Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. oktober 2017 · Nr. 127 STARVSLÝSING Eru tit laborantarnir vit leita eftir? Vit søkja eftir tveimum laborantum til spennandi og avbjóðandi starv á Patologisku kanningarstovuni. Okkara uppgávur fevna m.a. um: • at ávísa smittu/sjúku í fiski og djórum • reinføriskanningar fyri sjúkuelvandi bakteriu • at kanna mótstøðuføri hjá seyði móti ridluskriða • innkoyring og góðskutrygging av nýggjum kanningum • viðlíkahald og menning av okkara góðskuskipan. Vit nýta framkomnar kanningar, so sum PCR, real-time PCR, sekven- tering, NGS, bioinformatik, ELISA, IFAT og dyrking av virus á kyknum. Tú skalt: • hava lokið prógv sum laborantur ella aðra tilsvarandi útbúgving • duga føroyskt og/ella norðurlendskt í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við: • omanfyrinevndu kanningum • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025 • vanligum telduskipanum, LIMS og journalskipanini 360. Vit bjóða Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður ein týðandi partur av at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit. Setanarviðurskifti Bæði eru fulltíðarstørv. Tað eina við setan frá 1. januar 2018 ella skjótast til ber. Hitt frá 1. februar 2018. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Roknast kann við arbeiði í vikuskiftinum. Umsókn Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs@hfs.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 17. november 2017, kl. 24.00. Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Debes H. Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc@hfs.fo. Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnu- málaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum. Patologiska kanningarstovan er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Vit eru ein nútíðar kanningarstova við mest framkomnu útgerð til mýlislívfrøðiligar, immunologiskar og aðrar kanningar. Vit eru seks starvsfólk og ein lesandi. Smyrilsvegur 7, FO-100 Tórshavn, teldupostur: hfs@hfs.fo - VIL TÚ VERA DAGSTOVNALEIÐARI - Runavíkar kommuna søkir eftir tveimum dagstovnaleiðarum Av tí at leiðarar okkara á Barnagarðinum á Mýrunum og á Frítíðarskúlanum við Stórá, eftir fleiri ár í starvið, leita sær nýggjar avbjóðingar, eru tvey størv sum dagstovnaleiðari leys at søkja. Størvini eru bæði fulltíðarstørv og sett at byrja tann 1. januar 2018. Á Barnagarðinum á Mýrunum ganga 94 børn á 2 vøggustovum og 3 barnagarðsstovum. Harumframt er Miðstova, ið veitir tilboð til børn við serligum avbjóðingum. Starvsfólkabólkurin telur uml 30 starvsfólk. Ftítíðarskúlin við Stórá veitir frítíðartilboð til forskúlabørn og børn úr 1. og 2. flokki. Í løtuni ganga 86 børn í frítíðarskúla, og starvsfólkini eru 12 í tali. Í Runavíkar kommunu hava leiðarar innan dagstovnaøkið ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum. Væntað verður, at leiðarar innan teir karmar og undir teimum treytum, sum stovnurin virkar undir, skapa eitt mennandi umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður væntað, at leiðarin hevur gott samstarv við foreldur, við leiðarabólk, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar. Leiðarar vísa til Trivnaðardeildina hjá kommununi, sum leiðir og samskipar virksemið á dagstovnaøkinum og m.a skipar fyri mennandi átøkum fyri dagstovnaleiðarar. Førleikakrøv • Námsfrøðingur • Fyrimunur er um umsøkjarin hevur viðkomandi víðariútbúgving og royndir við starvsfólkaleiðslu • Góðan munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika Persónligir eginleikar • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Vera málsøkin og nýhugsandi • Setanarviðurskifti sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Leiðarastarvið á Barnagarðinum á Mýrunum verður lønt í stigunum 26-32 og leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum við Stórá verður lønt í stigunum 24-30.  Størvini vera at seta 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Jákup Foldbo, leiðara á Trivnaðardeildini á tlf. 237095. Søk størvini á netinum á www.runavik.fo/leys størv Umsóknir skulu vera Runavíkar kommunu í hendi 14.11.2017. Runavíkar Kommuna Trivnaðardeildin Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará