hósdagur 2. november 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
14
TEMA: Vetrartunglyndi
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
V
it vita, at vetrartunglyndi er
afturvendandi: tað byrjar um
heystið og endar um várið, og
byrjar síðani aftur heystið eftir.
Á leið fimm til 10 prosent av danum
uppliva vetrartunglyndi, og alt bendir á,
at tølini eru hægri í londunum norðanfyri
Danmark – og harvið eisini í Føroyum.
– Myrkari og kaldari tað er, størri er
kjansurin fyri, at kroppurin kennist tyngri,
sigur Erling Fles, sálarfrøðingur.
Erling Fles greiðir frá, at tá tunglyndi
verður nágreinað, so verður tosað um lætt,
moderat og tungt tunglyndi. Støðan er ein
onnur, tá talan er um vetrartunglyndi, tí
enn er onki prógv funnið fyri biologiskari
broyting í heilanum hjá fólki, ið uppliva
vetrartunglyndi, sum tað er, tá fólk uppliva
tunglyndi.
– Vit vita ikki enn, hvat hendir í heilanum,
tá fólk fáa vetrartunglyndi, men tey, ið verða
rakt av vetrartunglyndi kenna seg troytt
og fáa øktan matarlyst, ímeðan vanligt
tunglyndi ella depressión elvir til mistan
matarlyst og svøvn, sigur hann, og leggur
afturat, at vetrartunglyndi er merkt av
troyttleika, og ikki so nógv av dapurskygni,
sum tunglyndi er merkt av.
– Tað sum vit vita er, at vit fáa
vetrartunglyndi, tí vit mangla ljós.
Vetrartunglyndi er afturvendandi uttan
mun til, hvussu vit hava tað kensluliga, og
vit føla tað, tá tað verður myrkari og kaldari,
sigur hann.
Ongi føroysk hagtøl
Vetrartunglyndi er ikki ein diagnosa her
heima, og tað verður tí viðgjørt, sum ein
tilstandur, greiðir Erling Fles frá. Í Føroyum
hava vit ikki hagtøl fyri, hvussu nógv verða
rakt av vetrartunglyndi, men í Danmark
fáa á leið fimm til 10 prosent av fólkunum
vetrartunglyndi, tá heystið kemur. Hann
heldur, at tað er sannlíkt, at tølini eru
hægri í Føroyum, tí vit eru longri norðuri.
Tilstandurin finst so at siga ikki sunnanfyri.
– Eg upplivi, at fleiri siga, at tey føla seg
tyngri og eru ávirkaði av manglandi ljósi um
hesa tíðina, sigur hann.
Okkum menniskjum tørvar ljós, og tað er
týdningarmikið fyri útviklinga av melatonin
og serotonin, sum eru evni, ið hava týðandi
leiklut í at varðveita gerandisrútmuna og
svøvnin, greiðir hann frá.
Tølini eru villandi
Erling Fles greiðir frá, at av teimum
vetrartunglyntu, ið leita sær hjálp, eru
75 prosent kvinnur. Hetta merkir tó ikki
neyðturviliga, at tað eru flest kvinnur, ið
verða raktar, men tað eru tær, ið leita sær
hjálp.
–Mennirnir leita sær ikki líka skjótt hjálp,
og tí eru tølini ofta villeiðandi innan slíkt,
sigur hann.
Ofta hava mannfólk lyndi til at leita sær
annan linna enn professionella hjálp. Hetta
kann verða alt frá rúsdrekka til øktan svøvn,
ella teir bara góðtaka, at teir hava tað tungt.
Tað er ikki bert við sálarviðgerð, at mannfólk
drála, tá teir stríðast við eitthvørt, men teir
eru heldur ikki líka skjótir sum kvinnurnar
at fara til lækna, tá teir eru sjúkir, greiðir
hann frá.
Nær er tørvur á viðgerð?
