mánadagur 30. oktober 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126
Fingu onkrar
góðar kalvar
Sandshavið hevur verið sín
fyrsta túr við nýggjari línu, og
hetta gjørdist ein roktúrur
Vilmund Jacobsen
Tað er heldur langt ímillum,
at tað frættist um góðar línu
túrar undir Føroyum.
Men, tá línuskipið Sands
havið kom aftur av túri í
síðstu viku, kundi manningin
siga, at teir høvdu havt ein
roktúr.
Sandshavið
var
úti
í
níggju dagar og fingu umleið
140.000 pund, sum teir bjóð
aðu út á Fiskamarknaði Før
oya fyri 1,1 miljónir krónur.
Sandshavið hevur júst
skift alla línuna út, og henda
túrin royndu teir á djúpum
vatni.
Stórur partur av veiðini
var
longa,
blálonga
og
brosma, men teir fingu eisini
onnur fiskasløg.
Eitt nú fingu teir onkran
stóran kalva, sum lyfti undir
miðalprísin á søluni, tó at
teir vónaðu at fáa nakað
meira, enn teir fingu fyri
stóru kalvarnar.
Ætlandi fer Sandshavið
nýggjan túr seinni í dag ella
í kvøld.
Grindin í Skálafirði
sunnudagin var umleið
328 skinn. Hetta er
fyrsta grindin, síðan
Skálafjøður aftur fekk
sína góðkenning sum
hvalvág
Soleiðis
gongur á
havinum
Vilmund Jacobsen
Tvey línuskip eru á
Íslandsrygginum. Tey
fáa mest av toski og
nakað av svartkalva
og blálongu. Annað
skipið landar í
dag, og hitt landar
miðskeiðis í vikuni.
Umframt línuskipini á
Íslandsrygginum vóru
eisini tvey línuskip undir
Føroyum fríggjadagin.
Tey fiska á djúpum og
fáa mest av longu.
- Annað skipið landar
fyrst í hesi vikuni,
men ivasamt er, um
hitta skipið landar
síðst í hesi vikuni ella
fyrst í næstu viku.
Fríggjadagin, tá tey á
Fiskamarknaði Føroya
gjørdu sínar metingar
fyri hesa vikuna, var
eitt ísfiskalínuskip í
íslendskum sjógvi. Teir
eru nýliga byrjaðir
nýggjan túr og koma
neyvan heim at
landa hesa vikuna.
Eitt frystilínuskip er
til fiskiskap undir
Føroyum, og eitt fiskar
í grønlendskum sjógvi.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna verður
sagt, at streymurin er
brúkiligur, men verður
harðari, sum vikan
gongur. Veðrið verður
eftir øllum at døma
eisini hampiligt.
- Flestu partrolarapør
eru til fiskiskap og
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Upsafiskiskapurin
hjá partrolarunum
er framvegis á einari
leið. Eitt par er eisini á
Reykjanesrygginum og
fiskar tosk, kongafiski
og blálongu.
Fríggjadagin var
ein djúpvatnstrolari
til fiskiskap eftir
svartkalva. Væntandi
landar trolarin
tíðliga í hesi vikuni.
Hinir
djúpvatnstrolararnir,
sum eru til fiskiskap
eftir ísfiski, fiska allir
upsa, men teir eru
nýliga byrjaðir túr.
Djúpvatnstrolararnir,
sum frysta fiskin
umborð, fiska í
løtuni svartkalva.
- Fríggjadagin lógu allir
teir smáu trolbátarnir
við bryggju, men teir
loysa aftur so skjótt, sum
veðrið verður betri, vistu
tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Í dag er ikki so kalt,
6-10 stig, og nakað
soleiðis verður eisini
í morgin. Mikudagin
verður kaldari,
niður í 2-5 stig um
náttina. Hósdagin
verður aftur heldur
lýggjari, 5-9 stig, men
fríggjadagin kølnar
aftur niður í 2-6 stig.
Einir 1200 mans
skjóta í veiðitíðini
Hósdagin 2. november verður aftur loyvt at skjóta
haru, um tú hevur ein haruhaga at skjóta í. Síðan verður
loyvt at skjóta til og við seinasta dag í hesum árinum
Vilmund Jacobsen
Men, hvssu nógvar harur
verða skotnar í Føroyum,
og hvønn týdning hevur
haruveiðan?
Tað eru spurningar, sum
Eyðfinn Magnussen, lívfrøð
ingur, hevur sett sær fyri at
svara.
- Hara hevur verið skotin
í Føroyum í eini hálvtannað
hundrað ár, men hvussu
nógvar harur hava verið
skotnar øll hesi árini, vita
vit í veruleikanum lítið og
einki um. Tá ræður um veiði
á sjónum av fiski og hvali,
vita vit rímiliga væl, hvussu
nógv er komið upp á land á
hvørjum ári. Men, ræður um
veiði uppi á landi – eftir fugli
og haru – tá vita vit sera lítið
og næstan slett einki.
Lívfrøðingurin vísir á, at
eingin myndugleiki hevur
tikið sær av hesi uppgávu.
- Teir, ið skjóta haru í
Føroyum, hava ikki skyldu
at boða frá, hvussu nógvar
harur teir hava fingið,
hvussu ofta teir hava
skotið - ella hvussu nógvir
mans hava verið við. Tí vita
vit heldur ikki, hvussu nógv
hara hevur verið skotin í Før
oyum gjøgnum tíðina, ella
hvussu stór royndin hevur
verið.
Óvæntaði tøl
Fyri at bøta um hetta fór
Eyðfinn Magnussen í 2012 í
holt við at skráseta, hvussu
nógvar harur veruliga verða
skotnar í Føroyum.
- Úrslitið av skrásetingini
gjørdist rættiliga óvæntað,
tí hetta fyrsta árið vórðu
ikki færri enn 5.381 harur
skrásettar at vera skotnar í
Føroyum. Men, samlaða talið
hevur helst verið oman fyri
7.000, tí tað var sjálvboðið at
boða frá, og tí eru tað uttan
iva fleiri harutøl, sum ikki
vórðu fráboðað.
Eyðfinn Magnussen hev
ur síðan gjørt hesa kanning
á hvørjum ári, og veiðitølini
hava verið veksandi, men í
2015 minkaði veiðan aftur.
- Í 2013 vórðu 7.756 harur
skrásettar at vera skotnar
í Føroyum, og í 2014 kom
talið heilt upp á 9.318 harur,
sum vórðu skotnar á 1.123
harutúrum í 348 hagapørtum
kring landið. Talið minkaði
aftur í 2015, og tá vórðu 4.012
harur skrásettar at verða
skotnar, sigur hann.
1200 mans skjóta
At áhugin fyri haruskjóting
er stórur í Føroyum, sæst
aftur á talinum av monnum
sum skjóta.
Í 2014 varð mett, at einir
1.200 veiðimenn skutu harur
í Føroyum. Í 2015 var minni
at fáa, og áhugin at skjóta
var tí eisini minni. Tá skutu
helst eini 800 mans harur.
Sandshavið fekk nakrar góðar kalvar á seinasta túri