hósdagur 2. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
13
Tað sníkir seg inn og kemur ikki líka óvæntað
og ógvusliga, sum ein depressión ger.
– Møðin kemur spakuliga, og verður
møguliga verri fyri hvørt ár. Eg havi sera lítla
orku um veturin og kenni meg tunga í høvd
inum. Av tí sama missi eg motivatiónina og
lagið verður verri. Gerandisdagurin verður tí
tungari at koma ígjøgnum, sigur hon.
Tá Eva Andresen byrjaði at kenna seg
meir tunga og ávirkaða av myrkrinum, dugdi
hon at hugsa at hetta ikki var rætt, hóast
hon ikki skilti við tað sama, hvat tað var, sum
hendi henni.
– Eg haldi, at eg setti kenslurnar í samband
við depressiónina, sum eg hevði havt. Eg
leitaði mær vitan, tók testir og las nógv um
eyðkennini. Eg legði eisini til merkis, at eg
hevði tað nógv betur, tá veturin var við at
vera av, og dagarnir vórðu ljósari aftur.
– Eg setti mær fyri, at eg ikki ætlaði niður
í djúpa holið, har eg fyrr havi verið, staðfestir
hon.
Hon royndi soleiðis at vera frammanfyri
negativu kenslurnar, og tað er vissan um, at
vetrartunglyndi fer at ganga yvir, sum ger
tað lættari, tá tað hendir.
– Tað er eisini tað, sum er tann stóri
munurin millum depressiónina og
vetrartunglyndi, tí við depressiónini
ánaði eg ikki, um eg fór at klára at
koma burturúr henni aftur, og eg
sá ongan útveg, sigur hon.
– Nú er tað 100 ferðir lættari, og
eg fari als ikki líka langt niður, og
tað í sjálvum sær er ein troyst,
leggur hon afturat.
Tosar opið um
avbjóðingarnar
Eva heldur ikki, at vetrar
tunglyndi ávirkar tey
nærmastu og tey, sum
eru rundan um hana.
– Eg eri opin um
tað, sum eg upplivi, og
eg dugi at siga til. Eis
ini dugur familjan væl
at siga til og eggja meg
til at fara gongutúrar
og fáa ta ljós, sum eg
havi tørv á, staðfestir
hon.
Hon heldur, at tað
er lættari at koma
ígjøgnum tann tunga
og myrka veturin, tá tað verður tosað opið
um kenslurnar, ið fylgja við árstíðini hvørt
ár. Við at tosa opið kemur eisini forstáilsi frá
øðrum.
– Eg kenni meg ikki so einsamalla, tí tá
eg eri opin, møti eg fleiri, ið eisini lata seg
upp. Fleiri siga mær, at tey hava somu upp
livingar, sum eg havi, og tey sum ikki kenna
upplivingarnar veita umsorgan og stuðul,
sigur Eva Andresen.
Eva vil mæla øllum, ið stríðast við tung
lyndi, til at tosa við onkran um kenslurnar,
tora at leita eftir professionellari hjálp, um
tørvur er fyri tí, og at leita sær vitan á net
inum.
–Hevur man ongantíð verið hjá sálarfrøð
ingi, so hevði eg eisini viðmælt tað fyri at fáa
amboðini, ið ein hevur brúk fyri at hjálpa
sær sjálvum, tá ið harðast leikar á. Tað kann
vera ringt at standa í støðuni, og onki amboð
hava, og tá er tað skjótt til at detta longur
niður í eitt hol, og tað verður tá verri og verri,
sigur hon álvarsliga.
Hugsavnar seg um tað góða
Tá heystið er byrjað, dagarnir styttast og
klokkan verður flutt veit Eva, hvat hon hev
ur í væntu. Hon greiðir frá, at hon ofta stúrir
fyri tí, ið liggur fyri framman, men roynir at
hugsa positivt og harvið brúka tankarnir til
at fokusera uppá tað góða í lívinum og við
vetrinum.
–Eg elski kavan, stjørnurnar og køldu
vetrardagarnar. Eg gleði meg eisini til jólini
við pynti og tónleiki. Eg royni at hugsavna
meg um tað, og síðani taki eg ein dag í senn
- tí eg veit, at fleiri ringir dagar eru fyri
framman - og eg havi í huga at hetta fær ein
enda, sigur hon
– Tá man hevur prøvað hetta í fleiri ár, so
klárar man tað, sigur hon, og leggur afturat,
at teir fyrstu vetrarnir við vetrartunglyndi
vóru verri enn vetrarnir eru nú, tí tá byrjaði
hon at stúra fyri komandi myrku tíðini
longu um summarið.
– Eg byrjaði at hugsa um, at eg nú aftur
fór at detta í hetta tunga, svarta holið, og so
fekk eg ótta og angist fyri tí. Nú nøkur ár eru
farin framvið við vetrartunglyndi, havi eg
uppbygt mær nakrar tankabygningar, sum
hjálpa mær at sleppa burturúr tunga, svarta
holinum, sigur hon álvarsom.
Hesi hjálpiamboðini hevur hon millum
annað fingið frá sálarfrøðingi, tá hon bardist
við depressiónina fyri 10 árum síðani.
