Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann 17. oktober í fjør fór tú heim til Gud, sum tú segði við okkum, “ger tað, sum er best fyri okkum”. Góðasta Anna Kristina, soleiðis vart tú - altíð tann, sum fevndi og ugg­aði onnur, og sjálvt tá tú vart rakt av herviligu sjúkuni, og vit ikki høvdu orð, ja so uggaði tú okkum, og tú hvíldi í Gudi. Minnist fyrstu ferð eg møtti tær – tú og Eyðfinn komu at vitja í Essa­ lág, bleiv so kløkk, tí eg visti ikki, at stóribeiggi hevði damu, og tað hava vit trý flent eftir nakrar ferðir. Tá tú flutti til Leynar, vart tú ikki einsamøll, men trý so fitt børn komu við: Michael, Lisbeth og Joan, og seinni fingu tit so Jákup Olaf og Tóru, so tað bleiv ein hampuliga stór familja, men hóast plássið ikki var av tí mesta, so var heimið í Leynum altíð fult av øðrum børn­ um, tí tú við tínum stóra hjarta fevndi øllum. Tú vart útbúgvin sjúkrahjálpari í Danmark, og fyrstu tíðina, eftir at tit vóru flutt til Føroyar, arbeiddi tú á ellis- og røktarheiminum Á Sýnini í Miðvági, men seinni fekk tú starv á Føði­deildini á Lands­sjúkra­hús­in­ um, og hetta bleiv títt lívs­starv. Tú vart so sera nógv avhildin, og eg veit, at sagt varð, at “har sum Anna Kristina hevði verið, var ikki neyð­ ugt at fara aftur umaftur!” Soleiðis vart tú, so álítandi í øllum, tú gjørdi. Tá pápi lá sjúkur, og vit skiftust um at verða í Leynum og vakja yvir honum, vart tú beinanvegin klár at hjálpa - tit bæði komu so sera væl út­av tí, hann var so tryggur við teg. Tá yngsta dótturin búsettist í Streym­nesi, og har blivu bygd hús at selja, valdu tit at keypa og flyta hagar. Tit fingu eitt deiligt heim í Streym­nesi, og tað er so meinings­ leyst, at tit ikki kundu fáa fleiri ár har. Tað er so mangan, eg havi hug at verða ill við Gud, men, sum tú sjálv segði, “Gud ger tað, sum er best fyri okkum”, men vit skilja ikki. Tú var so stillfør, so eg bleiv ikki sørt bilsin, tá tú helt røðu á há­tíð­ar­ løtuni á Føðideildini fyri stóru­systi tíðaliga á sumri 2016, og tá Joan og Regin giftust seinast í 30. juli 2016, helt tú eina flotta røðu. Lítið vistu vit, at tú umleið 2 ½ mð. seinni ikki var ímillum okkum meir. Tað er gott, at Gud hevur skapt okk­um soleiðis, at vit ikki kenna fram­tíð­ ina. Á føðideildini starvaðist tú frá nov. 1987 til okt. 2017, tá herviliga sjúkan gjørdi, at tú ikki orkaði meir, og aftur her sást, hvussu av­ hildin tú var, tí bæði ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar vóru so røsk at vitja teg, og til jarðarferðina vildu tey standa fyri ervinum, so familjan onki skuldi gera – so sera vakurt gjørt! Tú ynskti, at ístaðinfyri blóm­ur, kundi peningur verða latin Føði­ deildini, og har hongur nú ein máln­ ing­ur av eini kvinnu, sum gev­ur bróst – ein so vakur máln­ing­ur, og har stendur á, at hes­in málningur er til minnis um teg. Tú vart í Dan­ mark á skeið og fekk prógv í brósta­ gev­ing, so málningurin hóskaði sera væl. Góðu Eyðfinn beiggi, Michael, Lisbeth, Joan, Jákup Olaf og Tóra og tykkara kæru, Jesus styrki og troysti tykkum og hjálpi tykkum víðari í lívinum. Ein dag møtast vit aftur, har ongin sjúka, sorg og deyði eru. Friður veri við minninum um mína kæru og nógv saknaðu svigar­ innu Annu Kristinu Jacobsen. Anna NØVN Til minnis um mína kæru svigarinnu Annu Kristinu Jacobsen fødd Henriksen, ættað úr Sørvági. f. 05.11.1952 d. 17.10.2016 Framsókn tosar um "frælsi" at keypa brennivín í handlum. Tað er patetiskt. Og tey styðja síni argument við manipulatión Sjúrður Skaale Framsókn svingar seg ordiliga upp í hesum døgum við eini nýggj­ari sak: Alkohol skal inn í mat­vøru­ handl­arnar! Formaðurin, Poul Michelsen, hevjar