær, sigur Løgtingsins Umboðsmaður. UNDIR FÝRA EYGUM Hvønn bý ynskir tú at vitja? Eg kundi hugsað mær at vitja Washington. Hvat er tín yndisrættur? Ræst kjøt. Í einum og hvørjum demokratiskum samfelag er neyðugt at hava ein vakthund, ið tryggjar, at lógir og reglar verða hildnar. UM Sólju Sólja í Ólavsstovu varð borin í heim 18. oktober 1959. í 1985 fekk hon prógv sum cand.jur. frá Universitetinum í Keypmannahavn, og eftir loknan lestur starvaðist hon trý ár í Føroyum, áðrenn leiðin gekk til Grønlands, har hon búði í fimtan ár. Í Grønlandi var hon millum annað forstjóri í Grønlendska Heimastýrinum, men í 2003 vendi hon heimaftur til Føroyar og tók við starvinum sum aðalstjóri í Almannamálaráðnum og seinni deildarstjóri í Fiskimálaráðnum. 1. januar 2006 tók hon við starvinum sum Løgtingsins Umboðsmaður. Kann gerast fyrsta Løgtingsumboð Í síni tíð sum Løgtingsins Umboðsmaður hevur Sólja í Ólavsstovu, hóast hon er kvinna, valt at brúka heitið Løgtingsins Umboðsmaður. Men tað, greiðir hon frá, hevur eina einfalda orsøk. - Søgan handan heitið er øgiliga gomul. Tað eru 250 ár síðan, at fyrsti slíkur stovnur sá dagsins ljós í Svøríki, og var heitið tá Ombudsman. Tá man so kopieraði hugskotið í øðrum londum, valdi man at brúka sama heitið. Í dag verður navnið brúkt um allan heim. Hetta er heitið fyri ein serligan stovn, og í Føroyum hevur man valt at varðveita sama heitið, so man veit, at talan er um sama stovn, sigur Sólja í Ólavsstovu. Í Føroyum verður tað tó møguligt broytt, tí í uppskotinum um Stjórnarskipan, ið Løgtingið viðgerð í løtuni, hevur stovnurin eitt annað heiti. - Har verður tað kallað Løgtingsumboð. Eg havi einki móti, at tað verður kynsneutralt, men so fer man frá felagsheitinum, ið er í øllum vesturheiminum, sigur Sólja í Ólavsstovu, sum sostatt kann, um Stjórnarskipanin verður samtykt, gerast Føroya fyrsta Løgtingsumboð.