Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Banahøggið fyri útróðurin vestanfyri Jørgen Niclasen, tingmaður Høgni Hoydal hev­ur sent kunngerð til hoyringar, ein kunngerð, sum tekur lívið av útróðrinum í Vágum og Sandoynni. Í vár stóð í viðmerkingunum til eitt lógaruppskot, at lands­ stýris­maðurin ætlaði at friða alt Vágahavið. Upp á fyrispurning, segði landsstýrismaðurin, at eg hevði misskilt hann. Men nú er kunn­gerðin um sama sent til hoyringar, ein kunngerð sum friðar alt Vágahavið um várið. Útróður er ikki serliga lønandi, men enn eru nakrir sum royna. Vár­ róðurin áVágahavinum er um­leið helvtin av ársinntøkuni. Útróðr­ar­ menn í Vágum og í Sandoynni havi í áratíggju havt hetta økið til at bjarga inntøkuna fyri árið. Nú vil landsstýrismaðurin taka hendan møguleikan burtur. Snella og sjálvt pilkur verður bannað í bestu fiskitíð. Áhugavert er, at lands­stýris­ mað­urin samstundis vil opnað eitt økið norðanfyri. Vóni, at samgongufólk kunnu steðga landsstýrismanninum í hesi ætl­an. Verður kunngerðin lýst, so er útróður í Vágum og Sandoynni søga. Balle brýtur kvøldskúlan niður Heðin Mortensen býráðslimur Meirilutin í Tórs­havnar kommunu ætlar nú at selja burtur av bygn­ ing­unum hjá Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, so heili 5-600 av teimum 3.000 næm­ing­un­ um verða settir út á gøtuna! Fáar so stórar sólskinssøgur eru í føroyskum skúlaskapi sum Tórs­ havnar Kvøld- Ungdóms- og Lista­ skúli. Bara síðstu trý árini hevur skúlin á hvørjum ári sett met í næm­ingatali og er farin úr 2.500 upp í 3.000 næmimgar! Í fleiri ár hevur Tórshavnar komm­una lagt seg eftir at geva skúl­anum bestu umstøður, og kunnu vit fegnast um, at júst góðu um­støðurnar hava givið skúl­an­um lív, so bæði undirvísarar og næm­ ing­ar hava trivist og fingið nógv av skafti. Samstundis hevur kommunan verið við til at halda lív í aldar­ gomlum handverki av ymsum slagi, umframt at geva borgarunum eitt dygdartilboð í frítíðini, ið hevur avgjørdan týdning fyri trivnaðin í høvuðsstaðarkommununi. Onga haldgóða orsøk Tí undrar tað sera nógv, at nýggi meiri­lutin í Tórshavnar kommunu av øllum alvi leggur eftir hesum góða skúla og roynir at forkoma honum. Tað er tað, kommunan í veru­leikanum ger, nú ætlanin er at selja bygningarnar undan skúl­an­ um – enntá uttan nakra hald­góða orsøk! Í kvøld skal býráðið viðgera eitt uppskot um at selja burtur av bygn­ ing­unum, Tórshavnar komm­una í síni tíð keypti til Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla, so skúlin fekk góðar umstøður og kundi savna umsiting og ein týðandi part av und­irvísingini á einum og sama stað. Tað, sum í veruleikanum hend­ir beint nú, er at forkvinnan í ment­ un­arnevndini í býráðnum, Gunvør Balle, saman við meirilutanum í bý­ ráðnum miðvíst fer eftir at bróta niður kvøldskúlan, so 5-600 næm­ ingar færri koma at vera í skúl­ anum. Bróta bara niður Hetta er í sjálvum sær eitt sera grovt átak, sum tíverri prógvar, at sitandi meiriluti í Tórshavnar bý­ ráð einki dugir at byggja upp, men bara at bróta niður! Skúlin verður bara niður­truml­ aður, samstundis sum bæði skúla­ leiðsla og grannar standa spyrj­andi, tí tey kenna seg at tosa fyri deyv­ um oyrum, tá tey við skila­góð­um grund­gevingum royna at sann­føra Balle & Co. um, at tað er óða­manna­ verk at selja ein og kanska fleiri bygningar burtur av ogn­un­um í M.A. Winthersgøtu og J.H. Schrøt­ ers­gøtu. Vónandi fær onkur í býráðs­ meiri­lutanum vitið aftur, so hesin ør­skapurin