Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 RÚSEVNIR SETT Á POLITISKA BREDDAN Árni Gregersen Tað er ikki semja í landsstýrinum um, hvussu rúsdrekka skal seljast í Føroyum, men kortini hevur lands­ stýriskvinnan við rúsevnamálum sett hol á orðaskiftið um føroyskan rúsevnapolitikk. Løgtingið hevur havt eitt aðal­ orðaskifti um spurningin – bæði um hvussu vit skulu selja rús­ drekka í Føroyum og um hvussu rús­evna­nýtslan verður tálmað. Undir aðalorðaskiftinum í Løg­ tinginum kom greitt fram, at serliga millum Poul Michel­sen, land­stýris­ mann við vinnu­málum, og Sirið Stenberg, lands­stýriskvinnu við heilsu­mál­um, er ikki semja um, hvussu rús­drekka­sølan skal skip­ ast. Sirið Stenberg heldur fast við, at vit eiga at hava eina einkarsølu, sum vit kenna hana í dag, meðan Poul Michelsen heldur, at rætt hevði verið at flutt søluna av øli og víni út í vanligu handlarnar. Undir aðalorðaskiftinum var sjálv­andi ongin støða tikin til hendan spurningin, men tingfólk góvu í fleiri førum sína støðu til kennar um júst hesi viðurskifti. Landsstýriskvinnan helt fast við, at ein spurningur um atkomu­ lig­heit hevur alstóra ávirkan á brúkið av rúsdrekka eins og prís­ ur­in hevur stóra ávirkan. Hon vísti á, at føroyingar drekka á leið tað sama í dag, sum teir gjørdu fyri 25 árum síðani, tá ið Rús­drekkasøla Landsins var sett á stovn. Tilmæli frá 2015 Meðan Karsten Hansen var lands­ stýrismaður fekk hann gjørt eitt álit við tilmælum um, hvat skal ger­ast fyri at tálma nýtsluna av rús­drekka. Í álitinum eru 28 tilmælir av ymisk­um slag, men undir aðal­orða­ skiftinum segði lands­stýris­kvinn­ an, Sirið Stenberg, at hon bert fór at taka trý teirra fram: Fyribyrging í breiðum høpi, her­ undir Rúsdrekkasølan. • Rúsevnir og stríðið fyri ein­ um rúsevnafríum Før­oy­um. Kjakið um at basa rúsevna­ trupulleikanum og árinunum av hesum er av álvara kyknað. Fleiri átøk er í umbúna og mugu setast í verk. • Viðgerð. Ein trygg og dygdargóð viðgerð er lívsneyðug fyri at lofta teimum, ið eru farin út av eggini ella eru komin út á egg­ ina. Samstundis er peningur settur av á fíggjarlógini fyri 2017 til tvey viðgerðartilboð fyri ung. Hetta setur krøv. Landsstýriskvinnan segði, at tað er semja millim heilsumyndug­leik­ar­ nar um, at alkoholisma er ein sjúka. Orsøkirnar eru samansettar og kunnu finnast í arvaeginleikum, um­hvørvinum, sosialstøðu ella sálar­ligum høpi. Hetta ger, at tað ber ikki til at hjálpa øllum við einum ávísum við­gerð­arhátti. Neyðugt er at veita ymisk tilboð, segði lands­stýris­ kvinnan. Tey ungu Undir orðaskiftinum var ljós serliga varpa á tey ungu og hvussu tey kundu verjast móti misbrúki – bæði av alkoholi og øðrum ólógligum rús­evnum. Víst var til støðuna Íslandi, har ung ikki sleppa at ferðast í náttar­ lívinum. -Eg haldi, at vit áttu at hugt til Íslands, hvussu tey gera. Eg haldi als ikki tað er rætt, at ung sleppa at ferðast í náttarlívinum, sum tey gera nú. Í Íslandi vísir tað seg, at eitt slíkt bann hevur hjálpt, segði Djóni Weihe Joensen, Javnaðarflokkurin. Landsstýriskvinnan vísti á, at júst nú eru tvey nýggj tilboð til ung í ferð við at fara at virka. Ein nýggjur viðgerðarstovnur, Frælsi, er í ferð við at fáa gongd á á Eiði og Blái Krossur er við at seta á stovn eina ambulanta viðgerð fyri ung í Havn. Tað eru eisini tvinni tilboð til tilkomin ella vaksin fólk. Heilbrigi á Velbastað er annað og Blái Krossur er hitt. Landsstýriskvinnan segði seg hava spurt, hvør støðan hevði verið uttan hesi bæði tilboðini. Svarið hon fekk var, at so vóru 2000 fólk ikki edrú. -Tíðirnar broytast, og neyðugt er at gera sær hugsanir um, hvønn veg vit skulu fara við rús­drekka og rúsevnaviðgerðini. Viðgerðar­ støð­ini hava fakfólk knýtt at stovnunum. -Fleiri av viðgerðarstøðunum og borgarar hava víst á, at ynski­ ligt er at fáa regulerað økið betur. Hetta er eisini eitt av til­mæl­un­ um í Rúsdrekka- og rúsevna­polit­ ikk­inum frá 2015. Sum er hava vit einki lógarverk, sum regul­erar viðgerðartilboðini fyri rús­drekka- og rúsevnaviðgerð, segði lands­ stýris­kvinnan. Viðgerðartilboðini í Føroyum eru í stóran mun bygd upp eftir íslendsk­ari fyrimynd. Nú skal politiska skipanin seta seg inn í, hvussu ein rúsevnapolitikkur skal skipast í Føroyum