týsdagur 31. oktober 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. NOVEMBER
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Síðan 1. november 1949 hevur
fyrsti dagurin í november, ið ber
heitið Alla halganna dagur, eisini
verður
dagurin
tá
føroyingar
minnast tey, ið eru farin á sjónum.
Hendan dagin er siður, at Merkið
veittrar á hálvari stong og skipað
verður fyri minningarhaldum við
minnisvarðum fyri tey sjólátnu
í býum og bygdum kring landið.
Harumframt er vanligt, at summar
kirkjur hava serligar minnisguds
tænastur fyri tey, ið fórust á sjón
um.
Á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni
verður upplýst, at fýra lótu lív á
sjónum farna ár. Tey vóru Kristian
Rasmusson Glyvradal, Haldórs
vík, ið andaðist umborð á Gadus
26. mai, 54 ára gamal, Tóri Mid
jord, Tórshavn, ið druknaði í Leir
vík 19. august, 67 ára gamal, Mort
an Leo Clothier, Argir, sjólátin í
Skopunarfirði 31. august, 71 ára
gamal, og Hákun Elnarson Just
inussen, Leirvík, ið andaðist um
borð á Polarhav 22. oktober, 50 ára
gamal.
Altíð nívandi at missa
Tað er fólkakirkjan, ið varðar av
almennu
minningarhaldunum,
ið verða hildin við minnisvarðar
teirra sjólátnu kring landið. Uni
Næs, dómpróstur, sigur dagurin er
serligur, tí hetta er dagurin, tá vit
sum tjóð steðga á og minnast tey
okkara millum, ið farin eru, og vit
standa saman við teimum, ið hava
mist.
- Livi- og arbeiðsumstøðurnar í
landi okkara eru ymiskar og stund
um henda tilburðir ella ólukkur,
har vit mistu ein, sum var okkum
kærur. Sorgin er altíð nívandi, tá ið
vit missa ein av okkara kæru, sigur
Uni Næs.
Dómprósturin vísir á, at saman
borið við onnur deyðsføll, so kann
tað at missa á sjónum vera serliga
tungt, tí tey hava onga grøv at vitja
fyri at minnast teirra kæru, ið eru
farin.
- Alla halganna dagur, minn
ingardagur teirra sjólátnu, er ein
dagur, har føroyska tjóðin savnast
at minnast tey, sum farin eru á
sjónum. Tað er virðiligt fyri eitt
samfelag sum okkara, at vit steðga
á og minnast. Serlig er støðan hjá
teimum, sum mistu á sjónum. Tað
er ein serlig sorg og saknur, tí her
er eingin grøv at fara til at steðga á
og minnast, sigur Uni Næs.
Tað at vit sum samfelag byggja
minnisvarðar, steðga á og vísa virð
ing fyri hesum degi, metir dóm
prósturin er ein vøkur gerð, ið vísir
teimum avvarðandi, at vit sum fólk
standa saman í sorgini.
- Siðurin í Føroyum við minnis
varðum yvir teir sjólátnu er vak
ur. Tað er fjálgt og gott at vita, at
landsmenn okkara reisa minnis
VIRÐILIGT AT
VIT STEÐGA Á
Tað er virðiligt fyri eitt samfelag sum okkara, at vit steðga á og
minnast. Serlig er støðan hjá teimum, sum mistu á sjónum. Tað er
ein serlig sorg og saknur, tí her er eingin grøv at fara til at steðga á
og minnast, sigur Uni Næs, dómpróstur.
- Siðurin í Føroyum við minnisvarðum yvir teir sjólátnu er vakur. Tað er fjálgt og gott at vita, at landsmenn okkara reisa minnisvarðar soleiðis,
at eisini vit sum fólk kunnu standa saman í sorgini saman við teimum, sum minnast síni kæru og sum ikki bóru boð í bý
- Vit gloyma ikki nakran, ið er farin á sjónum, og vilja
stuðla teimum, ið mist hava og varða av