hósdagur 2. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Í kvøld er tað meira
HAHA Madrid enn Hala Madrid
Í vikuni vóru 25 ár síðani,
at Rúsdrekkasøla Landsins
lat upp á fyrsta sinni.
Jens Kjeld Jensen,
náttúruserfrøðingur,
sigur, at eitt serligt slag
av húseiturkoppum, sum
eru upp í 10 cm langir, eru
farnir at nørast í Havn.
SMS fyllir 40 ár
hesa vikuna.
Ein føroyingur er
varðhaldsfongslaður í
máli um neyðtøku av
fýra ára gomlum.
Terroratsókn var í New
York í vikuni, har í øllum
førum seks hava latið lív.
Grindaformenn á
Skálafjørðinum siga, at
tað er stór mótstøða nú
Skalafjørðurin er fyribils
góðkendur sum hvalvág.
Allahalgannadagur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fingu klipp í
koyrikortið
mikudagin
5
1. november er
Allahalgannadagur og
Minningardagur teirra
sjólátnu, og í tí sambandi
hava fleiri minningarløtur
verið kring landið.
Um orðið sigur Sprotin
1. nov., minningardagur
teirra sjólátnu,
alhalgunadagur
Foreldraábyrgd og vanlig umsorgan
fyri hvør øðrum tykist fyri mær at vera
ein nógv betri leið at ganga heldur enn
at seta fleiri forboð í verk fyri tey ungu
Stívt andøvsgul til strúkur í vindi
av útsynningi, 10-15 m/sek.,
sum um kvøldið minkar niður í
gul ella stívt andøvsgul, 5-10
m/sek. Tað verður skýggjað við
avfalli, møguliga heglingi. Hitin
verður millum 3 og 8 stig.
Andøvsgul til strúkur í vindi av
norði ella útnyrðingi, 8-13 m/
sek., sum seinnapartin snarar í ein
vestan og minkar niður í gul til
stívt andøvsgul við vátaslettingi
ella kavaavfalli. Hitin verður millum
0 og 5 stig. Um náttina 8-13 m/
sek og onkustaðni upp í hvassan
vind, 15 m/sek. Hitin verður 5
til 8 stig, og tað fer at regna.
Gul til stívt andøvsgul av vestri,
5-10 m/sek, sum út á dagin snarar
í ein útnyrðing ella norðan. Um
kvøldið andøvsgul til strúkur í vindi,
8-13 m/sek. Sum dagurin gongur,
kann avfallið gerast vátakavi ella
kavi. Hitin lækkar niður í 1 til 6 stig.
5-10 m/s
8-13 m/s
5-10 m/s
Visti tú?
At Ari O.
Ellingsgaard
er farin til
EB/Streym
ÁRNI GREGERSEN
Hesa vikuna hevur nógv verið tosað
um, at tað eru 25 ár síðani at vit fingu
Rúsdrekkasølu Landsins.
Tað eru eisini allar góðar grundir til
hetta, tí tað hevði eina grundleggjandi
broyting í føroyska samfelagnum og
sjálvandi fyrst og fremst í føroyska
drykkjumynstrinum við sær.
Í dag er lætt at siga, at vit føroyingar
drekka eftir sama mynstri, sum tey gera í
okkara grannalondum, men solediðis var
tað ikki tá.
Onki rúsandi fekst til keyps í landinum
frá at fólkaatkvøðan var í 1907 til
føroysku bryggjaríini sluppu at bryggja
øl fyrst í áttati-árunum. Tað gav eina ávísa
broyting, men framvegis tá kundi tú ikki
fara inn at keypa øl, men mátti bíleggja
gjøgnum postvberkið.
Rúsan bleiv tann veruliga broytingin,
sum gav okkum tað drekkingarlag, sum
fólk í dag kenna. Neyvan er nakað at ivast
í, at støðan nú er ein nógv betri støða enn
tann vit kendu fyrr.
Tað ljóðar sum skrønur, men tá skuldi
alt bíleggjat úr Danmark. Brennivín, vín
og øl. Sjálvandi tá ið hugszða verður um
ferðasambandið tá, so loysti tað seg ikki
at bíglggja eina fløsku. Tá var minst ein
flamingo kassi við seks fløskum bílagdur.
Fyri veikar sálir gjørdi hetta, at fyrst
skuldi bíðast og so tá ið kassin kom, so var
alt drukkið út í eitt.
At hetta skapti eitt undarligt
fgamiljumynstur hjá mongum var onki
at siga til.
Men brennivínið var skamtað. Tað vil
siga, at tú kundi ikki keypa meira enn
12 fløskur hvønn ársfjóðring. Í nøgd var
tað nóg mikið, men tá ið tað var drukkið
í einum, so var onki rúsdrekka ofta til
serlig høvir.
Tað bar til at fáa undantaksloyvir, men
so skujlid ein venda sær til landsstýrið og
siga, at man skuldi giftast ella fylti runt.
Ein fulltrúi í landssstýrinum, sum hevði
hetta um hendur, hevur einaferð fortalt
fyri mær, at ein hvalbingur einaferð kom
inn á skrivasstovu hansara í Tinganesi
og spurdi um hann kundi fáa eykaloyvi,
tí hannl fylti runt.
Hetta var gamaní og fulltrúin setti seg
at skriva eykaloyvið. Tá ið hann er um
at vera liðugur, spurdi hann hvlbingin,
hvussu nógv ár hann so fylti.
44, svaraði hvalbingurin.
Neyvan finst nakað meira kantut tal
heldur enn runt, men hvalbingurin fekk
sítt eykaloyvið kortini.
Havi eisini tosað við ein mann, sum
var heldur veikur fyri tí rúsandi løginum.
Hann segði, at tá ið hann fór á posthúsið
eftir kassanum, tá var hann í góðum lag og
gleddi seg til at fáa tann fyrsta niðurum.
Verri var tá ið hann kom heimn. Tá
fór hann uppá í eitt kamar og setti seg
á seingina. Tárini rullaðu, hann var
tunglyntur, tí hann visti, at tá ið hann
hevði snarað hálsin av fyrstu fløskuni, tá
bar honum ikki til at steðga aftur fyrr enn
allar seks fløskurnar vóru druknar.
Sjálvur má eg siga at eg kenni einki til
at handla í rúsuni, men havi verið aktivur
í gomlu skipanini. Hon var ikki góð.
Tá ið eg huggi eftir drykkimynstrinum
í dag, síggi eg eina nógv meira náttúrliga
umferð við rúsdrekka enn fyrr. Nú víta
fólk, at tað altíð ber til at fáa hendur á tí,
so tað er ongin orsøk til at kulka í seg - ei
heldur at leggja rúsdrekka innundir seg.
Í dag verður kjakast um øl og vín
skal seljast í vanligum handlum. Tað er
nakað, sum skal hugsast væl ígjøgnum,
men eg haldi meg kunna staðfesta, at
Rúsdrekkasølan hevur gagnað Føroyum.
Tað var eitt framstig. So ella so.
Ája!.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!