Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 5 Heiðavegur 26 600 Saltangará Tel 41 70 00 runavik@runavik.fo www.runavik.fo Runavíkar Kommuna lýsir við hesum eftir bókavørði til Bókasavnið við Løkin bókavørður TIL BÓKASAVNIÐ VIÐ LØKIN Bókasavnið við Løkin hevur seinnu árini staðið frammaliga í myndini, tá um tiltøk og verkætlanir ræður, og sum leiðari av bókasavninum fært tú góðar møguleikar at mynda bókasavnið. Bókasavnið við Løkin er staðsett í mentanardeplinum við Løkin, sum eisini hýsir Skúlanum við Løkin og Løkshøll. Bókasavnið við Løkin er eitt fólkabóka- savn, og er samstundis skúlabókasavn hjá Skúlanum við Løkin. Lagt er tí upp til spennandi samstarv við ymsu mentanarstovnarnar við Løkin. Samstarvsfelagar eru m.o. Løkshøll, skúlin við Løkin og Visit Runavík. Vit sóknast eftir einum bókavørði, sum brennir fyri kjarnuvirkseminum hjá bóka- savninum og sum eisini hevur hug at gagnnýta karmarnar til mentanarvirksemi í breiðastu merking. Tú ert útbúgvin bókavørður ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og/ella royndir. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Løn sambært sáttmála. Umsóknir til starvið sum bókavørður á Bókasavninum við Løkin skulu latast inn í seinasta lagi mikudagin 15. nov. 2017 umvegis heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, www.runavik.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú spurningar, ert tú væl- komin at venda tær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, á telefon 221226 ella við telduposti til solvi@runavik.fo K R E A Á Farmadeildini hjá Posta starvast 12 dug- nalig fólk. Vit røkja spennandi flutnings- uppgávur fyri okkara viðskiftafólk. Hóast skrivstova okkara er á Óðinshædd, kanst tú siga, at heimurin er okkara marknaður. Vit senda um allan heim og samskifta dagliga við okkara veitarar kring heimin. Farmur gerst alsamt ein størri partur av virkseminum hjá Posta, og tí sóknast vit eftir einum dugnaligum starvsfólki, sum kann luttaka í virkseminum beinanvegin, og sum kann vera við til at menna Posta enn meira. Starvið er sett eftir sáttmála hjá Starvs- mannafelagnum, og løn sambært roynd- um og útbúgving. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Helga Justinussen, leiðara á Farmadeild- ini. Ring til hansara á 23 60 14 ella skriva á helgi@posta.fo. Starvið verður sett skjótast til ber. Føroya fremsta farmafólk Posta sóknast eftir einum fólki, ið kann verða við at mynda farmadeildina á Posta. Talan er um persón, ið veruliga kann flyta farmadeildina framá Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 125 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 90 mkr og virksemi kring alt landið.