mánadagur 30. oktober 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Skotski venjarin, Maurice
Ross, sum í ár hevur verið
venjari hjá nýsamanlagda
felagnum í Suðuroynni, TB/
FCS/Royn, fer komandi ár
at venja annað føroyskt
felag. Fyri Sosialinum váttar
Maurice Ross, at framtíðin
hjá honum fellur uppá pláss
innan stutta tíð, har hann
antin fer at gera sáttmála
við Víking ella NSÍ, sum
bæði hava ligið framvið eftir
skotska venjaranum.
-Eg fari seinni í dag heim
aftur til Skotlands. Mána
dagin veit eg hvat fyri felag,
eg fari at gera sáttmála við.
Talan verður um tvey-ára
sáttmála, har eg skal vera við
til at byggja eitt felag upp, og
tað tekur tíð, sigur Maurice
Ross.
Tískil er tað meira sum
bendir á, at Maurice Ross fer
at gera sáttmála við Víking,
heldur enn NSÍ. Eftir tvey
meistaraheitið á rað, er tað
nógv ið bendir á, at Víkingur
nú fer at vera í einari upp
byggingarfasu, har nakað av
útskifting verður á liðnum,
meðan støðan í Runavík ikki
tykist vera tann sama.
U15 tapti stórt
í Íslandi
Føroyska
U15
landsliðið
hevur um vikuskiftið verið
í Íslandi og spælt tveir venj
ingardystir móti íslendska
U15 landsliðnum. Í báðum
dystunum,
vann
Ísland
stórsigur
móti
føroysku
dreingjunum. Fríggjakvøldið
vann Ísland 5-1 sigur í Reykja
vík, og sunnudagin vunnu
íslendsku dreingirnir heili
7-0 móti Føroyum í Akranesi.
Ikki vanir at spæla
á heilum vølli
Øssur Hansen, ið er U15
landsliðsvenjari,
sigur
at
hóast úrslitini vóru keði
lig, vóru talan um læruríkar
dystir fyri føroysku dreingir
nar. Stóru avbjóðingina held
ur hann vera, at føroysku
U15
landsliðsdreingirnir
til dagligt ikki eru vanir at
spæla fótbólt á heilum vølli.
-Hóast
úrslitini
vóru
keðilig í báðum dystunum,
hava leikararnir ment seg
ígjøgnum báðar dystirnar.
Tað var týðuligt at síggja at
leikararnir ikki vóru vanir
við at spæla á heilum vølli.
Dreingirnir, ið umboða U15
landsliðið, spæla í U14 deild
ini til dagligt heima í Føroy
um, har man spælir millum
báðar 16 metrarnar og brúkar
lítil mál. Tí var alt ógvuliga
nýtt fyri teir. Leikskipanin,
leikhátturin,
støddin
av
vølli og so tað fysiska við
at dystirnir vóru longri enn
teir vóru vanir við heima í
Føroyum. Hetta má broytast
heima í Føroyum ongantíð
ov skjótt, soleiðis at hesir
leikararnir kunnu venja seg
við at spæla á størri vølli,
sigur Øssur Hansen.
Øssur Hansen sigur tó
at broytingar longu vera
gjørdar til komandi kapp
ingarár í yngru deildunum,
sum kemur at gagna før
oyska U15 landsliðnum.
-Við tað at Fótbóltssam
bandið er í ferð við at gera
eina broyting í árgangum,
har tað nú fer at eita U11, U13,
U15 og U17, har leikararnir í
U15 deildini fara at spæla
á heilum vølli, fer at gera
stóran mun. Eisini er tað
tann yngri árgangurin í
U15 deildini, sum kemur at
hava aldur til at umboða
U15 landsliðið. Tí koma teir
í nógv størri mun at møta
sterkari mótstøðu í heimligu
kappingini, og vil hetta heilt
sikkurt gagna teimum tá teir
fara at spæla við U15 lands
liðnum. Serliga til at taka
betri avgerðir í støðum, har
teir eru trýstir, sigur Øssur
Hansen.
Tað fysiska tann
størsti munurin
Øssur Hansen sigur at enda,
at stóri munurin á íslendsku
og føroysku leikarunum var
tá tað kom til styrki og skjót
leika.
-Størsti
munurin
á
okkara leikarum og teimum
íslendsku er at teir fysiskt
kropsliga og í skjótleika vóru
omanfyri okkum. Serliga tá
tað kom til ein móti ein støð
ur defensivt, kom hetta til
sjóndar, har teir høvdu ov
lætt við at dribbla framvið
okkara leikarum. Men hetta
er eisini eitt av teimum 5
átaksøkjunum, sum vit ar
beiða við at gerast betri í,
sigur Øssur Hansen.
andre@sosialurin.fo
Punktum
sett fyri
kappingar
árið
Maurice Ross, sum seinni í dag fer heimaftur til Skotlands, váttar
fyri Sosialinum, at hann um heilt stutta tíð veit hvat felag hann
fer at venja komandi kappingarár. Tað tykist meira sannlíkt at
hann heldur fer at venja Víking enn NSÍ komandi kappingarár
ROSS SKRIVAR
TVEY ÁRA SÁTTMÁLA
Fríggjakvøldið setti Miðlahúsið og Rás2
punktum fyri kappingarárið 2017, tá Ársins
Spælari tiltakið var á Reinsaríinum, har 20
ymiskir heiðrar vóru handaðir og ein nýggjur
landsliðsheiður. Sølvi Vatnhamar úr Víkingi
bleiv kosin til árins spælara annað árið upp í
slag hjá monnum, meðan Heidi Sevdal úr EB/
Streymi/Skála vann heiðurin fyri sættu ferð
til samans.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum í
Miðlahúsinum, at spælararnir kenna seg
aftur í tiltakinum, tí tiltakið er fyri tey. Tí eru
tað eisini venjarar, spælarar og tíðindafólk,
sum hava fylgt kappingini, ið atkvøða. Hetta
hevur givið góðar afturmeldingar.
Tað hevur verið trupult at fáa fólk at møta til
tiltakið, men í ár var so fyrsta royndin, har
tiltakið verður í Reinsarínum við tí fyri eyga,
at fleiri kunnu møta. Ein afturmelding hevur
verið, at tey tilnevndu ikki vilja møta, um tey
ikki við. Tá nú tiltakið er væl størri, so eru
tey ikki so einsamøll.
Longu nú tykist greitt, at tiltakið verður
áleiða á somu stødd við tí vón, at fleiri møta.
Ein avbjóðing er hvat tíðspunkt á vikuni
tiltakið skal vera og hvat fyri dag. Tá allir
fyrimunir og vansar eru taldir saman, so er
fríggjadagurin eftir kappingarenda besta
boðið.
Vit í Miðlahúsinum takk fyri kappingarárið
2017, og takka øll spælarum, venjarum og
hjálparfólki fyri tað arbeiði, sum tey leggja
í ítróttin. Dreymurin hjá okkum er, at
kunna gera ein tiltaki, sum allir føroyskir
fótbóltsspælarar kenna seg aftur í. Kanska
tað verður komandi ár?
trondur@sosialurin.fo