Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 8 tað gjørdi, at eg varð noydd vera í gongd og taka mær av teimum. Eg fekk ikki hugsa um so nógv annað, tá eg var við teimum, men um kvøldini og næturnar, tá friður var í húsinum, og eg var einsamøll, komu tankarnir, minnist Sóleyg á Friðríksmørk aftur á. Tá hon í dag hugsar aftur á tíðina eftir vanlukkuna, so metir hon, at tað vóru fleiri faktorar, ið hjálptu henni gjøgnum sváru tíðina, og minnist hon serliga allan tann stuðul, ið hon fekk frá øðrum. - Tað var gott at hava børnini, familjuna og vinirnar. Trúgvi var eisini týdningarmikil, tí eg veit, at ein dag, so síggjast vit øll aftur. Men eg kendi eisini ein stóran stuðul frá bygdafólki og úr øllum landinum. Øll stóðu saman í sorgini. Tað er øgiliga gott at kenna, tá man kemur út fyri slíkum. Eg havi ikki orð fyri hvussu takksom eg eri fyri øll tey, ið hjálptu og høvdu okkum í bønunum, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Kemur í stigum Tá ið Sóleyg á Fríðriksmørk í dag hyggur aftur á fyrstu árini eftir vanlukkuna, heldur hon, at hon onkursvegna kom gjøgnum sváru tíðina, tí sorgin kom í stigum. - Tað at missa ein persón, ið tú ert góð við, er líka ringt sum at missa fleiri persónar. Munurin er bara tann, at tá tú missur fleiri, so tekur ta longri tíð at koma fyri seg aftur og koma víðari við lívinum. Man klárar nevniliga ikki at rúma allari sorgini at byrja við, og tað gekk eisini longi, áðrenn eg skilti og fataði hvat var hent, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk og leggur afturat. - Eg haldi, at vit sum menniskjur eru bygd soleiðis, at slíkt kemur í stigum. Tað eina kann fylla eitt í eina tíð, so fer tað, og síðan kemur tað næsta. Á tann hátt yvirlivir ein. Tí um man skal hugsa um tað reint logiskt, so er tað ein ræðuliga støða at enda í. So í sjálvari løtuni, so er tað líka ringt at missa ein persón sum fleiri persónar, tí vit klára kortini ikki at rúma meira enn eitt vist, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. 1. november serligur At brádliga missa ein kæra er ein tung byrða fyri øll, men í førinum hjá Sóleyg á Fríðriksmørk, so misti hon ikki bara trý av teimum nærmastu persónunum i lívinum, men bleiv ongin teirra nakrantíð funnin aftur. - Alt er jú meira óvist, og verri at góðtaka, tá man missir á slíkan hátt. Hvat hendi, hvussu høvdu teir tað, tá vanlukkan hendi, og aðrir slíkar spurningar fyltu nógv fyrstu tíðina, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Tað at familjan ikki hevur ein gravstað at vitja hevur eisini ført við sær, at 1. november, minningardagur teirra sjólátnu, er vorðin ein serligur dagur hjá familjuni. - Tað er tá, at vit eru saman sum familja og fara vit vanliga til minningarhaldið á Tanga á Strondum, áðrenn vit fara heim til mammu at eta døgurða saman. Trúgvin hjálpir eisini nógv, tí eg veit, at tað er ikki í grøvini, at teir eru, men at vit ein dag skulu hittast aftur, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. PERSÓNSSØGA Fimm sjólótust farna árið Síðan 1. november 1949 hevur fyrsti dagurin í november, ið ber heitið Alla halganna dagur, eisini verður minningardagur teirra sjólátnu. Hendan dagin er siður, at Merkið veittrar á hálvari stong og skipað verður fyri minningarhaldum við minnisvarðum fyri tey sjólátnu í býum og bygdum kring landið. Harumframt er vanligt, at summar kirkjur hava serligar minnisgudstænastur fyri tey, ið fórust á sjónum. Á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni verður upplýst, at fimm menn lótu lív á sjónum farna ár. Teir vóru: Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal. Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal. Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal. Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal. Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal. »Stutt eftir komu mamma, systur mín Marta og maður hennara á vitjan, og eg sá beinanvegin á teimum, at tað vóru ikki góð tíðindi, ið tey komu við« »Alt er jú meira óvist, og verri at góðtaka, tá man missir á slíkan hátt. Hvat hendi, hvussu høvdu teir tað, tá vanlukkan hendi, og aðrir slíkar spurningar fyltu nógv fyrstu tíðina«