hósdagur 2. november 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
12
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í
nakrar vetrar hevur 32 ára gamla Eva
Andresen úr Havn upplivað, at hon er
vorðin tunglynt, tá summarið er av,
og dagarnir verða styttri. Hon upp
livdi vetrartunglyndi fyrstu ferð fyri seks
árum síðani, og hon kendi summi av eyð
kennunum aftur, tí hon áður hevur upplivað
tunglyndi ella depressión. Tey amboðini, ið
hon lærdi at brúka, tá hon var í viðgerð fyri
depressiónina, gangnýtir hon hvørja ferð,
tað gongur ímóti myrkari tíðum. Umframt
tað ansar hon eftir, at hon fær so nógv ljós
sum gjørligt – bæði á gongutúrum og við
ljósviðgerð, tá tørvur er á tí.
Munur á tunglyndi og
vetrartunglyndi
Fyri 10 árum síðani upplivdi Eva Andresen
eina depressión, og stríddist við tær
kenslurnar, ið fylgdu við. Hon kendi nakrar
av kenslunum aftur, tá hon síðani upplivdi
vetrartunglyndi fyrstu ferð fyri á leið seks
árum síðani. Umframt at kenna kenslurnar
aftur, so dugdi hon eisini at skilja munin
á eini vanligari depressión og tí, sum hon
síðani identifiseraði sum vetrartunglyndi.
– Ein depressión kennist djypri, tyngri
og meir vónleys enn vetrartunglyndi.
Ein depressión kemur innanífrá, og
vetrartunglyndi kemur uttanífrá, staðfestir
hon.
Hóast tað er munur á at hava vetrartung
lyndi og at hava tunglyndi, so líkjast kensl
urnar eisini onkursvegna. Tó so er vetrar
tunglyndið tengt at árstíðini og veðrinum,
ímeðan ein kann uppliva depressión alt árið.
Vetrartunglyndi er tí lættari at koma ígjøgn
um enn tunglyndi, og tað ber eisini til
at fyrireika seg og fyribyrgja nakað,
áðrenn myrka tíðin kemur.
Hon greiðir frá, at tá veturin byrj
ar – og serliga tá klokkan verð
ur flutt, og dagarnir verða
styttri – byrjar vetr
artunglyndi.
TEMA: Vetrartunglyndi
12
– Møðin kemur spakuliga, og verður
møguliga verri fyri hvørt ár. Eg havi
sera lítla orku um veturin og kenni meg
tunga í høvdinum. Av tí sama missi eg
motivatiónina, og lagið verður verri.
Gerandisdagurin verður tí tungari at
koma ígjøgnum, sigur Eva Andresen,
sum stríðist við vetrartunglyndi.
Vetrartunglyndi:
EITT STÓRT
MYRKT HOL