Ljósviðgerð og gongutúrar
Eftir at Eva hevði tikið royndir og lisið um
vetrartunglyndi, valdi hon at keypa eina
ljósviðgerðarlampu, sum hon síðani royndi.
Hon greiðir frá um lítlu lampuna við bláum
ljósi.
– Tá hetta ljósið, ið simulerar dagsljós og
bláa himmalin, kemur í eygað, so ávrikar tað
heilan, sigur hon, og leggur afturat, at hon
brúkar lampuna eftir tørvi.
Kennir hon seg tunglynda, so setur hon
seg við lampuni eina løtu, og heilin verður
lumpaður til at halda, at hon er í ljósi. Lítla
lampan hevur javnan verið við Evu til
arbeiðis á kontóri ella lýst ímeðan hon sit
ur og ger skúlating. Lampan er innstillað
soleiðis, at Eva kann velja 15, 30, 45 ella 60
minuttir av viðgerð.
Hon ansar eftir, at lampan ikki lýsir um
kvøldið, tí so kann hon rissikera, at hon ikki
sovnar, greiðir hon frá.
Tá ein hevur vetrartunglyndi, so er um
ráðandi at gagnnýta tær ljósu løturnar, tí
tær eru so stuttar og fáar í tali, heldur Eva
Andresen. Tí er hon eisini tilvitað um at fara
út, ímeðan tað er ljóst.
– Tá tað er ljóst og sól, so má eg út, sigur
hon, men greiðir eisini frá, at tað sjálvsagt
ikki altíð liggur fyri, tí tað ofta er myrkt bæði
tá hon fer til arbeiðis og tá hon fær frí.
– Tað lætnar, eg fái meir orku og kenni
meg lættari, tá eg ansi eftir, at eg fái nokk ljós
við lampuni ella á gongutúrunum, sigur Eva,
sum við mæla øllum føroyingum - ið verða
ávirkaðir av myrku tíðini – at ogna sær eina
ljósviðgerðarlampu.
Eisini tekur Eva D-vitaminir og aðar vita
minir, tí hon hevur lisið, at tað kann hjálpa
ímóti depressión.
Føroyar eru avbjóðandi
Spurd um hon ikki hevur hugsað um, at
búsett seg í einum øðrum landi við meir
dagsljósi enn vit hava í Føroyum, sigur hon
flennandi, at tað hevur hon mangan hugsað.
– Men eg eri alt ov góð við Føroyar til at
fara hiðani, hóast tað hevði kanska verið
lættari, sigur hon.
Eva hevur tó ofta umhugsað at ferðast
um veturin ísaðin fyri um summarið, tí tað
heldur hon, at hon hevur tørv á.
– Eg havi ongantíð gjørt tað enn, men
eg snakki um tað hvørt ár, at vit skulu fara
onkra staðni um veturin at løða upp, sigur
hon.
Góðtak at tú hevur
vetrartunglyndi
Vetrartunglyndi ávirkar sosiala lívið hjá Evu
í ein vissan mun, hóast hon megnar at koma
út millum fólk kortini.
–Tað sum kanska ávirkar meg mest, er
gerandisdagurin og orkan til tað húsliga.
Eg havi ikki eins nógv yvirskot og orku til
at gera døgverða og at rudda og annað, og eg
eri sum heild meira móð og sart, sigur hon.
Eva greiðir frá, at av tí at hon er trúgvandi,
so hjápir andaliga tilvitanin henni eisini –
serliga tónleikur og lovsangur. Hon syngur
nógv, og tað í sjálvum sær er terapeutiskt.
– Tað er eisini umráðandi at góðtaka, at
ein hevur vetrartunglyndi, og ikki hyggja
niður á seg sjálva og halda, at tú ert veik, tí
tú fært vetrartunglyndi. Tað kunnu øll fáa,
sigur hon, og leggur afturat, at hon hevur
lyndi til at verða skuffað av sær sjálvari, tí
hon ikki er sterkari.
– Stigmatiseringin av sálarsjúkum er enn
verulig, tíverri, staðfestir hon.
Eftir fleiri ár við tunglyndi og ótta hevur
Eva lært, at hon má tora at hyggja inn í seg
sjálva og kenna og góðtaka sínar egnu grens
ir.
–Tað hendir ikki eftir einum degi, men tað
er ein long tilgongd, og eg havi verið langt
niðri, áðrenn eg dugdi at koma upp aftur,
sigur hon.
“Eg byrjaði at hugsa um,
at eg nú aftur fór at detta
í hetta tunga, svarta
holið, og so fekk eg ótta
og angist fyri tí. Nú nøkur
ár eru farin framvið við
vetrartunglyndi, havi eg uppbygt mær
nakrar tankabygningar, sum hjálpa mær
at sleppa burturúr tunga, svarta holinum”
“Eg setti mær fyri, at eg ikki
ætlaði niður í djúpa holið,
har eg fyrr havi verið”
“Ein depressión kennist
djypri, tyngri og meir
vónleyst enn enn
vetrartunglyndi. Ein
depressión kemur innanífrá
og vetrartunglyndi kemur uttanífrá”