Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127 varðar soleiðis, at eisini vit sum fólk kunnu standa saman í sorgini saman við teimum, sum minnast síni kæru og sum ikki bóru boð í bý, sigur Uni Næs. Neyðugt at minnast Dagurin kann vera serliga tungur hjá teimum, ið hava mist onkran, ið ikki eru funnin aftur. Og sambært dómpróstinum, so er tað ikki bara fyri tey avvarðandi, at tað er týdningarmikið at steðga á hendan dagin, og minnast tey, ið ikki bóru boð í bý. Tað er neyðugt fyri okkum øll. - Minningarløtur yvir tey, sum ikki vóru funnin aftur, eru serligar. Her er ein serlig umsorgan, sum vit møta. Tað er av stórum týdningi, at vit hava hesar minningarløtur, tí tað er neyðugt hjá okkum, fyrst av øllum hjá teimum, sum varða av, men eisini hjá familju, vin­um, grannum, arbeiðsfeløgum og øðrum at steðga á og minnast tann kæra persónin, sum ikki kom aft­ur. Hesin, sum farin er, var jú ein partur av lívi okkara. Nú er hann brádliga ikki longum okkara millum, sigur Uni Næs. Tá lagnan er so tung, so er tað ikki altíð orð, ið tey avvarðandi hava brúk fyri. Heldur er tað neyð­ugt, metir dómpróstur, at tey, ið kenna sviðan av missi, føla nær­ veruna og stuðulin frá teirra næst­um, og uggan í kristnu trúnni. - Tí er tað virðiligt at koma saman eina minningarløtu. At vera saman. At skapa ein virðiligan karm um minningarløtuna. Tað er ikki so týdningarmikið við teimum mongu orðunum, men meira neyð­ugt er tað við nærveruni, sum eisini er ein stórur stuðul hjá øllum sum varða av. Tílíkar løtur eigur eisini vón­arinnar boðskapur at ljóða, um hann, sum øllum ræður og er hjá teimum, sum farin eru og hjá okk­um sum eftir sita, sigur Uni Næs. Vit gloyma ongan Uni Næs vísir á, at vit sum borgarar liva í einum samfelagi, har einki er heilt trygt. Tí er tað ikki óvanligt, at ólukkur henda har fólk lata lív. Men tá tað hendir, so er tað týdn­ing­armikið, at vit ikki gloyma nakran. - Vit liva í einum samfelag, har einki er trygt nokk. Tá ið so ólukkan hendir, tá er tað neyðugt, at vit eru um tey, ið mist hava, er tað á sjógvi ella landi. Men um tað er á landi, so hava vit eina jarðarferð, har fólk fylgja til gravar, og har tey avvarðandi kunna seinni vitja í kirkjugarðinum. Er tað á sjónum, og menn verða burtur, so hava vit løtur sum Alla halganna dag. Vit gloyma ikki nakran, ið er farin á sjónum, og vilja stuðla teimum, ið mist hava og varða av, sigur Uni Næs. Dómprósturin vísir eisini á, at fyri hvønn persón sum fer á sjón­um, so eru tað nógv av­varð­andi, ið standa eftir og muga liva við sorgini. Alla halganna dagur er dagurin, tá fólkakirkjan og samfelagið veitir teimum avvarðandi ein virðiligan karm at minnast tey, ið farin eru. - Minningarløta teirra sjólátnu er góð at hava, tí tað eru nógv av­varð­andi til fólk, ið eru farin á sjó­num. Tá er tað gott at kunna steðga á og minnast tey, ið eru farin. Tey avvarðandi, sum onga grøv hava at fara til, hava hesir minnis­varðar, ið eru reistir kring landið. Hetta er tann virðiligi karm­urin vit hava, at vit kunna steðga á og minnast okk­ara næsta, sigur Uni Næs. Prestar serligan leiklut Tá fólk missa onkran av sín­um nærmastu, so hava prest­ar ein serligan leiklut og ábyrgd yvirfyri teimum, vísir Uni Næs á. Tað eru nevni­liga teir, ið skulu koma við einum troystarorði, og tí er tað eisini upplagt, at tað er júst fólkakirkjan, ið skipar fyri minningardegnum teirra sjólátnu. - Tá sorgin rakar, er tað av stórum týdningi, at vit prestar eru til staðar, stuðla og hjálpa sum best ber til. Vit eru prestar og hava eisini eitt troystarorð at koma við, tá fólk eru í sorg. Sum sam­ felag og kirkja vilja vit møta menniskjum í tí støðu, ið tey eru í, við einum góðum felags­skapi og góðum orði. Tí er tað eisini, at fólkakirkjan hevur skipað fyri minn­ing­ar­ guds­tænastum fyrsta dagin í november síðan 1949. Meðan Minningardagur teirra sjólátnu hevur verið hildin síðan 1949, so er tað vorðið alsamt meira vanligt seinastu árini at halda aðra dagar at minnast tey, ið eru farin á annan hátt, millum annað komandi sunnudag. - Tað er virðiligt í einum kristnum samfelag sum okkara, at vit hava slíkar dag­ar. Seinastu árini hava vit eisini fingið ein dag, har vit minn­ast tey, sum eru farin í ferðsluni, með­an vit í guds­ tæn­astuni Alla halg­anna sunnudag seinna­part hava minn­ingarhald fyri børn, ið farin eru, sigur Uni Næs, dóm­próstur. Kia Picanto 1.1 Automatic til sølu Ein sera vælhildin garasjubilur til sølu vegna serligar umstøður. Bilurin er sum nýggjur, bert koyrt km 18.900. Er nýsýnaður, eyka tectyl viðgjørdur, og er kamreimin skift. Eyka felgur við píkadekkum fylgja við. Til sølu fyri 65.000,- Áhugaði kunnu ringja á tlf 31 58 00 eftir klokkan 17. Leys størv á Landssjúkrahúsinum Fysioterapeutur til fysioterapideildina Umsóknarfreist 10. november 2017 Leiðandi ljósmóðir til Ljósmøðratænastuna (endurlýsing) Umsóknarfreist 4. november 2017 Radiografur til Røntgendeildina Umsóknarfreist 26. okt. 2017 Læknaskrivari til B&U Umsóknarfreist 20. nov. 2017 Varaleiðari til barnadeildina Umsóknarfreist 1. desember 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo Søkt verður eftir fólki til granskingarverkætlan innan varandi orku. Verkætlanin hevur til endamáls at greina vindviðurskifti í Føroyum út frá mátingum og modellum, og styrkja vitanargrundarlagið handan strembanini eftir at gera Føroyar til eitt grønari samfelag. Talan er um eitt 3 ára ph.d. starv ella 2 ára post.doc. starv. Nærri lýsing sæst á www.setur.fo. Umsóknarfreistin er 20. november 2017. Granskingarstarv á Fróðskaparsetrinum Tøkk Hjartans takk til tykkum øll sum luttóku í leitingini eftir Mortan Leo Clothier, sum sjóláts í Skopunarfirði 31/8-17. Takk til tykkum øll sum vitjaðu inn á gólvið og á ein og hvønn hátt fjálgaðu um familjuna. Takk til øll sum hjálptu til í samband við minningarhaldið. Hjartans takk til tykkum øll sum á ein og hvønn hátt hava verið við til at troysta familjuna í hesu sváru tíð. Familjunar vegna Fróða, Sámal, John, Dagmar og Beinta UMHVØRVISGÓÐKENNING Umhvørvisstovan hevur hin 1. november 2017, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent: Goymsluplássið hjá IRF til innballað burturkast í grótbrotinum Úti á Vík, í Skarðshaga í Leirvík Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til : Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo