Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127 Stjóri til Sernám ENDURLÝSING Brennir tú fyri sernámsfrøðiliga økinum og vilt slóða fyri góðum læri- og menningarmøguleikum hjá børnum og ungum við serligum tørvi, so er hetta eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum. Starvið Uppgávan hjá stjóranum í Sernámi er at leiða ein stovn, har ráðgeving innan sernámsfrøði er kjarnuøkið. Stovnurin skal veita stovnum og skúlum dygdargóða fakliga ráðgeving í sernámsfrøðiligum spurningum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar, tí stovnurin er í eini broytingartilgongd, har uppgávan hjá stjóranum verður at leiða hesa tilgongd víðari og tillaga stovnin. Ætlanin er eisini at styrkja knýtið millum Sernám og Nám í sambandi við námsfrøðiliga menning og ráðgeving, ið fatar um alt útbúgvingarverkið. Søkt verður eftir stjóra, sum • skal mynda og menna Sernám og standa á odda fyri at menna sernámsfrøðiliga økið • skal hava fakligu leiðsluna av virkseminum á stovninum • skal hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina á stovninum • hevur framtíðarhugsanir innan sernámsfrøðiliga økið • er framtakshugaður, sær møguleikar heldur enn forðingar, og dugir at finna loysnir • skal duga at gagnnýta samstarv við aðrar stovnar • skal skapa virðing fyri stovninum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk • skal tryggja, at starvsfólkini hava møguleika fyri førleikamenning • skal fylgja væl við og luttaka í orðaskifti innan økið, úti og heima • skal ráðgeva Mentamálaráðnum í viðurskiftum, sum stovnurin umsitur Stjórin skal tryggja, at virksemi stovnsins er á einum høgum fakligum støði, og at játtanin verður nýtt á fullgóðan hátt. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið frá hægri lærustovni og arbeiðsroyndir, sum hava týdning fyri starvið. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjari hevur leiðsluútbúgving og leiðsluroyndir. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur sýnt • góðar førleikar at standa á odda fyri sernámsfrøðiligari menning • góð leiðslu- og samstarvsevni og mennandi leiðslustíl • vilja og evni at royna nýggjar leiðir Vit bjóða Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við skúlar, stovnar og skúla- og stovnsleiðslur. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Setanar- og lønartreytir Starvið er sáttmálasett og lønt í 37. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins uttan tó at vera tænastumannastarv. Lønin er kr. 47.861,26 umframt 15% í eftirlønargjaldi. Starvið verður lýst til setanar frá 1. november 2017 ella skjótast møguligt eftir tað. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella mmr@mmr.fo Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. oktober 2017. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Poul Geert Hansen, aðalstjóra, á tlf. 55 50 10. MENTAMÁLARÁÐIÐ Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum við egnari rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Sernám hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og veita ráðgeving til stovnar og skúlar o.o., sum varða av børnum og ungum. Í Sernámi starvast í løtuni 35 fólk. Sí heimasíðuna hjá Sernám www.sernam.fo MENTAMÁLARÁÐIÐ