týsdagur 31. oktober 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127
Eivind Petersen
13. januar 1928 – 20. oktober 2017
in memoriam
Eg sá teg mangan spelknan standa
blíðan handan krambaborð,
har tú kundum gekst til handa
blíðmæltur við hvørt títt orð.
Krambúð tín tó ei var staðið,
har tú bert fekst dagligt breyð,
nei, her mangan gott var lagið,
hugnaprát um fisk og seyð.
Her tey møttust lagnuløtu,
her tey nutu gleðistund,
her tey løgdu stilt á gøtu,
her tey hildu fróðarfund.
Friðarlig nú stendur skiva,
tøgn er báðu megin borð,
tí nú liðugt er at liva,
sløkt er smíl, og tagnað orð.
Hálvmørk har tú ungur tráddi
fyrstan tíni krambaspor,
har tú sáð til stórverk sáddi,
lívsins fræ til vælakor.
Kirkjan tær var himnaglotti,
her tú tænti alt títt lív,
her tú trúarvissu átti,
skírdi børn og festi vív.
----
Góði Eivind, tøkk eg sigi,
nú tú fórst í annað hold,
holli vinur: Hvíl í fríði
ævinleikans blund í mold.
----
Tit, sum øll nú syrgin sita,
eftir har sum Eivind stóð,
eiga eftir vakran vita,
- gleðiblunk og minnir góð.
pmp
NØVN
Minningarorð um okkara høgt elskaða dóttur
Heidi Næs.
14.08.78 – 22.12.16
Vit sita her og hugsa um hvussu lívið
hevur forma seg. Vit fingu fimm børn
og tað var gott, at vit komu at kenna
Jesus, sum okkara persónliga frelsara
og kundu soleiðis fortelja teimum,
at Jesus lat seg negla á ein kross
fyri tey. Tað var gott, at ein dagur
upprann, tá tey tóku ímóti Honum,
sum sín persónliga frelsara. Tað
besta sum kundi henda var, at tey
blivu frelst, og kundu fortelja um
Hann heima við hús, har tey komu
og at ein dag síggjast aftur í himlinum.
Vit eru takksom, at Heidi, sum
okkara yngsta barn kundi fara heim til
sín frelsara við einum friði.
Heidi var altíð so glað. Sum ung
genta, 17 ár, fór hon suður til Trongis
vág, at hjálpa systur síni Simonu, tá hon
fekk sítt fyrsta barn, og har kom hon at
kenna Boga, og tey blivu forelska og
sera góð.
Í 1999 giftust tey og búsettu seg í
Hvalba, har tey bygdu sær eitt heim.
Fyrsta barn hjá Heidi og Boga var Lea,
ið var fødd 6. aug í 2002, síðani komu
tvíburðasystrarnar Sandra og Sarita 26.
mars 2004, so kom Lóa 25. sept 2009 og
Vón 13. juni 2011.
Heidi og Bogi fingu 17 góð ár saman.
Hugnaligt og hjartaligt var altíð, at
koma at vitja heima hjá teimum. Tá ið
tey fóru til borðs takkaðu tey fyri matin
við bøn ella sangi. Tað sum sermekti tey
var, at seta Harran høgt og æra Hann.
Persónleikin
hjá
Heidi
og
trúgvin merkti hana heilt frá barna
árunum. Hon hugsaði nógv, og var
skjót at sitera bíbilvers. Hon segði
eisini altíð tað, ið lá henni á hjarta,
ballaði ikki nakað inn og var ærlig
og hjálpsom. Hon var ein sólstrála, ið
lyfti onnur upp, og var altið við tí góða.
Men í 2014 bleiv Heidi sjúk, hon
vantaði at blíva frísk, men so varð ikki.
Hon dugdi væl at taka tíðina, hon var
sjúk, og tað kom av at hon átti Kristus
í sínum hjarta. Vit sakna teg góða Heidi
og hava ta álit at Harrin tekur sær av
okkum øllum.
Mamma og babba
Minningarorð um
Honnu Johansen
Fødd 12.02.1961 04.11.2016
Hósdagin 3. November 2016 var ein góð
ur dagur í lívinum hjá Honnu. Lagið
var gott, tað var nógv, ið hon gleddi seg
til. 3 dagar seinni skuldi hon til Århus
at vitja dóttrina Kristinu, og í januar
skuldi hon til Istanbul til dóttrina
Barbaru og versonin Jónas. Eisini vísti
hon okkum myndir av hundinum, ið
systirin skuldi fáa, og sá hon fram til
at vera “barnagenta” hjá honum. Hóast
nokk var at gera henda dagin, hevði
hon sum altíð yvirskot til at skemtast
og síggja tað stuttliga í heldur løgnum
støðum. Hennara eyðkendi látur fylti
deildina, sum so ofta áður, og kl. 15 fór
hon í elevatorin og rópaði “Vit síggjast í
morgin” og fór glað heim. Men so skuldi
ikki verða, og morgunin eftir fingu vit
tey tungu boð, at okkara kæra Hanna
ikki var millum okkum longur.
Hanna byrjaði á B8 1. November 1999.
Skjótt sást, at hon var gjørd úr nøkr
um heilt serligum. Hon hevði drúgvar
royndir úr DK og fall skjótt til á deild
ini. Hóast hon ongantíð breggjaði sær
av síni vitan, var okkum skjótt greitt,
hvussu gløgg og evnarík Hanna var.
Intelligent og skilagóð sum fáur í sín
um eygleiðingum og samstundis full
av umsorgan í síni medferð, bæði fyri
okkum starvsfelagum og fyri sjúkling
unum. Harafturat hevði hon framúr
menniskjaligar eginleikar, altíð var hon
líka umhugsin og spurdi inn til okkara
lív, tað verði seg familju, áhugamál o.a.
Ongantíð gekk hon við slaturi ella tos
aði niðrandi um onnur, tað hevði hon
barasta ikki tørv á.
Nógv hava vit upplivað saman gjøgn
um hesi 17 árini. Vit vóru í náttarvakt,
tá Obama bleiv tikin í eið sum fortseti á
fyrsta sinni, tá Fogh bleiv afturvaldur,
og sólarmyrkingina sóu vit saman av
takinum á Landssjúkrahúsinum. Eisini
hava vit verið á hjartafakligari kongress
í Stavanger á vári 2014. Kongressin
endaði við einum lutakasti millum allar
nærum 500 luttakararnar um m.a. ein
i-pad. Hanna gjørdist hepni vinnarin
og tað var sera stuttligt at síggja hana
ressast úr stólinum, og gladbeint uttan
himpr leypa uppá pallin at taka ímóti
vinninginum. Sigast skal, at hon ikki
var serliga áhugað í tílíkari tøkni, og
hennara foroldaða Sony Ericsson tele
fon var næstan antikk, tá hon langt um
leingi, helst eftir ráðum frá døtrunum,
endiliga keypti sær eina Samsung snild
fon.
Hanna var sera fitt í hondunum. Var
trupult at leggja eina venflon ella taka
ein arteriu punktur, var gott at heita á
hana, tí tað eydnaðist sum oftast hjá
henni. Eisini var hon ófør at binda, og
alt var so serstakliga vælgjørt, ið hon
slepti av hondum.
Hanna elskaði sínar fittu døtur yvir
alt og tosaði sjálvsagt nógv um tær. Av
røttum var hon so sera errin av teimum,
og gjøgnum árini hava vit fylgt teimum
frá síðulinjuni. Tá onnur var í Onglandi,
tá tær blivu studentar, og nú tær lósu
víðari í hvør sínum heraðshorni. Eisini
tosaði hon nógv um Jákup og hansara
list, og vísti hon okkum ofta málningar,
ið hann hevði málað.
Tá man hevur arbeitt tætt saman
ígjøgnum so mong ár, kemur man at
kennast rættiliga væl. Vit kenna styrkir
og veikleikar hjá hvørjum øðrum, og
kennist tað sum vit hava mist eina syst
ir. Missurin er so sera svárur, og tað er
ikki dagur, har vit ikki tosa um og minn
ast Honnu. Sorgin er enn tung og beisk,
men gleðin og takksemi fyri at hava
havt hetta fantastiska menniskja ímill
um okkum í so mong ár fløvar hjartað.
Vit hugsa um tykkum, Jákup, Krist
inu, Barbaru, mammuna og systrina. Má
Harrin styrkja tykkum í hesi sváru sorg.
Góða, kera Hanna! Nógvar góðar og
stuttligar løtur hava vit at minnast á,
saknurin er stórur. Tú vart so løtt og
skemtilig, dugnalig, glað og við uppá
tað. Alt tað tú visti og tín stuttligi máti
at siga tingini uppá, fara vit ongantíð
at gloyma. Tú fert altíð at liva víðari
millum okkum, ein fyrimyndarligur
starvsfelagi, vinkona og menniskja.
Takk fyri alt og hvíl í friði.
Systrarnar á B8