mánadagur 30. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dámur av ótryggleika og
sivilum ólýdni í Katalonia
Valdið hjá sponsku
stjórnini yvir
Katalonia verður
í dag roynt á
arbeiðsplássum
Eirikur Lindenskov
Nakrir loysingarsinnaðir leiðarar í
Katalonia hava mælt til ein meldur
av tiltøkum við sivilum ólýdni í
landspartinum.
Tað skal gerast sum aftursvar
uppá, at spanska stjórnin hevur
sett í gildi grein 155 í landsins
grundlóg og sett eitt beinleiðis
stýri, soleiðis at tað er Madrid, sum
stjórnar í Barcelona.
Í Madrid sigur spanski uttan
ríkisráðharrin, Alfonso Dastis, at
katalonski leiðari, Carles Puigde
mont, kann stilla upp á komandi
valinum – við teirri treyt, at hann
ikki er settur í fongsul.
Puigdemont og stjórn hansara
eru koyrd frá, og tað er nú miðs
tjórnin í Spania, sum stýrir kata
lonskum stovnum.
Frákoyrdir ráðharrar í Katalonia
hava sagt, at teir meta, at tey
200.000 sivilu embætisfólkini í
landspartinum
framhaldandi
fylgja boðum, sum tey fáa »frá
fólkavaldu lógligu stovnunum« í
landspartinum.
Men ynskið um loysing verður
langt í frá stuðlað av øllum
kataloniarunum, og í gjár vóru
hundraðtúsundtals mótmælisfólk
á gøtunum fyri at vísa sína ónøgd,
at tey eru ímóti loysing.
Tað er ógreitt, hvussu Madrid fer
at taka stýringina av landnyrðings
landspartinum, sum hevur um 7,5
milliónir íbúgvar.
Katalona hevur sjálvt stjórnað
stovnum í landspartinum, síðani
fólkaræðið aftur varð sett í gildi í
Spania eftir at Francisco Franco
doyði í 1975.
Eftirltiið hjá Spania við Kata
lonia fer, sambært eygleiðarum,
at verða roynt í allan dag, tá polit
ikarar og embætisfólk fara aftur til
arbeiðis og mugu velja, tá tey fáa
boð frá tveimum harrum.
Stóri
borgarabólkurin,
sum
sendur handan loysingarherferð
ina, hevur mælt til breitt sivilt
ólýdni og sent út nágreinilig boð
um, hvussu embætisfólk og lokal
politikarar skulu fyrihalda seg.
Spanska
innanríkisráðið
út
nevndi leygardagin ein nýggja
leiðara fyri løgregluna í Katalonia.
Hann hevur kravt, at tey 17.000
løgreglufólkini
halda
seg
uttanveltað.
Spanski forsætisráðharrin, Mari
ano Rajoy, tók beinleiðis stýringina
av landspartinum fríggjadagin,
setti landspartastjórnina frá og
skrivaði út val til katalonska tingið
21. desember.
Ein onnur avbjóðing verður at
síggja, hvussu vinnulívið fyriheldur
seg.
Fleiri hundrað virki eru farin úr
Katalonia fyrr í mánaðinum, tí tey
ynska ikki at verða partur í einum
politiskum og rættarligum stríði.
/ritzau/AFP
FØROYINGAR
VÆL UMBOÐAÐIR
Í UNGDÓMSINS
NORÐURLANDARÁÐ
Eirikur Lindenskov
Á hvørjum ári hittast ungmanna
feløgini í Norðurlondum tvørtur
um partapolitisk mørk at tosa
um norðurlendskan politikk í
samstarvinum hjá Ungdómsins
Norðurlandaráð (UNR). UNR er
eitt ráð, sum virkar undir Norð
urlandaráðnum, og hava stjórn
arlimirnir møtirætt og talurætt til
fundirnar hjá Norðurlandaráðnum,
umframt nevndararbeiðið í Norð
urlandaráðnum.
