Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 10 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Eyðkennini eru ymisk, men vetrartunglyndi elvir millum annað til, at orkan minkar, tørvurin á svøvni vaksur, lagið er ringt, lítlan hug til at fara út millum fólk, lítlan hug til sex, størri matarlyst og økt kropsvekt. Vetrartunglyndi er ikki ein læknalig diagnosa, men mælt verður til, at tú fert til lækna, um tú uttan orsøk kennir teg tunglyntan í longri tíðarskeið. Tað er prógvað, at dagsljós hjálpir bæði við svøvnjavnvág og uppá lagið. Tí er ljósviðgerð við sergjørdari ljóslampu sera effektiv viðgerð ímóti vetrartunglyndi. Viðgerðin kann kombinerast við viðtalum hjá sálarfrøðingi og antidepressivum heilivági, um tørvur er á tí. – Vit vita ikki enn, hvat hendir í heilanum, tá fólk fáa vetrartunglyndi, men tey, ið verða rakt av vetrartunglyndi kenna seg troytt og fáa øktan matarlyst, ímeðan vanligt tunglyndi ella depressión elvir til mistan matarlyst og svøvn, sigur Erlig Fles, sálarfrøðingur, og hann leggur afturat, at vetrartunglyndi er merkt av troyttleika, og ikki so nógv av dapurskygni, sum tunglyndi er merkt av. – Tað sum vit vita er, at vit fáa vetrartunglyndi, tí vit mangla ljós. Vetrartunglyndi er afturvendandi uttan mun til, hvussu vit hava tað kensluliga, og vit føla tað, tá tað verður myrkari og kaldari, sigur hann. 32 ára gamla Eva Andresen, fær vetrartunglyndi hvørt heyst, tá klokkan verður flutt og dagarnir styttast – Møðin kemur spakuliga, og verður møguliga verri fyri hvørt ár. Eg havi sera lítla orku um veturin og kenni meg tunga í høvdinum. Av tí sama missi eg motivatiónina og lagið verður verri. Gerandisdagurin verður tí tungari at koma ígjøgnum, sigur hon í samrøðu við Sosialin. Vetrartunglyndi Fleiri túsund føroyingar kenna seg tunglyntar um veturin Nú dagarnir styttast, og veðrið verður verri, byrja fleiri okkara at leggja til merkis, at sinnið verður ávirkað av umstøðunum. Verður ein hart raktur av vetrartunglyndi, so ávirkar tað gerandisdagin í fleiri mánaðir. TEST: Hevur tú vetrartunglyndi? Svarar tú ja til spurningarnar niðanfyri, og varðar støðan í meir enn nakrar vikur, so átti tú at farið til lækna til kanningar. Læknin tekur avgerð um talan er um vetrartunglyndi  Hevur tú lítið av orku?  Ert tú tung/ur í huga?  Ert tú smásár/ur og hevur skiftandi sinnalag?   Er tað trupult fyri teg at hugsavna teg?  Tørvar tær meir svøvn enn vanligt?  Hevur tú ikki orku til at vera saman við vinfólki?  Hevur tú ikki hug til sex?  Hevur tú størri matarlyst og mungar illa eftir søtum? Kelda: Depressionsforeningen Vetrartunglyndi í stuttum • Tú hevur lítla orku, kennir teg tungan í huga, ert í ringum lag og hevur tørv á nógvum svøvni, tú fært størri matarlyst og mungar serliga eftir søtum • Sjálvdan veður nakar sjúkrameldaður av vetrartunglyndi, men lívsgóðskan verður verri • Eyðkennini byrja um heystið og minka um várið • Tað eru serliga ungar kvinnur, ið verða raktar • Ljósviðgerð er sera effektivt ímóti vetrartunglyndi Sundhed.dk Vetrartunglyndi: TEMA: Vetrartunglyndi