Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 6 Skipsvanlukka: HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 19 og eitt hálvt ár eru liðin síðan føroyska tjóðin bleiv skakað av vanlukkuni, tá skipið Sjóborgin, ið hevði roynt í ein kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi norðanfyri Streymoynna, hvarv á heimferðini 2. apríl 1998. Hóast vaktarskipini Brimil og Nim, tjúgu føroysk fiskiskap, tyrlur, Gulfstream flogfarið hjá sjóverjuni og sjálvboðin leitaðu eftir skipinum og manningini í fleiri dagar, so var einasta tekin til bátin og manning ein bjargingarringur, ið bleiv funnin trettan sjómíl úr Mýlingi. Sosialurin skrivaði nógv um málið tá, og stóð hesin tekstur í blaðnum 7. apríl 1998, tá leitað hevði verið eftir skipi og manning í nakrar dagar. - Stranda bygd er merkt av djúpari sorg í hesum døgum og alt Føroya land hevur djúpastu samkenslu við teimum. Tey hava mist fimm mans í besta aldri. Á veg inn av fiskiskapi hvarv Sjóborgin við fimm monnum umborð og eingin veit hvat er hent teimum. Almenna leitingin steðgaði í skýmingini fríggjakvøldið, men fleiri skip hildu á at leita alt vikuskiftið, skrivaði Sosialurin. Umborð á Sjóborgin hendan túrin vóru fimm mans. Tonny Thomsen, skipari, 56 ár. Giftur og átti fimm børn. Eitt teirra, Hannus, fórst eisini í vanlukkuni. Poul Jóhannes Thomsen, vanliga nevndur Hannus, ógiftur, 23 ár. Símun Pauli á Fríðriksmørk, 31 ár. Giftur og átti trý børn. Atli Bjartisson Hansen, ógiftur, 25 ár. Hilbert Funn, 36 ár. Ættaður úr Vestmanna og búsitandi á Strondum. Átti tvey børn. Fyrsti túrur hjá manninum Hjá tá 26 ára gomlu Sóleyg á Fríðriksmørk av Strondum gjørdist dagurin serliga svárur, tí hendan dagin misti Sóleyg á Fríðriksmørk trý av hennara nærmastu. Umborð á Sjóborgini vóru maður hennara, Símun Pauli á Fríðriksmørk, pápi hennara, Tonny Thomsen, og ein beiggi hennara, Poul Jóhannes Thomsen. - Teir fóru avstað 31. mars og var hetta fyrsti túrurin hjá Símun Paula, eftir at Simona, yngsta dóttir okkara, varð borin í heim. Tá áttu vit trý smábørn, Simona, ið varð fødd 15. januar sama ár, Marita, ið var hálvtannað ár, og Hendrik, ið var trý ára gamal, greiðir Sóleyg á Fríðriksmørk frá. Sóleyg á Fríðriksmørk er uppvaksin í eini familju og umhvørvi har sjómanslívið, og tað at missa fólk á sjónum, ikki var eitt ókent fyribrigdi. Pápin var skipari umborð á Sjóborgini, og átti eisini eitt annað skip. - Abbi mín, tað vil siga pápi pápa mín, doyði eisini á sjónum, tá eg var lítil, og trý ár áðrenn Sjóborgin hvarv, doyði verfaðir, tá Stathav fórst við Flesjarnar í Hoyvík. Harumframt sakk eisini gamla Sjóborgin trý og eitt hálvt ár frammanundan út fyri Scrabster, og fórust tveir menn tá, ið høvdi tilknýti til bygdina, minnist Sóleyg á Fríðriksmørk aftur á. Tí var Sóleyg á Fríðriksmørk ikki heilt trygg við tankan um, at so nógvir familjulimir fóru avstað á sama túri. - Pápi var skipari og hetta var fyrsti túrur, har allir tríggir vóru saman. Tað dámdi mær einki serligt, men pápi hevði ein annan bát, og ætlanin var, at teir seinni skuldu skifta millum bátarnar, so at teir ikki allir vóru burtur samstundis, greiðir Sóleyg á Fríðriksmørk frá. Familjan kom við boðunum 2. apríl 1998 var annars sum allir aðrir dagar hjá Sóleyg á Fríðriksmørk. Um morgunin var hon farin upp við børnunum, og var síðan farin ein túr útum at trilla. - Seinni ringdi eg so umborð á Sjóborgina at fregnast um hvussu gekst. Babba tók telefonina og fortaldi, at tað var nógv at fáa, men at veðrið ikki var serliga gott. Símun Pauli var tá og fekk sær ein bita, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Uttan at vita tað tá, so var samrøðan síðstu ferð, at hon hoyrdi málið á pápa sínum. Eftir at hava tosað við hann, fór