mánadagur 30. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fyri at varpa ljós á stóra arbeiðið
við staðarnøvnum í Sunda komm
unu, verður í vetur skipað fyri
kunnandi
hugnakvøldum,
har
greitt verður frá arbeiðnum.
Lagt verður fyri hóskvøldið
komandi, 2. november klokkan 19,
tá fundur verður í Heimistovu á
Mørkini í Streymnesi.
Spyrja og viðmerkja
Her verður greitt frá verkætlanini,
og tað verða heimildarmenninir,
Sjúrður Ferjá og Jógvan Magnus
son, sum fara at siga frá ymiskum
forkunnugum í samband við stað
arnøvn í Hvalvík, Streymnesi og
Saksun.
Á hugnakvøldinum á Mørkini
verður lagt upp til, at bygdafólk og
onnur við áhuga fyri staðarnøvnum
í Hvalvík, Streymnesi og Saksun
møta.
- Her verður bæði høvi at seta
spurningar og koma við viðmerk
ingum, siga tey í Sunda kommunu.
Fleiri enn 3000
Tað var í apríl mánaði í 2016, at
verkætlanin "Staðarnøvn í Sunda
kommunu" varð almannakunn
gjørd á hátíðarløtu í Tjørnuvík.
Higartil eru fleiri enn 3000 nøvn
og gøtur skrásett í skipanini.
- Á tiltakinum, sum verður í
Heimistovu á Mørkini í Streymnesi
eru øll hjartaliga vælkomin, siga tey
í Sunda kommunu.
Fólk hava annars høvi at kunna
seg meira um staðarnøvn í Sunda
kommunu á sunda.kort.fo
Ein serstakur
gongurtúrur á
Varmakeldu
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 4. november verð
ur skipað fyri pílagrímsdegi
í Leirvík, og dagurin byrjar
í Limmilund klokkan 11. Síðan
verður gingið inn á Varma
keldu, har frásøgn verður um
kelduna og síðan heim aftur til
Leirvíkar.
Fyrireikararnir
siga,
at
hetta verður ein lættur og
róligur túrur við innihaldi,
sum hoyrir til pílagrímstúrar,
og her verður sangur, andakt,
dvøljingarorð og felagsskapur,
sum tikið verður til.
Tiltakið er bert fyri vaksin,
og neyðugt er at tekna seg og
rinda eitt ávíst luttøkugjald, tí
dagurin endar við eini hugna
ligari løtu við heitari máltíð,
samveru og felagssangi.
Fyrireikararnir
siga,
at
pílagrímstiltakið endar um
18.30-tíðina.
Søren Kirkegaard hevur
sagt soleiðis um tað at ganga:
- Tab for alt ikke lysten til
at gå. Jeg går mig hver dag
den daglige velbefinnende til,
og jeg kender ingen tanke så
tung, at man ikke kan gå fra
den", legði hann aftrat.
KIA SOUL EV: “Ein sera lekkur bilur. Eitt
satt upplivilsi at koyra hann. Kanska heldur
onkur, at bilurin ikki er vakur, men hann er
okey í útsjónd. Sera løgið einki at hoyra til
motorin...” Soleiðis sigur eigarin av fyrsta el-
bilinum í Nes kommunu, Kristin Nordendal.
Sild fyri spottprís
At semja ikki er millum strandalondini
um býtið av sildakvotuni, ger, at nógv
meira verður fiskað í ár, enn ICES tilmælir
Vilmund Jacobsen
Prísurin fyri feska sild til matna
hjá Faroe Pelagic í Kollafirði og
hjá Pelagos í Fuglafirði er nú kom
in niður á 2,80 krónur fyri kilo.
- Tað verður neyvan leingi, til
prísurin er komin heilt niður á
2,20, sum er prísur til ídnað.
Tað sigur føroyski uppisjóvar
skiparin, Virgar Fagraklett.
- Tað kann vera ein ávísur prís
munur á sildini millum virkini
- alt eftir, hvussu stór sildin er,
men hetta er so dagsins prísur
beint nú, sigur skiparin.
Í sildavertíðini í fjør høvdu
skipini hjá Varðanum í Gøtu ein
miðalprís á sild, sum var So, prís
urin í vertíðin í ár kann slett ikki
samanberast við hetta.
Eisini í Noregi er sildaprísurin
lágur og liggur í løtuni á umleið
sama støði sum í Føroyum.
Við teimum tilfeingisgjøldum,
sum eru á sild í Føroyum og prís
inum á keyptari sild á uppboðs
sølu, gevur sildaveiða í løtuni ikki
meira – og kanska minni – enn
veiða eftir svartkjafti til ídnað.
Eftir
sildakanningar,
sum
fiskifrøðingar úr Noregi, Íslandi,
Danmark og Føroyum gjørdu á
Norðhavinum í mai í ár, vísir úrs
litið, at sildastovnurin er útvið ein
fjórðing minni í ár, enn hann var
í fjør.
At semja ikki er millum
strandalondini um býtið av silda
kvotuni, ger, at nógv meira verður
fiskað í ár, enn ICES tilmælir – ikki
bara av føroyingum, men eisini av
øðrum, sum halda seg eiga lut í
sildini í Norðuratlantshavi.
Í kvøld klokkan 19.30
verður bústaðarkvøld á
Strondum, har Eyðun Eliasen
fer at ráðgeva um bygging,
Atli D. Nattestad um orku
loysnir – og Betri um fígging
og trygging
Varpa ljós á staðarnøvn
Tað var í apríl mánaði í 2016, at verkætlanin "Staðarnøvn í Sunda
kommunu" varð almannakunngjørd á hátíðarløtu í Tjørnuvík.
Higartil eru fleiri enn 3000 nøvn og gøtur skrásett í skipanini