mánadagur 30. oktober 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Tann nú fyrrverandi NSÍ-
venjarin, Anders Gerber,
tekur við nýggjum starvi
í heimlandinum Danmark,
har hann er settur sum
venjari hjá Skive í
næstbestu deildini.
Eyðun Klakstein verður
settur í starv sum venjari
hjá Skála. Hann tekur við
eftir Paula Poulsen, sum
hevur valt at gevast í
starvinum.
Sorin Anghel verður
kunngjørdur sum nýggjur
høvuðsvenjari hjá
uppflytarunum í AB. 38
ára gamli rumenin hevur
seianst verið leikandi
hjálparvenjari hjá Víkingi,
men hann gevst nú at
spæla.
Meistaravenjarin hjá
Víkingi, Sámal Erik
Hentze, boðar frá, at
hann ikki heldur fram hjá
felagsliðnum í Gøtu og
Leirvík. Hann ynskir at
taka frí í eitt ár.
Føroysku U19-landsliðini
í flogbólti kappast í
altjóða kapping í Onglandi.
Menninir gerast nummar
fimm, meðan kvinnurnar
gerast nummar seks.
Føroyska talvlandsliðið
telvar EM-kapping á grisku
oynni Kreta. Fyrsti dysturin
endar við 3-1-tapi ímóti
Spania, og annar dysturin
endar við 2-2-javnleiki
ímóti Skottlandi.
Ársins leikarar, venjarar og
dómarar verða heiðraðir á
tiltaki hjá Miðlahúsinum og
FSF. Ársins leikarar gerast
Sølvi Vatnhamar og Heidi
Sevdal.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Danski manslandsliðsvenjarin, Nikolaj
Jakobsen, eftir sigur ímóti Póllandi
Lars Müller eftir at vera kosin ársins dómari 6. árið á rað
- Eg gangi høgt upp í at tað er tann
sami Lars, sum møtir upp hvønn
sunnudag, og ikki ein annar persónur
- Tá vit eru á odda 14-9 tveita
vit so nógvar bóltar burt, at tað
er óhoyrt á hesum støðinum
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Birita B. Nielsen
Aldur: 18
Starv: Fótbóltur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 7
2. Petrovic
3. Póllandi
4. Fyllingen
5. Rógvi og Høgni
6. Heimir Guðjónsson
7. Sjúrður Jacobsen
8. Bjarta O. Johansen
Hey Birita! Tillukku við
heitinum sum ársins
ungi leikari. Hevði
tú roknað við tí?
- Hey! Takk fyri tað. Nei, tað hevði
eg ikki roknað við.
Hví heldur tú, at tú
ert blivin vald?
- Eg veit ikki hví. Men tey, sum
hava stemmað, mugu hava hildið,
at eg havi gjørt tað gott í ár.
- Hvussu ert tú nøgd
við kappingarárið
hjá tær og B68?
Eg haldi at kappingarárið hjá
okkum hevur verið betri í ár enn
í fjør, og at vit hava ment okkum.
Hvat hevur hesin heiðurin
at siga fyri teg?
- Hann hevur nógv at siga. At man
verður heiðraður fyri tað, sum
man arbeiðir hart fyri alt árið.
Hvat er títt mál við
fótbóltinum framyvir?
- Mítt mál er at menna meg sum
fótbóltsspælara
og
at
vinna
heiðursmerkir.
At kappast ímóti hvørjum øðr
um í telduspølum á alnetinum
hevur í ovurstóran mun vundið
upp á seg seinastu árini, og hetta
fyribrigdið hevur hug at menna
seg til at gerast ein ítróttur, sum
tey kalla fyri e-sport.
Tey, sum eru ímillum tey bestu
í heiminum til hesi telduspølini,
spæla fulla tíð og tjena eina rúgvu
av pengum. Tey spæla á liðum,
sum eru sett saman soleiðis at tey
í livihátti minna nógv um eitt og
hvørt annað fulltíðar ítróttarlið.
Í
hesi
sendirøðini
verður
fylgt við eitt nú donsku liðunum
Astralis og Heroic, sum bæði
spæla fulla tíð og eru millum tey
bestu í heiminum.
Í sendingini verður fylgt við
gerandisdegnum hjá liðunum, har
dreingirnir nærum eru saman alla
tíðina og eisini hava allarbestu
umstøðurnar.
V e n j a r a r ,
s á l a r
f r ø ð i n g a r
og
annað
er knýtt at
liðnum
fyri
at vera við á
tindunum
í
e-sport.
Eisini fer
sjónvarpsliðið
við
teimum
donsku
telduspælarunum
á
ferð, har teir luttaka í stórum
kappingum kring heimin og
dystast um ørandi upphæddir.
Spenningurin er stórur, og tað er
hugtakandi at fylgja við.
Sendingin er einføld. Eingin
leggur rødd til, og tað eru einans
spælararnir og fólkið, ið fylgt
verður við, sum greiða frá. Í so
máta er tað innara sjónarhorn, og
ein sleppur heilt nær at spælar
unum og fólkunum kring liðini.
Ein av teimum, sum er við
í
sendingini,
er
heimskendi
høvuðsspælarin
hjá
Astralis,
Lukas Egholm Rossander, betur
kendur undir brúkaranavninum
Gla1ve. Hann er hálvur føroying
ur.
HYGG UM: Tú ert opin fyri at vita
meira um e-sport.
IKKI HYGG UM: Tú avgjørt
ongan
áhuga
hevur
fyri
telduspølum.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Ein
kemur so tætt, at ein næstan
kennir seg sum ein part av
liðunum.
HVAT SIGUR TÚ? Fittligar og
upplýsandi sendingar um eitt
skjótt vaksandi fyribrigdi.
FAKTA: DR hevur framleitt hesa
sjónvarpsrøðina, sum er í seks
pørtum. Hvør partur er ein lítlan
hálvan tíma langur.
Sjónvarpsrøðin
Spælararnir
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvat ryggnummar hevur Jóan Símun Edmundsson hjá
OB?
2 Hvussu eitur serbiski flogbóltsvenjarin í Føroyum,
Rajko, til eftirnavn?
3 Úr hvørjum landi (eisini) stavar ársins ungi leikari
hjá monnum, Michal Przybylski?
4 Til hvat norskt felag er føroyski hondbóltsspælarin,
Kjartan Johansen, skiftur til?
5 Hvussu eita Egilstoft Nielsen-brøðurnir á føroyska
talvlandsliðnum?
6 Hvussu eitur íslendski venjarin, sum er settur í
samband við Víking og HB?
7 Hvussu eitur 41 ára gamli fyrrverandi NSÍ-, ÍF- og EB/
Streyma-leikarin, ið júst er givin?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?