Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 11 Vit brúka heitið ‘vetrartunglyndi’, tá vit vænta orku og verða tung í huga um heystið og veturin. Hóast tað ikki er óvanligt at ávirkast av veðrinum og myrkrinum, so er talan um meir enn bara at verða ávirkaður, tá tosað verður um vetrartunglyndi. Umframt mistu orkuna, so verða tey, sum fáa vetrartunglyndi, eisini døpur og tung í huga, troytt og fáa stóran hug til at eta søtt. Er talan um vetrartunglyndi, so eru eyðkeynnini varðandi, og tey koma aftur hvørt ár. Tað er ikki óvanligt, at vetrartunglyndið ikki verður uppdagað, fyrr enn fleiri tungir vetrar eru farnir framvið. Gransking framd í Hollandi vísir á, at D-vitamin hevur stóra ávirkan á sinnalagið og sálar­ heilsu okkara. Hava vit trot á D-vitaminum er vandin fyri, at fáa tunglyndi eisini størri. Í Finlandi hevur man kannað sambandið millum sálarheilsu og D-vitaminir við at fylgja 9000 fólkum ígjøgnum lívið frá tí, at tey vórðu fødd í 1966. Hugt varð at møguligum sambandi mill­um D-vitamin ískoytinum, sum tey fingu fyrstu liviárini og skisofreni seinni í lívinum. Kann­ingin vísti, at líkindini fyri at útvikla skisofreni vóru minni hjá teimum, sum fingu D-vita­ min ískoyti. D-vitamin ávirkar eisini vetr­ ar­tunglyndi, og kanning gjørd í Hol­landi vísir á, at sterkt sam­ band er millum trot á D-vita­min­ um og tunglyndi. Tí verður mælt til at taka ískoyti, um tað er trot á D-vitaminum, ið er orsøkin til vetrartunglyndi. Kelda: depressionsforeningen.dk Góð ráð: D-vitamin • Fá sól um summarið og veturin. Tað er lætt at fáa D-vitamin gjøgnum húðina, og tað hendir skjótt, um tú ert í sólini. Á leið fimm minuttir til ein hálvan tíma nakrar ferðir um vikuna um summarið er nóg mikið. Sólkrem ávirkar ikki mongdina av D-vitamina, sum húðin tekur til sín. • Tú brukar eisini av goymsluni av D-vitaminum um veturin, sum tú hevur fingið um summarið. Tað er tó ikki nokk til allan veturin. • Minst til, at tað verður miðmælt, at vit fáa 7,5 µg D-vitamin um dagin. Tey flestu fáa á leið 2-4 µg D-vitamin úr kostinum, og kosturin er ikki nokk til at dekka tørvin, um ein ikki eisini er í sólini. • D-vitamin er at finna í kjøti og fiski – serliga í feitum fiski, so sum makreli, laksi og toskalivur. Viðmælt verður at eta 200-300 gram av fiski um vikuna. • Tað er umráðandi at eta vitaminir og taka D-vitamin ískoyti eisini, um tú ikki etur nokk av fiski. • Drekkur tú nógv rúsdrekka, so ávirkar tað eisini upptøkuna av D-vitaminum, sum vit fáa ígjøgnum kostin. Tí er best ikki at drekka ov nógv um veturin. • Tey minstu børnini, og tey eldru, sum eru yvir 65 ár eru í størri vanda fyri at hava trot á D-vitamin, og hesi skulu sum oftast taka eyka ískoyti. Kelda: Politiken.dk Soleiðis fært tú nokk av D-vitaminum: Trot á d-vitamin ávirkar sinnalagið