ikki verður gjøgn­um­ førd­ur! Geva fullveldis­populismuni flog Edmund Joensen løgtings­ maður fyri Sambandsflokkin Størsti vandin, nú sonevnda ”stjórn­ar­skipanaruppskotið” er lagt fyri Tingið, er fullveldispopulisman Í Europa í dag síggja vit tendens­ in, sum nevnist regionalisering. Eitt er, at nationalistar í Cata­ lonia og Baskaralandinum vilja burt­ur úr Spania. Men vit síggja eisini eina gongd í Norðuritalia, Belgia, Skotlandi og aðrastaðni. Nógvastaðni er regionaliseringin eitt tekin um, at man hevur nokk í sær sjálvum. Samstørv verða tikin av, og samanhald dettur burtur. Populisman blómar sum ong­an­ tíð áður! Henda víða regionaliseringin frem­ur eitt óstøðugt Europa, og okk­ara heimspartur kann fara i upploysn. Hetta er ikki tað, vit hava brúk fyri – heldur ikki her heima. Samanhald og samstarv er lykil­ in til stabilitet, og tað er hetta, vit í Før­oyum skulu halda fast í.   Kroysta loysing út til fólka­atkvøðu Loysingargongdin í Føroyum frem­ ur longu nú óstabilitet í okkara landi, og loysingarpopulisman er størsti vandin. Formaðurin í Javnaðar­flokk­in­ um og hansara fullveldisjuristar kroysta eitt tjóðveldisprojekt inn í Løg­tingið, hóast umsiting Løg­tings­ ins mælir til burturvísing. Og á Tingi seta fullveldis­popul­ istisk tingfólk sonevndu ”stjórn­ar­ skipanina” upp um grundlógina. Tey kalla hana ”evsta lóg”. Populisman í Løgtinginum og mill­um báðar fullveldistarnar á Fólka­tingi fer at framkalla ein sam­anbrest í okkara ríki. Popul­ist­ arnir fara – við minst møguligum meiriluta á Tingi – at kroysta loys­ ing­ina út til fólkaatkvøðu. Eingin má ivast í, at hetta er fyrsta stig fram móti loysingini. Burturvísingin Løgtingið átti sjálvandi at tikið undir við burturvísingini og víst upp­skotinum frá sær. Hetta var eisini tilmælið hjá for­mans­skap­in­ um. Men full­veldistar á Tingi virða ikki Tingskipanina, sum er ein løg­ tings­lóg, ið Tingið sjálvt hevur sett í verk sum sína arbeiðsskipan. Hví mundi Løgtingsskrivstovan mæla til at burturvísa upp­skot­in­ um?   Ein orsøk er, at uppskotið er ikki búgvið til at verða viðgjørt.  Hvat merkir tað?  Jú, tað merkir, at 14. september- samgongan, løgmaður og full­veld­ is­juristarnir hava ikki gjørt sítt heima­arbeiði.   Nógvir leysir endar. Leysar ásetingar. Orðingar í leysum lofti.   Allar ásetingar í sonevndu ”stjórn­arskipanini” skulu, sambært Løgtingsskrivstovuni, vera ítøki­ lig­ar, so at ongi ivamál stinga seg upp seinni. Við øðrum orðum skal uppskotið ikki kunna tulkast henda ella handa vegin, tí tá vita øll, at kaos bíðar handan næsta gøtuhorn.   Vit mugu staðfesta, at í mun til verandi Stýrisskipan Føroya, er uppskotið til sonevnda ”stjórn­ arskipan” fullkomiliga óbrúkiligt.   Stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu Henda sonevnda “stjórnarskipanin” er eisini botn óseriøs, tí hon stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu í Føroyum. Fremstu advokatar í landin­um staðfesta í sínum hoyr­ings­skrivi – sum formaðurin í Javn­aðar­flokk­ inum eftir øllum at døma tilvitað sær burtur frá – at sonevnda “stjórn­arskipanin” er í stríð við grundlógina, heimastýrislógina, stýris­skipanarlógina, tingskipanina og vanligan lóggávusið í Føroyum. Hetta merkir, at sonevnda “stjórn­arskipanin” undir ongum um­støðum kann samtykkjast við slík­um mótstríðandi innihaldi á Før­oya Løgtingi uttan at koma í stríð við Grundlógina. Verður hon samtykt kortini, so er væntandi, at hon ikki hevur lóg­ gávu­gildi og er uttan týdning fyri gald­andi rættarreglur. Hetta er støðan, vit eru í.  