Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Carl Nielsen f. 16.07.1943 – d.04.07.2017 Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, abbi og langabbi andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum øll, sum vitjaðu hann á hansara sjúkralegu og vóru til troyst og uggan fyri hann. Tøkk fyri blómur, kransar og fyri peningagávu til Kristnastovu. Tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt hjálptu til til jarðarferðina og ervið. Vit takka eisini tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Kirsten, Annika og Lis Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jónhild Johansen (f. Isaksen) f. 03.11.1926 d. 26.09.2017 andaðist og varð jarðað Takk til Torleif Johannesen fyri vøkur og troystarrík orð á Røktarheiminum, Símun Jacobsen í kirkjuni og til jarðarferðina. Takk til berarar, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Takk til tykkum øll sum á ein ella annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk fyri peningagávur til Røktar/- og Ellisheimið í Runavík. Takk til tykkum øll, sum vóru um hana hesi seinastu árini. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík fyri umsorgan og kærleika tíðina hon búði har. Familjurnar vegna Ragnhild, Paula og Jonna v/fam. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá systir okkara Julia Signa Klein f. 13.07.33 - d. 12.07.17 andaðist og varð jarðað. Vit takka tykkum, sum vóru um Juliu seinastu tíðina. Ein hjartalig tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Takk tit øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Polonia og Andrias. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggji okkara Niels Olafson Durhuus (vanliga nevndur Niels á Posthúsinum) f. 24.12.1934 – d. 25.05.2017 Andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Mørkini í Streymnesi og á Heiminum á Grønanesi fyri alla hjálp og umsorgan, ta tíð hann var hjá tykkum. Tøkk til Marjun Kálvalíð, prest, fyri góð og troystarrík orð á Heiminum á Grønanesi og fyri vøkru taluna til jarðarferðina. Tøkk til kirkjukórið fyri vakran sang, tá komið varð í kirkjuna og tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar.Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og fyri peningagávu til Heimið á Grønanesi og tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Johild, Ann og Kári Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Sanna Højgaard fødd 02.07.1926 – deyð 09.09.2017 andaðist og var jarðað. Vit takka fyri tíðina hon var bæði á Heiminum á Mýrunum og á Eysturoyar Røktarheimi Takk fyri heilsanir og gávu til Frírikskirkjuna. Og stóra tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Marid, Jóna, Páll, Oddfríða og Per Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum fyri sýnda samkenslu tá okkara elskaða mamma,vermóður,omma og langomma. Sonja Nielsen andaðist og var jarða Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Vallalíð, sum vóru um hana tað seinastu tíðina. Takk til Bergur prest,kirkjutænarar, urguleikara,forsangarar og Theodor Petersen fyri vakran sang. Takk til tykkum,sum hjálptu til ervi. Takk fyri kransar,blómur og minnisgávur, Takk til skarðan, sum fylgdi Sonju til Hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegnað Terje og Elsa við familju DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á