Norðurlandaráðið er skrúvað
saman á tann hátt, at tað eru parla
mentini í norðurlondum, sum
manna teir sessir, sum londunum
eru tilskilað. Í UNR er skipanin ein
onnur, tí har eru tað teir átta ting
bólkarnir, sum velja sær eitt umboð
at sita í stjórnini fyri UNR.
Um vikuskiftið helt UNR árliga
sessión í Helsinki, og har vóru ikki
færri enn tríggir føroyingar valdir
í stjórnina fyri UNR. Hesi vóru
Hervør
Pálsdóttir,
umboðandi
vinstra-grøna tingbólkin, Barbara
Gaardlykke
Apol,
umboðandi
sosialdemokratiska
tingbólkin,
og Bjarni Kárason Petersen, um
boðandi liberala tingbólkin. Aldrin
áður hava føroyingar verið so væl
umboðaðir í stjórnini fyri UNR.
Bjarni stillaði upp til forseta
sessin, men tað eydnaðist honum
ikki at vera valdur. Valið gjørdist
ógvuliga tætt, 54-51, men í síðsta
enda gjørdist umboðið fyri grøna
tingbólkin, Kati Systä úr Finnlandi,
forseti í UNR.
Hetta merkir sostatt, at á fund
unum hjá Norðurlandaráðnum
komandi árið vera tað, umframt tey
bæði føstu umboðini hjá Føroyum,
tríggir føroyingar afturat.
Heiðra føroyska filmar 24. februar
Eirikur Lindenskov
Norðurlandahúsið skipar aftur
fyri Geytanum leygarkvøldið 24.
februar 2018, tá nýggjastu før
oysku stuttfilmarnir verða sýndir
og tvær filmsvirðislønir, Geytin,
sum Bank Nordik letur og Áskoð
aravirðislønin, sum Tórshavnar
Kommuna letur, verða handaðar.
Geytin verður byrjunarskotið til
eina viku við føroyskum, norð
urlendskum og altjóða filmum, tá
Tóff fer av bakkastokki fyri aðru
ferð.
Fyrireikararnir boða fra, at nú
stendur øllum filmsframleiðarum
í boði at ríka um spírandi føroyska
filmsskattin við at senda filmar
inn til ársins filmstiltak, Geytin
2018.
– Tykkara filmar verða tilmeld
aðir við at senda teldupost til
film@nlh.fo við kunning um heiti
og longd á filmi, slag av filmi, navn
á
filmsframleiðara,
teldupost
adressu og telefonnummari hjá
kontaktpersóni.
Freistin at melda filmin til
Filmskvøldið 2018 er tann 5. des
ember 2017.
Krøvini til stuttfilmin, sum skal
sendast
Norðurlandahúsinum
í seinasta lagi 5. januar 2018, eru
hesi:
1. 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi
vera 30 minuttir. Tó kann films
nevndin í serligum førum gera
undantøk, tá um longd ræður.
2. 2) Heitið stuttfilmur hevur í
hesum føri breiða merking og
fevnir um spælifilm, listafilm,
tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
3. 3) Stuttfilmurin skal ikki hava
verið sýndur áður á Films
kvøldunum í Norðurlandahús
inum.
4. 4) Stuttfilmurin kann hava verið
sýndur alment áður, men ikki
longri síðani enn 11. desember
2016.
5. 5) Nevndin tilskilar sær rætt at
gera eitt úrval av tilmeldaðu
filmunum. Nevndin metir til
meldaðu filmarnar eftir hesum
virðum: søgu, søgusnildi og
handverk.
6. 6) Filmarnir skulu vera í einum
av hesum formatunum: DCP,
Blu-ray, ProRes ella DnxHD.
Í filmsnevndini sita:
Birgir Kruse, formaður
Sif Gunnarsdóttir
Johnny í Grótinum
Jan B. Jørgensen
Marjun Niclasen.
Geytahandan:
Tríggir føroyingar vórðu valdir í stjórnina hjá UNR. Hesi vóru
Bjarni Kárason Petersen, umboðandi liberala tingbólkin, Hervør
Pálsdóttir, umboðandi vinstra-grøna tingbólkin og Barbara
Gaardlykke Apol, umboðandi sosialdemokratiska tingbólkin