Og hetta samsvarar væl við tað, sum forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, staðfestir í sínum hoyringssvari. Tað sentrala í hansara skrivi er, at um sonevnda ”stjórn­ar­skip­anin” stríðir ímóti grund­lóg­ini, heima­ stýris­skipanini ella yvir­tøku­lógini, so hevur henda ”stjórn­ar­skipan” ong­an rættar­virknað. At senda slíkt til fólkaatkvøðu, er at halda føroyingar fyri tað turra spott.   Tann stóra myndin Um vit – í fluttari merking – seta okkum í tyrluna, flúgva og hyggja oman yvir alt hetta málið, so síggja vit stóru myndina og tað, sum hevur veruligan týdning. Tað er eitt nú, at Føroyar eru partur av ríkinum, og tí er grund­ lógin eisini galdandi her í landinum, enntá eisini fyri yvirtikin málsøkir. Grundlógin er ikki eitt politiskt skjal, sum kann togast ella tambast. Hetta, at fullveldisjuristar – við vælsignilsi frá for­manni Javnað­ arfloksins – kalla grundlógina ein ”stjórnarrættarligan sáttmála” ella eina ”altjóða avtalu” er púra burturvið. Grundlógin má bara ikki eita grund­lóg. Og ríkisfelagsskapurin ella ríkið mugu heldur ikki nevnast við einum orði í sonevndu ”stjórnarskipanini”. Tey flestu munnu vita hví. Tað stendur tó klettafast, at hóast Tjóðveldi vil tað øðrvísi, so skal grundlógin ikki virða so­ nevndu “stjórnarskipanina”. Grund­- lógin stendur omanfyri. Og grundlógin er enn minni undirløgd sonevndu “stjórn­ar­skip­ anini”, tí at vit eru partur av rík­in­ um.  Populisman og tosið um “evstu lóg” hevur ongan legitimitet í før­ oyskum lógarsamanheingi.   Missa ríkisborgararættindi Avleiðingarnar av at samtykkja hesa sonevndu ”stjórnarskipanina” verða álvarsamar. Hví? Jú tað er tí, at tað allar fyrsta, sum Tjóðveldi og Javnað­ar­flokk­ urin fara at renna eftir, er grein 57 í teirra ”evstu lóg”. Tann greinin snýr seg um at ”skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki”.  Tann, sum ikki trýr hesum, man vera merktur av djúpum naiviteti. Hetta er fyrsta stig fram móti loysingini. Tá ið so føroyingar allir skulu skifta til føroyskan borg­ara­skap, mugu vit ikki gloyma av­leið­ing­ arnar. Føroyingar fara at missa rættindini, sum grundlógin í dag tryggjar. Formaðurin í Javnaðar­flokk­ inum pástendur, at føroyingar fáa dupult rættindi, men tað er at kasta torvmold í eyguni á føroyskum borg­arum.   Rætt er tað, at føroyingar hava præcis somu rættindi sum danir, tá ið teir seta fótin á land í Danmark. Men við sonevndu ”stjórnarskipanini” mugu fólk skjótt venja seg við tankan um, at rættindi detta burtur. Tað fyrsta kann vera, at føroyingar ikki longur kunnu virka ella arbeiða í Europeiska Samveldinum. Hetta hava vit rætt til í dag, tí vit eru ríkisborgarar við reyðum passi, men við sonevndu ”stjórnarskipanini” verða vit skjótt triðjalandsborgarar. Eitt annað, sum kann hvørva sum døgg fyri sól, er t.d. rætturin til útbúgving á sama stigi sum øll onnur í ríkinum – við stórum fíggjarligum stuðuli, væl at merkja. Umframt alt, sum vit í dag hava í felag. Skjótt skal gjaldast við kassa 1.   Vandafull breyt Hetta er vandafulla breytin, sum 14. september-samgongan setur allar landsmenn á. Øll í Føroyum eiga at hugsa seg ómetaliga væl um, áðrenn farið verður á fólkaatkvøðu til at siga øllum rættindum farvæl. Fullveldispopulisman skal trýsta sonevnda ”stjórnarskipanina” út til eina fólkaatkvøðu, sum eingin skilir. Her skal lumpast og her skal lirkast, og hetta er byrjanin til loysingina. Ongin ivi er um tað.