hon út at vitja eina vinkonu, áðrenn leiðin gekk heimaftur. Heimkomin ringdi telefonin um 17-18 tíðina. - Tað var mamma, ið spurdi, um eg hevði hoyrt okkurt frá teimum umborð á Sjóborgini, tí eftir ætlan skuldu teir landa á Toftum, men vóru ikki komnir fram. Stutt eftir komu mamma, systur mín Marta og maður hennara á vitjan, og eg sá beinanvegin á teimum, at tað vóru ikki góð tíðindi, ið tey komu við, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk um løtuna, tá hon fekk at vita, at Sjóborgin við øllum fimm monnum var horvin, og at skip vóru farin at leita eftir teimum. Komu neyvan livandi aftur Skipað varð fyri einum stórum leitingararbeiði at finna Sjóborgina og manningina, men hóast 20 føroysk skip, vaktarskipini Tjaldur og Nim, tvær tyrlur og eitt flogfar leitaðu, so eydnaðist hvørki at finna skip ella manning. Skipið og teir fimm menninir umborð vóru horvnir. - Tað bleiv leitað í nakrar dagar, og eg vónaði, at man fann teir. Men innast inni visti eg, at teir komu ikki livandi aftur. Teir høvdu oftani tosa um hvussu góð trygdarútgerðin var vorðin umborð á skipinum, so eg visti, at um okkurt var áfatt, og teir høvdu nakran sum helst møguleika at geva boð frá sær, so høvdu teir gjørt tað. So dagin eftir, at Sjóborgin hvarv, og eg um hetta mundi einki hevði hoyrt frá teimum, hugsaði eg, at teir fóru ikki at koma aftur, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Enn tann dag í dag veit eingin at siga, hvat hendi hendan dagin fyri skjótt tjúgu árum síðan. Verjuskipið Nim sigldi framvið Sjóborgina nærhendis Mýlingi klokkan 15.15, og tá var alt sum tað skuldi. Klokkan hálvgum fýra hevði ein av manningini ringt heim til familjuna, og tá var heldur einki óvanligt á vási. Í samrøðu við Sosialin 7. apríl 1998 greiddi Martin Johannesen, reiðari á Sjóborg, frá, at hann hevði verið í samskifti við manningina klokkan trý, og tá var skipið tríggjar fjórðingar úr Mýlingi og var á veg heim at landa. Ætlanin var at sigla gjøgnum Sundalagið. Men tá hann aftur royndi at fáa samband við skipið klokkan hálvgum seks, fekk hann ikki fatur á teimum. - Hoyrilíkindini eru ikki so góð í Sundalagnum, so eg bað Tórshavnar Radio um at seta seg í samband við teir, men teir fingu heldur einki svar. Eg koyrdi so yvir á Morskranes fyri at vita um eg sá teir, tí teir skuldu verið komnir heilt suður, men har var einki at síggja. Tá valdi eg at ringja til skiparan á Tindi og biðja teir fara at leita, segði reiðarin við Sosialin um løtuna, tá hann varnaðist, at Sjóborgin var horvin. Gott eg hevði børnini Hóast tað kann tykjast tungt at standa eftir við trimum smábørnum, tá ein missir mann, pápa og beiggja sama dag, so metir Sóleyg á Fríðriksmørk, at tað vóru júst børnini, ið gjørdu, at hon ikki steðgaði upp, men kláraði at koma víðari við lívinum. - Tað var ein so ræðulig uppliving at missa allar samstundis, at eg fái ikki reiðiliga sett orð á tað. Men hjá mær handlaði tað um at taka ein dag í senn. Í øllum hesum var tað gott, at eg hevði børnini, tí PERSÓNSSØGA EIN RÆÐULIG STØÐA AT ENDA Í - Tað at missa ein persón, ið tú ert góð við, er líka ringt sum at missa fleiri persónar. Munurin er bara tann, at tá tú missur fleiri, so tekur ta longri tíð at koma fyri seg aftur og koma víðari við lívinum. Man klárar nevniliga ikki at rúma allari sorgini at byrja við, og tað gekk eisini longi, áðrenn eg skilti og fataði hvat var hent. Tað sigur Sóleyg á Fríðriksmørk, sum í 1998 misti mann, pápa og beiggja í somu skipsvanlukku »Stutt eftir komu mamma, systur mín Marta og maður hennara á vitjan, og eg sá beinanvegin á teimum, at tað vóru ikki góð tíðindi, ið tey komu við« »Tað var ein so ræðulig uppliving at missa allar samstundis, at eg fái ikki reiðiliga sett orð á tað«