Tá vit hava tað torført sálarliga, og tað
ávirkar gerandisdagin so mikið, at vit ikki
fáa gjørt tey tingini, sum vit vanliga gera
uttan hóvasták, so er talan um sálarligar
líðingar, og best er tá at leita sær hjálp,
heldur Erling Fles.
Hann greiðir frá, at tey, ið leita sær hjálp
annaðhvørt finna hana sjálvi ella er tað ein í
nærumhvørvinum, ið eggjar viðkomandi til
at leita sær hjálp. Summi leita sær ongantíð
hjálp, og tað at hava vetrartunglyndi verður
ein partur av teimum, sum tey góðtaka.
– Summi koma til sættis við tað, at tey
eru troyttari hesa tíðina av árinum, men tey
klára møguliga at passa arbeiði, hóast tey
ikki hava orku til nógv annað. Onnur leita
sær skjótari hjálp, tí tey ynskja ein betri
gerandisdag enn hann, sum tey fáa, tá tey
stríðast við vetrartunglyndi, sigur hann.
Hann heldur, at kennast eyðkennini so
sterk, at ein ynskir at betra um lívsgóðskuna,
so er umráðandi at tosa við onkran um
vetrartunglyndi. Hann mælir til at fara til
kommunulækna ella sálarfrøðing, sum
kunnu útgreina tilstandin. Harfrá ber til
at finna útav, hvørjir møguleikar eru fyri
viðgerð, og hvat ein fær gjørt við støðuna.
– Ofta tørva vit hjálp til at skilja støðuna
og tilstandin, og at læra um eyðkeynnini hjá
okkum sjálvum. Soleiðis ber eisini til at fanga
eyðkennini næstu ferð, vetrartunglyndi
er ávegis, og vita hvat ein fær gjørt fyri at
fyribyrgja vetrartunglyndi, staðfestir hann.
Eyðkennini av vetrartunglyndi eru
individuell, og talan kann vera um
vetrartunglyndi, hóast ein ikki hevur øll
eyðkennini. Eftir sálarviðgerð verður lættari
at takla vetrartunglyndið, tá heystið kemur
aftur, tí ein dugur at síggja eyðkennini
í góðari tíð, og kann eisini fara undir
ljósviðgerð við tað sama, heldur hann.
Ljósviðgerðin er munadygg
Besta viðgerðin fyri vetrartunglyndi er
ljósviðgerð. Hon er lætt atkomulig, tí tú skalt
bara sita undir eini sergjørdari lampu, sum
lýsir á teg í eina løtu. Umframt ljósviðgerð
kunnu sálarligar samrøður og viðtalur
kombinerast við antidepressivum heilivági,
um tørvur er á tí, greiðir Erling Fles frá
Hann heldur tó heilt víst, at ljósviðgerðin
er tann besta viðgerðin, og at hon eisini kann
fyribyrgja tilfeldum av vetrartunglyndi hjá
fleiri okkara.
Tað er tó eisini umráðandi at eta
heilsugóðan mat, drekka nokk av vatni, fáa
nokk av d-vitaminum, fara út ímillum fólk,
fáa fríska luft og at flyta seg.
– Ljósviðgerð og kostur gera ikki, at
depressivir tankar fara vekk, men ert tú væl
fyri kroppsliga, so gongur skjótari og lættari
at koma seg, sigur hann.
– Eg upplivi, at fleiri siga, at tey føla seg tyngri og eru ávirkaði av
manglandi ljósi um hesa tíðina, sigur Erling Fles, sálarfrøðingur.
Sálarfrøðingurin:
VETRARTUNG
KANN VIÐGER
“Ofta tørva vit hjálp til at
skilja støðuna og tilstandin,
og at læra um eyðkeynnini
hjá okkum sjálvum. Soleiðis
ber eisini til at fanga
eyðkennini næstu ferð vetrartunglyndi er
ávegis, og vita, hvat ein fær gjørt fyri at
fyribyrgja vetrartunglyndi”
“Vetrartunglyndi er aftur
vendandi uttan mun
til, hvussu vit hava tað
kensluliga, og vit føla tað, tá
tað verður myrkari og
kaldari”