Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. oktober 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Ársins Spælara tiltakið var hesa ferð í Reinsaríinum í eini roynd at fáa tiltakið at blíva størri, tí fleiri spælarar hava eftirlýst at fáa fót­bóltsspælararnar at savnast eftir eitt kappingarár. Tað vóru Sølvi Vatnhamar og Heidi Sevdal, sum vunnu størstu heiðrarnar hesaferð. Sølvi Vatnhamar, sum vann FM við Víkingi í ár, er ársins spælari annað árið upp í slag, meðan Heidi Sev­dal hevur vunnið heiðurin ikki færri enn seks ferðir. Hon helt fyri, at heiðurin hesa ferð var serligur, tí hetta er fyrsta kappingarárið síðani hon gjørdist mamma á fyrsta sinni. Vík­ingur og EB/Streymur/ Skála fóru við tí mesta. Víking­ ingar­nir fóru eisini avstað við gull­skógvinum, ársins áleypara og árins miðvallara, meðan EB/ Streym­ur/Skála fór avstað við ársins málverja, miðvallarar, áleypara og toppskjútta. Frávikini hjá monnum vóru ár­sins málverji, sum bleiv Símun Rógvi Hansen úr NSÍ, árins verju­ spælari, sum bleiv Odmar Fæør úr B36 og árins ungi spælari, sum bleiv Michal Przybylski úr Skála. Hjá kvinnunum vóru tað bara Malena Josephsen úr KÍ og Birita B. Nielsen, sum kláraðu at geva greipu­vinnarunum skarpan gang. Malena Josephsen sum ársins verju­spælari og Birita B. Nielsen sum ársins ungi spælari. Ein nýggjur heiður var á til­ takinum hesaferð. Tað er heið­urin ársins landsliðsspælari Her er talan um besta spælaran á lands­ lið­num hjá monnum fyri HM 2018 undan­kappingina. Vinnari bleiv Jóan Símun Edmundsson. Í samanteljingini hjá kvinnum sæst, at Birna T. Mikkelsen úr EB/Streymi/Skála og Rannvá B. Andreasen úr KÍ hava fingið at­ kvøður í tveimum bólkum, men mett verður ikki, at tað hevði ávirk­an á samlaða úrslitið og tí standa atkvøðurnar við. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum arbeitt verður við at loysa. trondur@sosialurin.fo Ársins spælarar: Sølvi Vatnhamar (Víkingur) Heidi Sevdal (EB/Streymur/Skála) Ársins ungi spælari: Michal Przybylski (Skála) Birita B. Nielsen (B68) Ársins málverjar: Símun Rógvi Hansen (NSÍ) Anna S. Hansen (EB/Streymur/Skála) Ársins verjuspælarar: Odmar Færø (B36) Malena Josephsen (KÍ) Ársins miðvallarar: Sølvi Vatnhamar (Víkingur) Ansy Sevdal (EB/Streymur/Skála) Ársins áleyparar: Adeshina Lawal (Víkingur) Heidi Sevdal (EB/Streymur/Skála) Ársins venjarar: Sámal Erik Hentze (Víkingur) Erik E. Nielsen (EB/Streymur/Skála) Ársins dómarar: Lars Muller Stephan Petursson Ársins landsliðsspælari hjá monnum: Jóan Símun Edmundsson Yvirlit yvir vinnarar: SØLVI OG HEIDI BEST Fríggjakvøldið var Ársins Spælari tiltakið, sum Rás2 og Miðlahúsið skipaði fyri í samstarvið við Fótbóltssambandið. Sølvi Vatnhamar úr Víkingi og Heidi Sevdal úr EB/Streymi/Skála blivu kosin til ársins spælarar