týsdagur 31. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Tekur tú heilivág fyri at gerast rús
ávirkaður ella fyri at skapa tær
fjarstøðu til tínar trupulleikar, so
er talan um misbrúk av heilivági.
Mest vanligu sløgini, sum verða
misbrúkt, eru morfinheilivágur og
benzodiazepinir, sum er heilivágur
móti ávikavist pínu, ótta, órógvi
og svøvntrupulleikum, umframt
at heilivágur, sum sjúklingar við
ADHD taka, eisini kann elva til
misbrúk.
Tú ert vorðin bundin, tá tú hevur
eina stóra trongd til evnini í hesum
heilivági. Avleiðingin er, at tú fært
ófjálg eyðkenni við abstinensum
ella uppisetureyðkenni, sum tað
eisini kallast á føroyskum, tá tú
ikki fært heilivágin í nóg stórum
nøgdum.
Bundni vísir seg eisini við, at tú
hevur eina sterka trongd og setir til
síðis onnur viðurskifti í gerandis
degnum fyri at fáa fatur á og taka
heilivágin.
Roynir tú at gevast við teirri av
leiðing, at tú fært órógv í likam og
sál - tú fert at sveitta, fært maga
pínu og uppisetureyðkenni – ja, so
ert tú vorðin bundin at heilivági.
Soleiðis, sum misbrúkið menn
ist, noyðist tú sum frá líður at taka
størri og størri nøgdir fyri at fáa
rúsin.
Langdrigin tíðarrás
Gongdin við misbrúki kann vera
ógvuliga ymisk, men sum oftast
hava fólk góð tíðarskeið, har mis
brúkið líka sum er undir eftirliti –
og síðan onnur tíðarskeið, har við
urskiftini eru út av lagi.
Ert tú fyrst vorðin bundin av
heilivági, er tíðarrásin oftast lang
drigin og verður merkt av nógvum
ymiskum støðum. Heilsan kann
gerast verri, arbeiðsevnini minka,
og tú kanst koma í eina trupla fíggj
arliga støðu.
Í Danmark vísa tøl, at fimm
ella seks av hvørjum 100 íbúgvum
onkustaðni í lívinum kunnu koma
út í álvarsligt misbrúk.
Um tú regluliga tekur stórar
nøgdir av heilivági, eitt nú móti
pínu, sálarórógvi ella svøvnloysi,
kanst tú gerast bundin.
Sálarligar líðingar og tyngjandi
kor í lívinum kunnu eisini hava
sína ávirkan.
Nøkur fólk menna misnýtslu,
tí tey áður hava fingið heilivág
sum lið í viðgerð av sjúku, har tey
merktu, at heilivágurin gav teimum
ein fjálgan rús.
Viðgerð móti misbrúki
Tá tú ert vorðin fongdur við mis
brúki, er byrjanin til at gerast rús
frí/-ur ein gjøllig sálarlig meting og
heilsukanning, soleiðis at læknin
kann gera eina sjúkugreining og
meta um fylgjurnar av misbrúk
inum.
Viðgerðin fer fram við heilivági,
samrøðuviðgerð og ymiskum hætt
um fyri sosialum stuðli og endur
búgving.
Soleiðis stendur viðgerðin við
heilivági sjáldan einsamøll.
Líðandi minkingin og fyribyrgj
andi viðgerðin við heilivági eigur at
vera liður í einari samlaðari viðgerð
móti misbrúki.
Viðgerðin fevnir um trupulleik
arnar við heilivági, og hon fevnir
um sálarligu og sosialu trupulleik
arnar.
Heilivágurin, sum verður brúkt
ur í samband við avvenjing burtur
úr misbrúkinum, skal byrgja upp
fyri, at tú fært abstinensir ella
uppisetureyðkenni og afturstig.
Hvussu hendir tað?
Tá fólk gerast sjúk, er vanliga
mannagongdin, at læknin kann
ar viðkomandi og ger eina sjúku
greining. Síðan skrivar læknin út
heilivág í ávísari nøgd.
Tá sjúkan er burtur eftir ávísari
tíð, heldur viðgerðin uppat gjarna
uttan stórvegis trupulleikar.
Men, soleiðis gongur tað bara
ikki altíð – og hjá øllum – sum fáa
heilivág móti pínu, ótta ella svøvn
trupulleikum.
Hóast læknaávísing um ávísa
nøgd, taka summir sjúklingar heili
vágin í størri nøgdum og yvir eina
longri tíð, enn tilmælt verður.
Sjúklingurin misbrúkar heili
vágin, og tey eru nøkur, sum rætti
liga gerast bundin.
Nøkur eru í størri vanda enn
onnur fyri at gerast misbrúkarar,
men tað, at tú ert í vandabólkinum,
merkir kortini ikki, at tú neyðtur
viliga verður misbrúkari. Hinvegin
eigur tú tá at halda teg neyvt til tað,
sum læknin fyriskipar.
Hvør er í vandabólki?
Øll kunnu gerast misbrúkarar av
heilivági, men tey, sum serliga eru
í vandabólki, eru hesi –
•
Fólk við langdrignum
likamligum líðingum
•
Fólk við sálarligum líðingum
•
Fólk sum áður hava verið
fongd við misbrúki
•
Fólk, sum eru skyld við
misbrúkarar
•
Ungdómur og fólk fyrst í
20’unum
•
Fólk sum ikki eru kunnaði um
vandan
Kelda: www.min.medicin.dk/ www.
netdoktor.dk
Nær ert tú
misbrúkari
av heilivági?
Øll kunnu gerast misbrúkarar, men hvørji eru tey,
sum serliga eru í vandabólkinum, og hvørji sløg av
heilivági eigur tú serliga at ansa eftir?
Soleiðis, sum misbrúkið mennist, noyðist
tú sum frá líður at taka størri og størri
nøgdir av heilivágnum fyri at fáa rúsin
Nøkur eru í størri vanda enn onnur fyri at gerast misbrúkarar, og ikki minst
hesi eiga at halda seg neyvt til tað, sum læknin fyriskipar