Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 3. november 2017 Hann torir at siga tað. Hini lata sum um tey skilja alt – men skilja einki – Hann torir ikki at møta á tingi! Soleiðis mundu mong hugsa, tá tað kom fram í út­varpinum, at varamaðurin hjá Tjóð­ veldi, Pet­ur Háberg, ikki vildi møta á tingi sum vara­maður fyri Óluvá Klettskarð, meðan hon er í New York á ST aðalfundi. Men hví er tað so løgið, at ein lutvíst ó­roynd­ur maður í politikki ikki sær seg før­an fyri at taka so stórar avgerðir – púra ó­fyri­reik­ aður? Tað er als ikki ein ódygd. Heldur tvørt­ur­í­ móti. Í útvaprinum mikukvøldið greiddi hann frá, at hann setti seg ikki føran at møta, tí hann skil­ir ikki nóg væl týdningarmikil mál, sum eitt nú fiski­vinnu­ný­skip­an­ar­upp­skot­ið og tí ikki setir seg føran fyri at taka støðu til tað á tingi. Hetta er sjálsamt at hoyra frá politikara­ aspi­rant­um. Og serliga frá monnum. Vanliga er tað júst ta øvugtu útgávuna av monnum vit hoyra: Men, sum vita alt um alt og sum hava svar upp á alt. Eingin veit betur enn teir. Men tað er tíverri ofta bara reyp. Tað sit­ur bara oman fyri hálsvølin. Tí gevur tað okkum nakað at hugsa um, tá ein mað­ur – sum bara tí at hann kjakaðist á neti­num við Høgna Hoydal endaði á lista­num hjá Tjóð­veldi – ikki fyri einhvønn prís vil møta á tingi og vera atkvøðuneyt, tá tað pass­ar onkr­um øðr­um best. Skipanin við varafólkum á tingi er sjálv­ andi góð. Tað er eisini gott, at landsstýrisfólk, sum eru vald á ting, víkja sæti á tingi. Tí so fáa vit fleiri fólk virkin í politisku skipanini. So »út­búgva« vit fleiri politikarar – og tá úrvalið av royndum politiarum verður størri, so hava vit eisini fleiri at velja ímillum næstu ferð. Vit skulu hava roynd fólk og óroynd fólk saman. Men tað skal heldur ikki vera so, at summi bara skulu »eiga« sín tingsess. Tað er gott og sunt við útskifting. Men tað er eisini gott, at varafólk siga frá. At tey ikki fyri einhvønn prís vilja tveitast inn á ting at taka óbehagiligar avgerðir. Nei, Petur Háberg hevur púra rætt. Tað er ikki lætt at skilja fiskivinnunýskipanina. Men hann er slett ikki býttari, enn øll hini í Løg­ tingi­num. Tí tey skilja so slett ikki týdningin av, at vit hava eina tryggja skipan undir okk­ ara fiskiflota – okkara høvuðsvinnu. Í 3.808 dagar hava tey runnið sum hundur um heit­an greyt, tí tey ikki tora at taka eina pol­it­iska støðu. Tað er so skríggjandi vánaligt! Soleiðis spyr Hilbert Elisson, sum javnan er vara­maður á tingi, á Facebook: »Runavíkar kommuna vil ikki loyva bygging av einari kirkju, har tornið sigst verða ov høgt til bygg­isamtyktina. Men kommunan vil sam­stundis loyva bygging á Skála av einum bygningi, sum er 40 metrar høgur, við stórum mótmæli av borgarum sum átala tað ætlanina. At byggisamtyktin í økinum har kirkjan skal standa einans loyvir bygningum á 8,5 m, er serstakliga undarligt, tí vanliga eru kirkjur væl hægri enn aðrir bygningar plaga at vera. Ein Kirkja plagar at verða ein listarligur bygningur, sum ikki skal goymast burt­ur vegna sína hædd sum í hesum føri. Málið á um bygn­ ing­in á Skála er ikki minni undarligt.« Hattin av fyri Peturi Háberg Er nøkur frá­greið­ ing til hetta? Runavík Les eisini blaðið á telefonini Lokalur rygg­verk­ ur í ongum ryggi Høgni Djurhuus baksíðan Skattamálið sam­bært Símun Absalonsen Tíðargrein síða 20 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Tað vóru yvirmenn á Smyrli við Óla Hamm­er á odda, sum stovnaðu fel­ ag­ið Smyril Line í 1982 Mikudagin vóru liðin 35 ár síðani Óli Hamm­ er og onn­ur fólk kring hann, millum annað yv­ir­menn á Smyrli, stovnaðu partafelagið Smyril Line. Tað var allahalganadag í 1982. Men tað var í 1975, tá landsstýrið hevði keypt nýggjan Smyril, sum var gamli Mort­ en Mols, at farið varð aftur und­ir mill­um­ landa­sigl­ing við før­oyskum ferðafólkaskipi. Tjaldr­ið hjá Skipa­fel­ag­num gavst í 1967 – og fram til 1975 sigldi bara DFDS við ferða­fólka­ skip­um, sum eisini tóku bilar. Tað var ikki politisk semja um, at landið skuldi standa fyri uttanlandssiglingini. Lands­stýrið hjá Paula Ellefsen, sum tók við í 1981, hevði aðra áskoðan, enn landsstýrið hjá Atla Dam, sum slitnaði í 1980 av ósemju um mill­um­landa­siglingina. Tí fóru Óli Hammer, skipari á Smyrli, og onnur undir ætlanina við Smyril Line í 1982. Felagið keypti ferjuna Gustav Vasa, gav henni navnið Norröna, og í 1983 fór hon at sigla á gomlu rutuni hjá Smyrli – mill­um Før­ oy­ar og út­londini Ísland, Noreg, Skotland/ Het­land og Danmark. Eftir 35 ár er Smyril Line eitt kent felag á ferða­fólka- og farmamarknaðinum. Í apríl 2003 kom nýggja Norröna, ið kann taka 1.482 ferðafólk og upp til 800 bilar, alt eftir stødd, tí skipið er eisini ætlað til stórar farmabilar. Gamla »Norrøna« varð keypt úr Svøríki í 1982, har hon æt »Gustav Vasa«. Gamli »Smyril« varð keyptur úr Danmark í 1975, har hann hevði navnið »Morten Mols« Visti tú? At Petur Háberg er einasti politikari, sum skilir, at hann ikki skilir Mikudagin fylti Smyril Line 35 ár