Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. november 2017 · Nr. 127 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fyri umleið tveimum mán­ að­um síðan heittu eitt nú Felag­ið Nótaskip og Varðin í Gøtu á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoy­dal, um loyvi at flyta part­ar av sildakvotuni fyri 2017 til 2018. Ein av orsøkunum til áheitan­ina er, at Føroyar í silda­vertíðini hesaferð hava eitt móttøkuvirki minni, nú Varðin Pelagic á Tvøroyri brann tíðliga í summar. 9. juni. Haraftrat er sildakvotan í ár so mikið stór, at vandi er fyri, at prísurin á sild kann gerast rættiliga lágur, sum sein­asta tíðin eisini hevur víst. Miðalprísurin, sum skipini hjá Varðanum í Gøtu fingu fyri sildina í ver­ tíðini í fjør, var 6,45 krón­ ur fyri kilo. Hinvegin er sildamarknaðurin so sperdur í løtuni, at bæði í Føroyum og Noregi liggur miðalprísurin á sild, landað til matna, á 2,80 krónur fyri kilo, samstundis sum væntandi er, at prísurin fer at lækka upp aftur meira. Men, nú hevur lands­ stýris­maðurin í fiski­vinnu­ mál­um talað og hevur sent út eina fráboðan, sum kann loysa upp fyri, at sildaprísurin kanska kann halda sær á einum nøku­ lunda støði, eins og tað fer at bera til at goyma sild og svart­kjaft til 2018, tá eitt nú silda­kvotan hugsandi verður væl minni enn í ár. 25 prosent flyting Í fráboðanini hjá Fiski­mála­ ráðnum verður kunn­gjørt, at Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður í fiski­vinnu­málum, hevur gjørt av, at tey, ið hava eginkvotu av norðhavssild í 2017, kunnu flyta upp til 25 prosent av síni kvotu til 2018. - Talan er um ávikavist egin­kvotur, sum eru til­ lutað­ar sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og egnar árskvotur, ið eru keypt­ar á uppboði í 2017, sig­ ur Fiskimálaráðið. Landsstýrismaðurin hev­ur eisini gjørt av, at tey, ið hava egna árskvotu av svartkjafti, kunnu flyta upp til 10 prosent av egnu árs­ kvotu­ni í 2017 til 2018. - Avgerðin fevnir um ávika­vist egnar árskvotur, sum eru tillutaðar sambært løg­tingslóg um vinnuligan fiski­skap og egnar árskvotur, ið eru keyptar á uppboði í 2017. Strika avreiðingargjald Í fráboðanini hjá Fiski­mála­ ráðnum verður lagt aftrat, at fyri at stuðla und­ir møgu­ leikan at fiska av norð­havs­ sildakvotuni fyri 2017, nú móttøkuorkan til matna á landi í Føroyum er skerd, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini sent løgtinginum uppskot um at strika avreiðingargjaldið, sum er lagt á makrel og norð­ havs­sild, um landað verður uttan­lands ella til útlendskt mót­tøkuskip. - Talan er um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svart­kjafti og botnfiski í Barents­havinum í 2017, sum verður send til hoyringar í vikuni. Í uppskotinum verður ásett, at avreiðingargjaldið verð­ur tikið av við virknað frá framløgudegnum í løg­ tingi­num. - Treytin fyri at avtaka av­ reiðingargjaldið og at loyva, at partur av kvotu keypt á upp­boði í 2017 kann flytast til at verða fiskað í 2018, er, at løgtingið tekur undir við ætlaðu broytingunum. Lagt verður aftrat, at veiði­gjaldið fyri kvotu, sum verður flutt frá 2017 til 2018, verður samsvarandi lóggávu um veiðigjald í 2018. - Her verður víst til upp­ skot til løgtingslóg um veiði­ gjald, sum verður sent til hoyr­ingar í vikuni. Í Fiskimálaráðnum leggja tey aftrat, at flutt kvota, sum er keypt á uppboði, verður ikki áløgd veiðigjald. Formliga í kunngerð Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður, sigur í viðmerking til Sosialin, at avgerðin um at flyta kvotu frá 2017 til 2018, soleiðis sum hann nú alment hevur fráboðað, verður form­liga staðfest í teimum kunn­gerðum, sum skipa fiski­skapin eftir ávikavist norð­havssild og svartkjafti í 2018. - Fyritreytin fyri flyt­ing­ ini er sostatt, at fiski­vinnu­ lóggávan í 2018 loyvir hes­ um, men lagt verður upp fyri hesum í uppskoti til løg­tings­lóg um fyrisiting av sjó­feingi, eins og í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Landsstýrismaðurin sigur, at rættindahavari kann í 2018 bert fáa útskriva fiski­loyvi til flutta kvotu, um viðkomandi lýkur tær tá gald­andi treytir um at kunna fáa fiskiloyvi. - Vit hava tosað saman í samgonguni um hesar broyt­ingar, sum semja er um at seta í verk, og vinnan kann nú fyrihalda seg til hesa fráboðan, sum fær gildi frá framløgudegnum, sigur Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður í fiskivinnumálum. FISKIVINNA HØGNI VIL LOYVA FLYTING AV SILD OG SVARTKJAFTI Í gjár – týsdagin – sendi Fiskimálaráðið út eina fráboðan, sum partur av uppsjóvarvinnuni hevur bíðað eftir. Fráboðanin snýr seg um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, vil loyva flyting av silda-og svartkjaftakvotu frá 2017 til 2018, eins og landsstýrismaðurin er sinnaður at taka av avreiðingargjaldið fyri landingar uttanlands ella til móttøkuskip í 2017 - Vit hava tosað saman í samgonguni um hesar broytingar, sum semja er um at seta í verk, og vinnan kann nú fyrihalda seg til hesa fráboðan, sum fær gildi frá framløgudegnum, sigur Høgni Hoydal Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av, at tey, ið hava eginkvotu av norðhavssild í 2017, kunnu flyta upp til 25 prosent av síni kvotu til 2018