ta ideologiska, liberala flaggið, og sigur, at tað snýr seg um "per­sónliga frælsið hjá fólki, so at tey ikki føla, at tey eru sett undir for­myndarí". "Tað er frælsið, sum fær fólk at drekka minni, tí tá ið fólk fáa frælsi, duga tey eisini at umsita tað", sigur hann. Og fyri at styðja sína ideologisku sannføring við fakta, vísir hann á, at "í Danmark minkar nýtslan av rúsdrekka, hóast har er frí rús­ drekka­søla", og at, "bæði í Noregi og í Svøríki, sum hava einkarsølu, er nýtslan veksandi". Men fakta er, at nýtslan - og mis­ nýtslan - er væl hægri í Danmark enn í Noregi og Svøríki! Í Danmark drekka fólk millum 9 og 10 litrar av reinum alkoholi um árið. Í Svøríki er talið góðir sjey litrar - og í Noregi og Íslandi umleið seks litrar. Eg skal ikki siga, at Poul lýgur - men manipulatión er hetta. Poul Michelsen ásannar, at nøk­ ur hava trupulleikar av rús­drekka, men leggur mestan dentin á, at "rúsdrekka er sálarbót fyri tey sum duga". Vit hava altso ein floksformann og landsstýrismann, sum alment setir rúsdrekka í sambandi við sálarbót. Gud viti hvat tey, sum kenna til trupulleikarnar av alko­ holi, munu halda um slíka talu frá hægsta stað. Ábyrgdarfull er hon ikki... Alt vendir øvut Ruth Vang kemur við tí pástandi, at: "tess verri tað er at fáa fatur á rúsdrekka, tess verri drekka fólk", og ger tí ta niðurstøðu, at "tað ring­ asta vit kunnu gera, er at av­marka atkomuna til rúsdrekka". Vit hava altso fólk - bæði í Før­ oyum og aðrastaðni - sum arbeiða við teimum avleiðingum, ið mis­ nýtsla av rúsdrekka hevur við sær. Tað, Ruth sigur, gongur BEINT ímóti tí, hesi fólk siga: Jú lættari alko­hol er fáa fatur á, jú meira verður drukkið. Tað gongur eisini ímóti hagtølunum yvir, hvussu nógv fólk drekka í Norðurlondum: Jú fríari tað er, jú meira drekka fólk. Í Onglandi eru í dag risastórir trupulleikar av alkoholmisnýtslu - ikki minst millum ung. Og tey, sum arbeiða innan økið, eru ikki í iva um orsøkina: Alkohol er blivið sera bíligt, og fæst í hvørjum handli! Hvíti kassin Framsókn vísir eisini til støðuna í Føroyum, tá fólk bíløgdu rúsdrekka úr Danmark. Tá var tað ringt at fáa fatur á, og tá var lítið skil í, sigur flokkurin. Men eisini hetta er mani­pula­ tión. Tí tá bíløgdu vit seks ella 12 fløsk­ur í senn. Tað var roksut at bíleggja - men tá kassin var komin, var rúsdrekka sanniliga lætt at fáa fatur á: 12 fløskur stóðu í hjallinum! Skal logikkurin hjá Framsókn fylgjast, skuldi hetta havt við sær, at lítið bleiv drukkið - har var jú ovmikið til... Ikki ein vøra sum aðrar Vit, sum ikki hava trupulleikar av alkoholi, rinda í dag ein prís: Vit mugu í Rúsuna ella á eitt bryggjarí at keypa. At siga at hetta skerjir okkara "frælsi", sum Framsókn vil vera við, er kortini rættiliga patetiskt. Mong fólk á jørðini eru ófræls. At sammeta okkum við tey, tí vit mugu keypa rúsdrekka í Rúsuni, er ikki rímiligt... Men koyra vit rúsdrekka í handl­ arnar, fara vit eisini at rinda ein prís. Og tann prísurin kann gerast so stórur, at tað gevur meining at tosa um skert frælsi! Tí er tað nakað, sum kann skerja frælsið hjá ein­staklingum og teirra familjum, so er tað misnýtsla av alkoholi. Tá nú allar royndir siga, at jú lættari rúsdrekka er at fáa hendur á, jú størri verður misnýtslan, so eiga vit at lurta. Spurningurin er, hvat skal viga meir, tá politiska avgerðin skal tak­ ast: At sleppa meirilutanum undan túrinum í Rúsuna - ella at sleppa minnilutanum undan tí prísi hann fer at rinda, um vit javnseta breyð og alkohol, í handlunum. Framsókn hevur valt sína liber­ alu ideologi. Vónandi velja onnur sosialu atlitini. KJAK Brennivín og breyð skulu ikki javnsetast