hósdagur 2. november 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
9
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
D
anskir miðlar hava sein
astu vikurnar skrivað
um eitt óhugnaligt revsi
mál, har ein 42 ára gomul
kvinna hevur misbrúkt sín fýra
ára gamla son. Hon er skuldsett
fyri neyðtøku av soninum, tó ikki
samlegu, fyri blóðskemd og blygd
arskemd. Danska revsilógin bólkar
allan seksuellan ágang móti børn
um undir 12 ár sum neyðtøku.
Mitt í oktobur bleiv so ein 42 ára
gamal maður handtikin í málinum
og varðhaldsfonslaður. Mikudagin
váttaði Nordsjælland Politi fyri
Miðlahúsinum, at maðurin er før
oyingur.
Mamma at fýra ára gamla
dreinginum bleiv varðhalds
fongslað 20. september. Ritzau
skrivar, at løgreglan hevur funnið
kjatt-samskifti millum kvinnuna
og føroyingin, har maðurin eggjar
kvinnuna til at fremja neyðtøkuna
av soninum. Bæði nokta seg sek í
ákærunum.
42 ára gamli maðurin er ikki
pápi at barninum og livir ei heldur
saman við kvinnuni.
Revsiramman fyri blóðskemd
er upp til seks ára fongsulsrevsing,
meðan revsiramman fyri neyðtøku
er upp til 12 ára fongsulsrevsing.
Mamman eggja til
ágang móti barninum
Frá juni til september eggjaði hesin
42 ára gamal føroyskur maður via
eitt kjatt eina kvinnu til at fremja
kynsligan ágang ímóti fýra ára
gamla soni sínum.
Tað halda løgregla og ákæru
myndugleiki. Í grundlógaravhoyr
ing 17. oktober kom dómari til ta
niðurstøðu, at illgrunin ímóti 42
ára gamla føroyinginum var so
væl grundgivin, at maðurin varð
varðhaldsfongslaður.
Tað uppslýsti Helle Lykke Ole
sen, ákæri hjá Nordsjællands Politi,
fyri Ritzau. Frammanundan sit
ur mamman, sum eisini er 42 ára
gomul, varðhaldsfongslað í mál
inum. Umframt at hava eggjað til
ágang, er føroyski maðurin eisini
skuldsettur fyri viðvirkan til blóð
skemd og blygdanarskemd.
Maðurin noktar seg sekan.
Ikki loyvt at nevna navn
Síðani in.fo bar tíðindini um 42
ára gamla føroyingin, sum er varð
haldsfongslaður fyri hetta mál,
hevur stórt kjak tikið seg upp á
sosialu miðlunum. Millum annað
snýr tað seg um, at fólk halda
maðurin átti at verið navngivin.
Men rætturin í Lyngby hevur sett
navnaforboð í málinum. Tí er ikki
loyvt at siga, hvørji kvinnan, son
urin ella maðurin eru. Hetta er fyri
at verja órættaða og óseka dreingin
í málinum.
FØROYINGUR
VARÐHALDS
FONGSLAÐUR Í MÁLI
UM NEYÐTØKU AV
FÝRA ÁRA GOMLUM
Í gjár kundi Miðlahúsið bera tíðindini um,
at ein føroyingur er varðhaldsfongslaður í
einum óhugnaligum máli í Danmark, um
neyðtøku av einum fýra ára gomlum.
Danska løgreglan